Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Qupperneq 1

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Qupperneq 1
 « r^lilGT UNGDOj^, FOR 'Z 4/j FÆRØERNE. Han drikker af Hækken paa Vejen, derfor løfter ltan sit Hoved højt. Salme 110, 7. 7. Aargang. Februar 1915. Nr. 5. Tá vit í storstu neyðum stá JSeistarin er her og kallar áteg! Tá vit i størstu neyðum stá, og vita onga hjálp at fá, ei vita okkum veg, ei ráð, um sárt várt hjarta gráta má. Tá eina tað vár uggi er, at vit 611 somul einmælt her ákalla Guð, vár hjálparmann, sum út úr neyðum bjarga kann. Guð, faðir góði, sorgarstund vit til tín hevja sál og lund, um fyrigeving biðja teg, at reiði tin má blíðka seg! Tú lovar, at titt blidni fá skal hvort tað barn, teg heitir á; vit biðja teg í Jesu navn, tak okkum í tín faðirfavn! Tú várar syndir ikki goym, vár stóru misbrot 611 tú gloym! í hvórji neyð statt okkum lijá, hvórt bágaverk vend okkum frá! Og tá vit óll av hjartans grund tær fegin takka hvórja stund, tær lýðin tæna hvónn ein dag, tær ævigt lova, sæl og glað! y. D. týddi. Prædika á 16. sunnudegi e. trin. ■ Men nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra. Tá ið nú Marta Iroyrdi, at Jesus kom, fór hon út ímóti honum; men Maria varð sitandi heima i húsinum. Tá segði Marta við Jesus: Harri, hevði tú verið her, mundi bróðir min ikki verið deyður; men eisini nú veit eg, at alt sum tú biður Guð um, tað man Guð geva tær. Jesus sigur við hana: Bróðir tín man reisast upp aftur. Marta sigur við hann: Eg veit, at hann man reisast upp aftur i uppreisnini á evsta degi. Jesus segði við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; hann, ið trýr á meg, um enn hann doyr, man hann liva, og hvór tann, sum livir og trýr á meg, hann skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum? Hon sigur við hann: Ja, Harri; eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann ið kemur i heimin. Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði systur sina Mariu og segði loyniliga: Meist- arin er her og kallar á teg. Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon við skundi og fer til hansara. Men Jesus var enn ikki komin i bygdina, nren var á tí staði, hvar Marta hevði møtt honum. Tá ið nú Jøđarnir, sum vóru hjá henni i húsinum og troystaðu hana, sóu, at Maria við skundi reistist og fór út, fóru teir aftaná hana i teirri hugsan, at hon fór út til gróvina at gráta har. Tá ið nú Maria kom hagar, hvar Jesus var, og sá hann, fall hon honum til fóta og segði við hann: Harri, hevði tú verið her, so var bróðir mín ikki deyður. Tá ið nú Jesus sá hana gráta og teir Jødar gráta, ið vóru komnir við henni, harmaðist hann i andanum og rordist almikið; og hann segði: Hvar hava tit lagt hann? Teir siga við hann: Harri, kom og siggj? Jesus feldi tár. Jadarnir sógdu tá: Si, hvussu hann elskaði hann! Men summir av teimum sógdu: Kundi ikki hann, ið

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.