Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Qupperneq 4
Nr. 84
11. september
KUNNGERÐ
um
treytir fyri sølu av ávísum fískasløgum ið fara á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 15 frá 15. september 1948 um inn- og útflutning, viðgerð og virkan av fiski
og fiskaúrdrátti o.ø. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ikki er ioyvt at selja síl ella laks, sum er aldur í Føroyum, á uppboðssølu undir ávísum minstaprísi.
Stk. 2. Minstaprísurin verður ásettur av landsstýrinum og lýstur í fjølmiðlunum fyri tíðarskeið upp til 3
mánaðir.
§ 2. Um útflytari ikki heldur § 1, kann landsstýrið nokta hesum at útflyta tey í § 1 nevndu fiskasløg.
§ 3. Brot móti hesi kunngerð verða sektað eftir § 4 í løgtingslógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstunđis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. mars 1991 um forboð móti sølu av ávísum
fiskasløgum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
Føroya Landsstýri, 11. september 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Hansen (sign.)
Hefti 16 • Nr. 82-84 • Útgivið tann 14. september 1991
Prcnt: Dimmalrtting