Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 15
167
Nr. 111 20. desember
KUNNGERÐ
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávísum londum í 1992.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið
saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er loyvt skipum,
sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum londum, samanber skjal 1, at reka beinleiðis fiskiskap eftir
svartkjafti (Micromesistius poutassou) á sjóøki Føroya í 1992 við tí skipatali og eftir teimum nøgdum, ið
eru tilskilaðar í skjalinum.
2. stk. I tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. desember, allir 4 dagarnir íroknaðir, er
beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd, innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) og 320°
rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og
195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og
(c) á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju
1. 60°59’00”N 07°51’00”V
2. 61°15’30”N 08°16’00”V
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61°00’00”N 09°11’00”V
5. 60°48’40”N 09°25’00”V
6. 60°25’50”N 09°09’00”V
7. 60°36’30”N 08°45’00”V
8. 60°45’40”N 08°37’00”V
3. stk. í tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagar íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd
innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 Qórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61 °55’04”N 06°57’05”V) og 320°
rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V).
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og
180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V),
(c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61 °55’04”N 06°57’05”V) og
180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og ikki innan fyri 12 Qórðingar frá
grundlinjunum, og
(d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. (c).
§ 2. Treyt fyri at inna ftskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
(1) Skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(2) Vaktar- og bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byijaður, fær boð um navn skiparans,
skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd,
longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,
(3) Skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina
og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya, flokkað eftir fiskasløgum og
nøgd.
(4) Skipið dagliga fyrrapartin sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT,
(5) Skipið fylgir vegleiðingum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni,
(6) Skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan, meðan fiskiskapurin fer
fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) Skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp
mettu veiðunøgdina.
§ 3. Skip, ið hevur ftngið loyvi at veiða svartkjaft við troli, hevur ikki loyvi at reka annan fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn eftir svartkjafti, skal vera fyri seg sjálvan í serligum
rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið gera undantak fyri royndarftskiskap.