Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Síða 1
Kunngerðablaðið A
1991 Hefti 7
Nr. 26 7. mai
KUNNGERÐ
um
læraraútbúgving.
Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980, um læraraútbúgving hevur Føroya Landsstýri
fyrisett:
1. kapittul
Læraraútbúgvingin
§ 1. Útbúgvingin hevur til endamáls at búgva út lærarar til fólkaskúlan. Hon miðar eisini ímóti at leggja
støði undir undirvísing í øðrum skúlaformum.
§ 2. Hvør einstakur Jesandi velur sær sínar grundútbúgvingargreinir og linjugreinir. Skal tann lesandi skifta
lærugrein, eigur hann at skifta í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at undirvísingin í lærugreinini er byijað. í
sambandi við linjugreinaval kann verða kravt, at tann lesandi hevur neyðugar fortreytir.
Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann í serstøkum førum loyva frávik frá settu reglum í stk. 1.
§ 3. Landsskúlastjórin kann, eftir tilmæli rektarans, sleppa lesandi undan eini ella fleiri lærugreinum, um so
er, at tann lesandi hevur nomið sær hesa útbúgving aðrastaðni.
Stk. 2. A sama hátt kann lesandi sleppa heilt ella lutvíst undan grundútbúgvingini og ítrótti, um lækni
skjalprógvar, at hetta er neyðugt.
Stk. 3. Umsókn um undantøku verður saman við próvskjølum ella læknaváttan send Landsskúlafyrisiting-
ini.
Stk. 4. Frásøgn um undantøku verður skrivliga boðað tí lesandi og rektaranum.
§ 4. Útbúgvingartíðin er 4 ár, og endar útbúgvingin við lærarapróvtøku. Tey lesandi hava skyldu at fylgja
undirvísingini, ið givin verður samsvarandi útbúgvingarætlan skúlans.
Stk. 2. Roynd verður hildin í øllum lærugreinum, sum lesandi hevur havt, uttan í praktiskum skúlayrki og
sangi/tónleiki sum grundútbúgvingargrein. í praktiskum skúlayrki, sangi/tónleiki og ítrótti sum felags-
grein verða bert støðumet givin (sbr. § 11, stk. 3 og 5 í lógini).
§ 5. Seinast í 1. útbúgvingarári tekur rektarin støðu til, um tey einstøku lesandi lúka treytimar fyri at halda
fram við útbúgvingini 2. útbúgvingarárið.
I sambandi við avgerðina eigur rektarin at ansa eftir,
1) at tann lesandi hevur fingið við próvtøkumar í kristnikunnleika, rokning, donskum og skriving í minsta
lagi próvtalssamløguna 24, og
2) at ikki praktikkleiðarin - eftir tilráðing frá øllum praktikklærarunum hjá tí lesandi - saman við øllum
lærarunum í teim lærugreinum, sum undirvísingin annars hevur fevnt um, skrivliga hevur rátt frá, at tann
lesandi heldur fram við útbúgvingini. Eitt tílíkt frámæli skal verða handað rektaranum skrivliga í
seinasta lagi 14 dagar, áðrenn próvtøkan bytjar. Frámælið skal verða lagt fyri lærararáðið til ummælis,
áðrenn rektarin tekur endaliga avgerð í málinum.
Stk. 2. Um so er, at lesandi, ið ikki lýkur treytimar sambært stk. 1 pkt. 1, biður um tað, kann nýggj avgerð
verða tikin í august mánaði (smb. § 17, stk. 4). í hesum føri verður bert roynd hildin í tí ella teimum
lærugrein/-um, har próvtalið til áður tikna roynd er minni enn 6. Um so er, at lesandi hevur fingið minni enn
6 í fleiri lærugreinum, so kann hann sjálvur velja ta/tær lærugrein/lærugreinir, hann skal til roynd í.
Stk. 3. Lesandi kann fylgja undirvísingini í fyrsta útbúgvingarári tvær ferðir. Lesandi kann í mesta lagi taka