Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 10
122 Nr. 55. 27. august. KUNNGERÐ um løgtingsval. Eftir heimild í § 4 í lóg nr. 124 frá 28. mars 1923, smbr. løg- tingslógirnar nr. 4 frá 14. mai 1948, nr 56 frá 5. september 1950 og nr. 26 frá 27. mai 1966 um Føroya løgting, verður val til Føroya løgting LEYGARDAGIN 7. NOVEMBER 1970. Seinast 5 vikur innan valdagin, tað er seinast LEYGAR- DAGIN 3. OKTOBER 1970 kunnu í minsta lagi 600 veljarar boða løgmanni frá, at teir ætla at luttaka í valinum sum nýggjur flokkur. Um so er, kann flokkurin verða tikin við til býtis av eykamandatum. VALEVNISLISTAR skulu vera formanninum fyri viðkom- andi valnevnd í hendi seinast kl. 18 á 3. vikudegnum innan valdagin, tað er SEINAST LEYGARDAGIN 17. OKTOBER 1970. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 1 og hægst 10 veljarum sum stillarum, og við skal fylgja yvirlit yvir stillararnar, ið tilskilar nøvn, starv og bústað teirra gjøll- iga. Frásøgnir um valevnislistar skulu afturat innihalda upp- lýsingar um, hvønn flokk listin tekur undir við, ella um hann stendur uttanflokks. Ein valevnislisti má ikki innihalda fleiri nøvn enn tvær ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast skulu í valdøminum. Ongin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokks og samstundis taka undir við einum flokki. Teir stillarar, sum undirskrivað hava ein valevnislista, kunnu siga valnevndini frá listaeyðkenni, sum listin skal eyð- kennast við á atkvøðuseðlunum, einstakir bókstavir (A, B, C, o. s. fr.) kunnu ikki nýtast sum eyðkenni. Frásøgnirnar skulu vera skrivligar og gevast formanninum í valnevndini samstundis sum valevnislistin verður givin honum. 011 valevni á listanum og stillararnir, sum undirskrivað hava listan, skulu við undirskrift síni samtykkja listaeyðkennið. Teir flokkar, sum ynskja at nýta somu bókstavamerking til valevnistlistar sínar í øllum valdømum, kunnu SEINAST LEYGARDAGIN 3. OKTOBER 1970 um felag sítt senda løg- manni umsókn hesum viðvíkjandi. Hetta verður gjørt kunnugt. FØROYA LANDSSTÝRI, tann 27. august 1970. K. Djurhuus løgmaður J. Djurhuus, t.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.