Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 2
2 2) í § 4, stk. 1 verða orðini: »Økini eru víst á hjáløgdu kortskjølum« strikað eins og kortskjølini. §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Føroya Landsstýri, 24. januar 1991. Atli P. Dam (sign.) løgmaður /Kjartan Hoydal (sign.) Nr. 2 30.januar REGLUGERÐ fyri telefonuppboðssølu. Við heimild í § 6, smb. § 5, í løgtingslóg nr. 106 ffá 3. august 1990 um royndaruppboðssølu av fiski. § 1. Uppboðshaldarin er millumgongumaður millum seljaran (skipið/bátin) og keyparan og hevur einans ábyrgd av at fylgja reglugerðini fyri telefonuppboðssøluni. Stk. 2. Sjálvt keypið/sølan er eitt viðurskifti millum hvønn einstakan fiskakeypara og hvørt einstakt skip/ bát. Stk. 3. Sum fiskakeypari er at skilja føroyskt, løggildað fiskavirki. § 2. Keyparin stillar neyðuga trygd - bæði til skipið/bátin og uppboðssøluna. § 3. Hildnar verða uppboðssølur dagliga - mánadag til fríggjadag. Stk. 2. Melda verður til hvørt av uppboðnum áðrenn eina ávísa tíð. Síðan verða lastimar seldar í tí raðfylgju, tær eru tilmeldaðar, sølan skal verða avgreidd innan eina ávísa tíð. Uppboðshaldarin avger, hvussu long tíð verður avsett til hvørt skipið/bátin. Stk. 3. Keyparin fær váttan frá uppboðshaldaranum fyri keyp sítt. § 4. Seljarin upplýsir fyri uppboðssøluni: 1) Nøgd, stødd, aldur og góðska av hvøijum fiskaslagi. 2) Nær seljarin er klárur til landing. 3) Hvøiji støð seljarin vil landa á, hetta er bert gadandi fyri útróðrarbátar.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.