Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 6
Nr. 107 20. desember KUNNGERÐ um EEC-fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir makreli í 1992. Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fískiskap á landleiðini er í 1992 loyvt 12 skipum, skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum at reka fiskiskap á ytru landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir makreli við nót. § 2. Loyvda veiðan er 5.300 tons. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at 1) skipið hevur fiskiloyvi, 2) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstavir og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt. 3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina, og um hvat ætlanin er at veiða og 4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað í fiskasløg og nøgd, 5) skipið sigur dagliga fýrrapartin Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT, og frá dagligu veiðuni, 6) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu veiðunøgdina. § 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvað- ur á sínum náttúrliga staði. § 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm, máldur fremst frá høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir vekt í eini last vera undirmátsfiskur. § 6. Brot á ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur fiskireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um skiparín er dømdur fyri brot móti reglunum í hesi kunngerð. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 20. desember 1991. Atli P. Dam (sign.) løgmaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.