Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 6
6 Nr. 5 30.januar KUNNGERÐ um sjónvarpsgjald. Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 frá 21. mai 1982 um sjónvarp hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Fyri nýtslu av sjónvarpsmóttakara skal gjaldast fyri 1991 kr. 1.100,00. § 2. Tað í § 1 nevnda gjald er galdandi fyri sjónvarpsmóttakarar, ið verða nýttir av gjaldaranum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá. Stk. 2. Sjónvarpsmóttakarar, sum ikki koma undir reglurnar í stk. 1, verður goldið sjálvstøðugt gjald fyri á henda hátt: 1) Sjónvarpsmóttakarar, sum eru uppsettir í húsinum hjá gjaldaranum, og sum verða nýttir av øðrum enn teimum húsfólkum, sum nevnd eru í stk. 1. 2) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í egnum ella í útleigaðum húsum gjaldarans ella í húsum, sum gjaldarin eigur, og sum hann ella húsfólk hansara nýta til frítíðarbústað ella annað. 3) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í virkjum, á stovnum v.m. 4) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í flutningstólum, tá hesi bert verða nýtt til vinnuligt endamál. 5) Sjónvarpsmóttakarar umborð á skipum, sum eru skrásett í Føroyum. 6) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á kostskúlum, øðrum skúlum og í felagshølum v.m. 7) Sjónvarpsmóttakarar á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum, dagstovnum v.m. 8) Sjónvarpsmóttakarar á hotellum, gistingarhúsum v.m.: Frá 1 til 5 móttakarar 1 gjald. Frá 6 til 10 móttakarar 2 gjøld og so framvegis. § 3. Persónar, búsettir uttanlands, sum eru í Føroyum í stytri tíð enn 3 mánaðir og hava sjónvarpsmóttakara við, skulu einki gjalda í sjónvarpsgjaldi. § 4. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir áðrenn 1. januar, eigur gjaldið at verða goldið sjónvarpinum í seinasta lagi 1. apríl 1991. Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. januar til 30. juni, eigur gjaldið at verða goldið í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januar árið eftir. Stk. 3. Gjaldskyldan hvílir á eigaranum (nýtaranum), um hann eigur sjónvarpsmóttakaran, hevur hann til láns, leigu ella líknandi. Stk. 4. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjalddagar, eigur at verða goldið eykagjald 50 kr. Sjónvarpsgjaldið og eykagjaldið kunnu innheintast við panting. Stk. 5. Tann, ið ognar sær sjónvarpsmóttakara ella á annan hátt nýtir sjónvarpsmóttakara, skal innan 14 dagar boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum skal rinda sjónvarpsgjaldið. § 5. Tann, ið selur ella leigar út sjónvarpsmóttakarar, hevur skyldu at boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum keypir/leigar, so hvørt sum sølan/leigan fer fram. Stk. 2. Tollmyndugleikar hava skyldu at siga sjónvarpinum frá, tá ið sjónvarpsmóttakarar verða fluttir til Føroya. § 6. Verður sjónvarpsmóttakari tikin úr nýtslu ella á annan hátt latin øðrum, skal ein boða sjónvarpinum frá beinanvegin skrivliga fyri at verða frítikin fyri at gjalda. Sjónvarp Føroya kann krevja váttan fyri, at sjónvarpsmóttakari veruliga er ónýtiligur. § 7. Allir sjónvarpsmóttakarar í landinum skulu skrásetast hjá Sjónvarpi Føroya. Tann, ið nýtir ella hevur um hendi sjónvarpsmóttakara, hevur skyldu til at geva Sjónvarpi Føroya boð um navn og bústað hjá tí, sum skal gjalda, eins og dagin, tá ið móttakarin varð uppsettur. Stk. 2. Telefonverk Føroya Løgtings boðar Sjónvarpi Føroya frá, so hvørt tey ymisku plássini síggja sjónvarpssendingar. Stk. 3. Viðvíkjandi gjaldi verður víst á § 4, stk. 1 og 2.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.