Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 2
Nr. 104 20. desember KUNNGERÐ um norska brugduveiðu á ytru landleiðini í 1992. Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini er í 1992 loyvt skipum skrásett og heimahoyrandi í Noregi at skjóta brugdu á landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum. § 2. Loyvda veiðan er 100 tons av livur. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at 1) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn skiparans og skipanavn, skráseting og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longa, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt, 2) skipið hevur fingið fiskiloyvi, 3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, 4) skipið hvønn mánamorgun sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá veiðuni síðani seinastu veiðuupp- gávu, 5) skipið fylgir vegleiðingunum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni og 7) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu veiounøgdina. § 4. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at skjóta, skal allur veiðireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum nattúrliga staði. § 5. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur veiðireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um skiparin er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 20. desember 1991 Atli P. Dam (sign.) løgmaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.