Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 6
22 na, bæði av prísískoyti og lønar- viðbót. § 9. Úttøkan er upp til 500 kr. um mánaðin til teir menn, ið eru undir minstulønarskipanini, og fer soleiðis fram: Maður eigur at vissa sær um- sóknarblað, ið fæst hjá útgerð- armanninum, mynstringarstjór- anum og skrivstovum grunnsins og felaganna, hará skriva ta peningahædd. hann ynskir um mánaðin, skipanavnið, navn sítt, føðingardag og -ár, bústað, navnið á tí persóni, peningurin skal sendast til, og at hann við undirskrift síni hevur tilskrivað grunninum sjópant fyri úttøku- peningin av avrokning sínari, so langt hon røkkur. Síðan flýggjar ella sendir hann reiðaranum blaðið, og tá reiðarin hevur sent grunninum blaðið undirskrivað, at hann hevur merkt sær sjó- pantpeningin til frádráttar í av- rokning awarand: f:skimanm, at hann áleggur i.íf?utnin<?sfel- aginum ella tí manni ella íelag, hann selur fiskin til, at rinda aftur peningin í grunnin fyrst av hvørjari sølu, so langt av- rokningin røkkur, og tá grunn- urin hevur bókað hetta og fing- ið tryggjan fyri, at peningurin við neyðugum rentum verður afturgoldin í so stórum muni, sum avrokningin hjá hvørjum einstakum fiskimanni røkkur, og fingið úrskrift mynstringar- stjórana, at maðurin er mynstr- aður, verður peningurin sendur við postávísu — porto, so skjótt skrivstovan kann avgreiða aft- aná hvønn 1. í komandi mánað. Grunnurin skal senda hvørj- um reiðara uppgerð yvir goldna úttøku fyri hvønn mánað. Reiðarin hevur skyldu at senda grunninum skrivliga vátt- an um fráfaringar- og aftur- komudagin beinanvegin, skipið er aftur í landingarhavn aftaná hvønn einstakan túr. Ger hann ikki tað, má reiðarin sjálvur bera tey tap, herav kunnu standast. Lønjavningargrunnur skips- fiskimanna, 5. marts 1957. N. v. M. Hoim. Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 3 frá 18. februar 1955 smbr. løgtings- lóg nr. 8 frá 7. februar 1957 góð- kennir landsstýrið frammanfyri- standandi reglugerð dagfest 5. marts 1957 fyri lønjavningar- grunn skipsfiskimanna viðvíkj- andi minstuløn og viðbót til fiskaprísir. Lagt verður aftrat, at eftir § 1 í nevndu løgtingslógum er studningur landskassans til minstuløn og prísviðbótina av- marknaður til í mesta lagi 1,5 mill. kr., eins og møguligt av- lop av hesi studningsskipan og studningsskipan landskassans fyri 1955 og 1956 eftir § 5 í somu løgtingslóg fer í serligan til- taksgrunn undir lønjavningar- grunninum. Føroya landsstýri, 19. marts 1957. Hákun Djurhuus, varaløgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.