Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Page 3
59
§ 10. Undirvísingarárið er frá 1. august til 31. juli.
Stk. 2. Undirvísingarárið er býtt sundur í lestrarhálvur, skemavikur, praktikkskeið og próvtøkuskeið.
Landskúlafyrisitingin kann góðkenna, at próvtøka verður hildin í einstakari lærugrein ella lærugreinaparti
fyri ella eftir settu próvtøkutíðina.
Stk. 3. Rektarin ger hvørt ár eftir tilmæli frá lærararáðnum og samstarvsnevndini lærugreina- og tímabýtis-
ætlan skúlans.
Stk. 4. Landskúlafyrisitingin skal góðkenna tær í stk. 2 og 3 nevndu fyriskipanir.
Stk. 5. Um so er, at ein bólkur av teimum lesandi verður undirvístur av fleiri lærarum í samarbeiði í eini
lærugrein ella einum skeiði, so kann rektarin gera av, hvør ið hevur ábyrgdina av at ráðleggja og samskipa
undirvísingina í lærugreinini. Tann, ið rektarin setur til hesa uppgávu, verður nevndur høvuðslærari.
§ 11.
1) Praktiskt skúlayrki:
Bólkar verða skipaðir í hesari stødd:
Tímapraktikk 2-4 lesandi
Tíðarskeiðspraktikk l-41esandi
2) Linjugreinatalið fyri hvønn árgang sær ásetir Landsskúlafyrisitingin smb. § 9, stk. 1. Miðalstøddin á
linjugreinunum skal ikki vera minni enn 3 næmingar. Ein bólkur kann ikki verða býttur sundur, uttan so
er, at í minsta lagi 16 lesandi hava valt lærugreinina.
Stk. 2. Bólkarnir í sangi/tónleiki sum grundútbúgvingargrein verða í meðal býttir sundur í bólkar við 5-6
lesandi í sambandi við undirvísing í ljóðførisspæli. I linjugreinini sangi/tónleiki verður givin einstaklings
undirvísing í sangi og í serstøkum føri eisini í raddarvenjing og ljóðførisspæli. Næmingum kann standa í
boði einstaklings undirvísing í sangi og tónleiki.
Stk. 3. Landsskúlastjórin kann í serligum føri loyva frávik frá reglunum í stk. 1 og 2.
Stk. 4. Rektarin sendir á hvørjum ári Landsskúlafyrisitingini frágreiðing um bólkabýtið og grundarlag tess.
Henda frágreiðing skal vera latin í seinasta lagi 1. apríl.
3. kapittul
Vanligar reglur um undirvísingina
§ 12. Viðvíkjandi innihaldinum í teimum einstøku lærugreinunum verður víst til rundskriv um lesiætlan
læraraskúlans, ið er góðkend av Landsskúlaráðnum.
Stk. 2. I undirvísingini í øllum lærugreinum verður dentur lagdur á, at tey lesandi fáa kunnleika um
týdningarmiklar spumingar viðvíkjandi lærugreinarinnar arbeiðshátti, frøðiheiti og hjálparamboðum, og at
tey verða vand at orða spurningarnar, arbeiða sjálvstøðugt við teimum, og at samskipa vitan og arbeiðs-
hættir frá ymiskum lærugreinum. Greitt verður frá endamáli lærugreinar í læraraútbúgvingini, eins og
evnisútval og arbeiðshættir verða umrødd. I teimum lærugreinum, ið somuleiðis eru lærugreinir í fólka-
skúlanum, verður arbeitt við fakdidaktiskum greiðslustøðum, herímillum eisini, hvussu lærugreinin kann
fremja almenna endamál skúlans, eins og umrøtt verður, á hvørjum fakligum metingarstøði støðutakan um
undirvísingartilfar til fólkaskúlan eigur at vera. (I linjugreinunum miðar undirvísingin ímóti øllum fólka-
skúlanum og somuleiðis frítíðarundirvísingini. I hinum lærugreinunum verður víst á galdandi rundskriv um
lesiætlan fyri læraraskúlan).
§ 13. Endamál, innihald, evnisval og arbeiðshættir í tí einstøku lærugreinini eiga at verða viðgjørd í øllum
lærugreinunum sambært reglunum um lesiætlan læraraskúlans. Lærarar og tey lesandi eiga í felag at gera
tær ítøkiligu undirvísingarætlanirnar, herímillum hvussu undirvísingarevnini til hvøija lestrarhálvu skulu
verða býtt. Samráðingar eiga somuleiðis at vera um, hvussu undirvísingin í lestrarhálvuni eigur at verða
løgd til rættis, og møguliga um broytingar í ætlanum viðvíkjandi evnisvali, arbeiðsháttum, undirvísingartil-
fari og evnisbýtinum í lestrarhálvuni. Eftir reglunum um endamál og innihald í lærugreinini meta lærari og
tey lesandi í felag um ta ætlan og skipan, ið nýtt hevur verið.
Stk. 2. Viðvíkjandi lærugreinini praktiskum skúlayrki eigur tann í stk. 1 nevnda kunning, ráðlegging,
skipan og meting at verða umrødd í praktikknevndini.
§ 14. Lærarin í teimum einstøku lærugreinunum leiðbeinir tey lesandi eftir áheitan teirra bæði viðvíkjandi
sjálvstøðuga arbeiðinum við lærugreinini fyri og eftir undirvísingartímamar herímillum møguliga við
einum einstaklingsevni og við praktikkfyrireiking í lærugreinini - og viðvíkjandi arbeiði teirra lesandi við
einstaklingsevnum í øðrum lærugreinum, ið hava við lærugreinina at gera. Eru leiðbeiningartímar í læru-
greinini, so eigur lærarin at vera tøkur hjá teimum lesandi hesar tímar.