Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Page 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Page 4
I og hann gevur troyst bæði í sorgini eftir tey, ið undan okkum fara, og táið vit sjálv skulu fara hiðani. Og hann vil fáa okkum at hyggja u p p e f t i r ímóti Guðs dýrd. Um tú trýrt, skalt tú síggja Guðs dýrđ. Ja, um tú trýrt; um tú í trúgv tekur ein lívsneista frá honum inn í tina sál og Htur á lívsorð hansara, tá skalt tú síggja Guðs dýrd. Meistarin er her og kallar á okkum. Latum okkum ikki vera deyv fyri rødd hansara, men latum okkum trúgva honum orð hansara. Eingin hevir nakratíð iðrað seg um, at hann fór eftir Jesusar reyst — tú skalt heldur ikki á nókrum sinni iðra teg eftir tí. Tað skal ikki svitast. Latum okkum ti reisast skundisliga og fara til hansara. I.atum okkum fara til hansara longu í dag, og vit skulu síggja Guðs dýrd. Sálmarnir úr Gamla Testamenti. (Týddir av J. Dahl.) (Uppafturtikið.) 42ti sálmur. I) Til songmeistarans; ein maskil; av Korahs synum. 2) Sum hjórtur tráar eftir rennandi áum, so tráar min sál eftir tær, o Guð! 3) Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði. Nær skal eg koma og skoða Guðs ásjón? 4) Mín grátur er vorðin mín føði um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: Hvar er Guð tin? 5) Táið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guðs hús, við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátiðarrómi. 6) Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum i mær? Biða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og minum Guði. 7) Mín sál er stúrin, mín Guð, tí kemur mær teg i huga, burturi frá Jorđans landi og Hermon, frá Misears fjalli. 8) Vatnflóð rópar til vatnflóð, við duni av fossum tfnum. Allir tínir sjógvar og aldur bróta inn yvir meg. q) Á degi sendir Harrin miskunn sina, á nátt er hans songur hjá mær, ein bøn til lívs míns Guð. 10) Við Guð, mín klett, eg má siga: Hvf hevir tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av figgindum kúgaður? 11) Sum eitur i beinum mínum er háðin av fíggindum mínum, tá teir allan dagin við meg siga: Hvar er Guð tín. 12) Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum f mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði. »Kristeligt Ungdomsblad for Fær- øerne« udgaar een Gang om Maanedenr koster 1 Kr. om Aaret og kan bestilles hos Posten eller hos Pastor Jacob Dahlr Sandegærde, Thorshavn. » Udgivet af Stromas kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i »Færd Amtstidende«s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.