Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Blaðsíða 13
165 Nr. 110 20. desember KUNNGERÐ um veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum skrásett í Sovjetsamveldinum í 1992. Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini er loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í Sovjetsamveldinum, samanber skjal 1, at reka beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Micromesistius poutassou) á sjóøki Føroya í 1992 við tí skipatali og eftir teimum nøgdum, ið eru tilskilaðar í skjalinum. 2. stk. I tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. desember, allir 4 dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd, innanfyri linjur drignar 21 Qórðingar frá grundlinjunum, tó ikki (a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V), (b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og (c) á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju 1. 60°59’00”N 07°51’00”V 2. 61°15’30”N 08°16’00”V 3. 61°13’20”N 08°42T2”V 4. 61°00’00”N 09°11’00”V 5. 60°48’40”N 09°25’00”V 6. 60°25’50”N 09°09’00”V 7. 60°36’30”N 08°45’00”V 8. 60°45’40”N 08°37’00”V 3. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagar íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki (a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V). (b) innan fyri 28 Qórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V), (c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61 °55’04”N 06°57’05”V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og ikki innan fyri 12 flórðingar frá grundlinjunum, og (d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. (c). § 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at (1) Skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu, (2) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byijaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir, (3) Skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd. (4) Skipið dagliga fyrrapartin sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT, (5) Skipið fylgir vegleiðingum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni, (6) Skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan, meðan fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at (7) Skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu veiðunøgdina. § 3. Skip, ið hevur fmgið loyvi at veiða svartkjaft við troli, hevur ikki loyvi at reka annan fiskiskap. 2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn eftir svartkjafti, skal vera fýri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. 3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið gera undantak fyri royndarfiskiskap.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.