Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 01.02.1991, Blaðsíða 3
3 Stk. 2.011 skip hava skyldu at avreiða til tann keyparan, ið hevur hægsta boð og annars uppfyllir treytirnar í hesi reglugerð. Hetta er av praktiskum orsøkum ikki galdandi fyri útróðrarbátar. Stk. 3. Keyparin upplýsir fyri uppboðssøluni: 1) Prís á hvørjum fiskaslagi sær 2) Prís á hvørjari stødd sær, soleiðis at boðið frá keyparanum er grundað á tær nøgdir, sløg og støddir, sum skipið/báturin hevur upplýst fyri uppboðssøluni. Fæst ikki boð er tað seljaranum frítt av avreiða har hann vil. Stk. 4.1 bodnu upphæddina er íroknað: a) Landing b) Klárgering av lastini c) Fríur ísur d) Kontantgjald, t.v.s. peningurin verður fluttur í seinasta lagi 7 dagar eftir landingina bæði til skipið/bátin og uppboðssøluna. Stk. 5. Tað stendur tó seljara og keypara frítt aftaná, at uppboðssølan er avgreidd at avtala annað enn a), b), c) og d), undantikið gjaldið til uppboðssøluna. § 5. Uppboðið roknar sær 1% av samlaðu søluupphæddini, ið avtalað er á uppboðssøluni, í ómaksløn. Hendan upphæddin verður goldin av keyparanum til uppboðssøluna eftir somu reglum sum til skipið/bátin. § 6. Verður ikki goldið rættstundis, rindar keyparin rentu til skipið/bátin ella uppboðssøluna, ið er 0,5 promillu pr. dag aftaná forfallsdagin. § 7. Keyparin er bundin av uppboðsavtaluni í tann mun støddir, nøgdir, ftskasløg og góðska samsvara upplýsingunum, ið latnar eru uppboðssøluni. Stk. 2. Eisini er skipið/báturin bundin av avtaluni sjálvt um tann samlaða upphæddin fyri lastina er øðrvísi enn boðið, vegna skeiva upplýsing um støddir, nøgdir, fiskasløg og góðsku fyri uppboðssøluni. Stk. 3. Verður tvídráttur millum keypara og seljara um støddir, nøgdir, fiskasløg og góðsku, hevur annar av pørtunum rætt at tilkalla vrakieftirlitsmannin á staðnum. Vrakieftirlitsmaðurin tekur endaliga og bindandi avgerð í málinum. Stk. 4.1 tann mun úrskurður vrakieftirlitsmansins er, at samsvar er millum uppgivnu støddimar, fiskasløg- ini og góðskuna, skal keyparin gjalda bodna prísin fyri innvigaðu nøgdirnar. Restina stendur seljara og keypara frítt at gera aðra avtalu um ella seljarin kann avreiða hesar nøgdir har hann vil. Stk. 5. Vrakieftirlitsmaðurin sendur úrskurðin til uppboðshaldaran. § 8. Tann keypari ella seljari, ið ikki heldur onkra av omannevndu reglum, kann verða útilokaður frá uppboðssøluni í 4 mánaðir, og verður hetta endaliga og bindandi avgjørt av uppboðshaldaranum. § 9. Uppboðshaldarin hevur skyldu til at føra fullfíggjað hagtøl fyri landaða nøgd og prísir seld um uppboðið. Hagtalsyvirlit verður regluliga almannakunngjørt. § 10. Hendan reglugerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Føroya Landsstýri, 30. januar 1991. John Petersen (sign.) landsstýrismaður /Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.