Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 4
20 Nr. 20. 12. marts. KUNNGERÐ um útvarpsgjalđ. Við heimild í løgtingslóg nr. 23, 28. marts 1956, um útvarp, § 6, verður útvarpsgjaldið fyri 1957 fyrisett: I. Vanligt gjald. Hann, ið nýtir radiomót- takara, skal gjalda fyri hvønn móttakara árligt gjald 20 kr. Menn, ið selja ella umvæla radiotól og nýta ra- diomóttakara í vinnu teirra, svara gjald av einum mót- takara í virki sínum. Fyri móttakara, uppsettur í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður at gjalda 10 kr. II. Familjugjald. Maður, ið hevur meiri enn ein radiomóttakara, rin- dar serstakt gjald fyri allar móttakararnar 30 kr. árliga. um móttakaramir eru upp- settir í húsum hansara og verða nýttir av honum sjál- vum ella húski hansara. Familjugjaldið umfatar ikki: a) móttakarar, ið eru upp- settir í húsinum hjá loy- vishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðis- gentum, lærlingum, gist- andi og øðrum, b) móttakarar í bilum, c) móttakarar. uppsettir í skúlum, sjúkahúsum, al- dursheimum og tílíkum, d) móttakarar, uppsettir í krambúðum, skrivstov- um, verkstøðum og tílík- um. Fólk, ið hava goldið van- ligt gjald og aftaná 1. juli 1957 lúka treytirnar fyri familjuloyvi, kunnu fáa tí- líkt móti at gjalda 5 kr. aftr- at fyri tíðarskeiðið 1. juli tii 31. december 1957. Fólk, ið aftaná 1. juli 1957 lúka treytimar fyri famil- juloyvi, gjalda 15 kr. fyri tíðarskeiðið 1. juli til 31. de- cember 1957. III. Gjaldið verður at rinda kon- tant ella við postávísan til telefonverksskrivstovuna í Tórshavn innan 31. marts 1957, og fult navn og bú- staður verður at upplýsa. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri 12. marts 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Ellendersen. Nr. 21. 19. marts. REGLUGERÐ fyri lønjavningargrunn skips- fiskimanna um minstuløn og viffbót til fiskaprísir v. m. smbr. lógarkunngerff nr. 16 frá 25. juni 1954 og lrtgtingslóg nr. 8 frá 7. februar 1957. Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 8 frá 7. februar 1957 verða fylgjandi reglur fyriskipaðar fyri minstu- løn og viðbót til fiskaprísir v. m. fyri tíðarskeiðið 1. januar 1957 til 31. december 1957. I. Minstaløn § 1. 1. stk. Minstaløn verður tryggj- að føroyingum. mynstraðir eftir galdandi sáttmála við føroyskum fiskiskipi, eisini skiparum. Myn- straður er maður, tá hann er førdur á manningarlistans sein- asta teig og listin stemplaður hjá mynstringarstjóranum. Sa- ma trygd verður veitt útróðrar- monnum til lands í Grønlandi í tíðarskeiðinum 16. juni til 15. oktober, tá teir hava undirskri- vað sáttmála. sum grunnurin hevur góðkent og skrásett, og fardagur og afturkomudagur teirra er próvførdur. Um myn- straðir menn reka sildaveiðu á føroyskum firðum, fáa teir ikki lønjavning. 2. stk. Teir, sum eftir 1. stk. hava rætt til minstuløn og fylt hava 16 ár mynstringardagin, ella eru uppihaldarar undir henda aldur, fáa tryggjað ein forvinning í veiffutíffini uppá kr. 700— um mánaffin, hvør túrur roknaffur fyri seg. Teimum, sum fiska sild, verður tryggjað ein minstaløn uppá kr. 800— um mánaðin, roknað fyri seg. Menn undir 16 ár, sum eru ikki uppihaldarar, fáa bert tryggjað hálva minstu- løn, eins og menn, sum hava mynstrað fyri minni enn heilan part, bert fáa tryggjað minstu- løn í mun hertil. § 2. 1. stk. Grundarlagið fyri, hvat hvør einstakur skal fáa goldið í

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.