Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Page 2
Nr. 104
20. desember
KUNNGERÐ
um
norska brugduveiðu á ytru landleiðini í 1992.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið
saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini er í 1992 loyvt
skipum skrásett og heimahoyrandi í Noregi at skjóta brugdu á landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá
grundlinjunum.
§ 2. Loyvda veiðan er 100 tons av livur.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn skiparans og
skipanavn, skráseting og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longa,
brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina,
og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina,
4) skipið hvønn mánamorgun sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá veiðuni síðani seinastu veiðuupp-
gávu,
5) skipið fylgir vegleiðingunum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni og
7) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu
veiounøgdina.
§ 4. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at skjóta, skal allur veiðireiðskapur vera burturstúgvaður
á sínum nattúrliga staði.
§ 5. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur veiðireiðskapur og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða
tikið aftur, um skiparin er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992.
Føroya Landsstýri, 20. desember 1991
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)