Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Side 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Side 4
Nr. 84 11. september KUNNGERÐ um treytir fyri sølu av ávísum fískasløgum ið fara á uppboðssølu uttanfyri Føroyar. Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 15 frá 15. september 1948 um inn- og útflutning, viðgerð og virkan av fiski og fiskaúrdrátti o.ø. hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Ikki er ioyvt at selja síl ella laks, sum er aldur í Føroyum, á uppboðssølu undir ávísum minstaprísi. Stk. 2. Minstaprísurin verður ásettur av landsstýrinum og lýstur í fjølmiðlunum fyri tíðarskeið upp til 3 mánaðir. § 2. Um útflytari ikki heldur § 1, kann landsstýrið nokta hesum at útflyta tey í § 1 nevndu fiskasløg. § 3. Brot móti hesi kunngerð verða sektað eftir § 4 í løgtingslógini. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstunđis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. mars 1991 um forboð móti sølu av ávísum fiskasløgum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar. Føroya Landsstýri, 11. september 1991 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / J. Hansen (sign.) Hefti 16 • Nr. 82-84 • Útgivið tann 14. september 1991 Prcnt: Dimmalrtting

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.