Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Blaðsíða 2
446 Próvtøkur. § 4. í øllum próvtøkuskeiðum stflar megindeildarráðið fyri skrivligari og/ella munnligari próvtøku. Onnur skeið - tilskilað í lestrarætlan - verða dømd eftir skrivligum avrikum. Eftir tilmæli frá deildarráð kann megindeildarráðið loyva, at ein roynd verður dømd á annan hátt. § 5. Próvroyndimar skulu hava eitt innihald, sum ger próvtakaran føran fyri at vísa sín kunnleika í teirri útbúgving, hann hevur nomið. § 6. Har einki annað er ásett, verður próvroyndin dømd eftir 13-stiganum sambært kunngerð um próvtala- gávu á Fróðskaparsetri Føroya. Til tess at standa krevst í minsta lagi 6 ella »staðið«. Stk. 2. Stendur próvtakarin ikki royndina fyrstu ferð, hevur hann loyvi til at gera upp í tvær royndir aftrat. Megindeildarráðið kann eftir umsókn frá lesandi loyva honum at fara upp fjórðu ferð. Eftir tilmæli frá deildarráð tekur megindeildarráðið nærri avgerð um tíð og stað fyri endurpróvtøku. Stk. 3. Megindeildarráðið skipar eftir tørvi fyri sjúkrapróvtøku. Stk. 4. Kæra um próvtøkuhald og próvtøkudøming skal skrivliga verða latin megindeildarráðnum í seinasta lagi vikudagin, eftir at próvtøkuúrslitið er kunngjørt. Kæra verður viðgjørd av kærunevnd, ið megindeildarráðið setir, og eftir nærri reglum, sum megindeildarráðið ásetir. Avgerð kærunevndarinnar er endalig. Próvdómarar. § 7. Til megindeildina verður knýtt eitt lið av próvdómarum. Próvdómaramir skulu vanliga vera frá stovnum uttan fyri Fróðskaparsetur Føroya, einamest frá teimum, ið avtala er við um framhaldslestur. Stk. 2. Landsstýrið góðkennir próvdómaramar fyri 3 ár í senn. Stk. 3. Avvarðandi deildarráð velur úr góðkenda próvdómaraliðnum próvdómarar til tær einstøku próvtøk- umar. Próvskjøl. § 8. Tann, ið hevur fullført eina av teimum útbúgvingum, ið nevndar eru í § 1, stk. 2, a), c) og d), og sum hevur staðið tilhoyrandi próvroyndir, fær prógv, áðrenn næsta lestrarár byijar. Stk. 2. Tann, ið hevur fullført eina av teimum útbúgvingum, ið nevndar eru í § 1, stk. 2, a) og d), hevur hemmframt rætt til at nýta exam.art.-heitið. § 9. Tann, ið hevur fullført eina av teimum B.A.-útbúgvingunum, ið nevndar eru í § 1, stk. 2, e) og í seinasta punktum, og sum hevur staðið tilhoyrandi próvroyndir, fær prógv og hevur herumframt rætt til at nýta B.A.- heitið. Stk. 2. Tann, ið hevur fullført eina av teimum cand.phil.-útbúgvingum, ið nevndar eru í § 1, stk. 2, b) og f) og í seinasta punktum, og sum hevur staðið tilhoyrandi próvroyndir, fær prógv og hevur hemmframt rætt til at nýta cand-phil.-heitið. Stk. 3. Tann, ið hevur fullført eina av teimum cand.mag.-útbúgvingunum, ið nevndar em í § 1, stk. 2, g) og í seinasta punktum, og sum annars hevur staðið tilhoyrandi próvroyndir, fær prógv og hevur herumframt rætt til at nýta cand.mag.-heitið. Aðrar reglur. § 10. Landsstýrið kann í serligum fømm gera frávik frá reglunum í hesi kunngerð eftir tilmæli frá setursráð. §11. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Fyri lesandi, sum hava byijað lestur innan útbúgvingamar smbrt. § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, hevur kunngerðin tó gildi frá og við lestrarbyijan teirra. Stk. 3. Samstundis sum henda kunngerð fær gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 12. februar 1990 um hugvísindarligar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya. Føroya Landsstýri, 4. mai 1992 Marita Petersen (sign.) landsstýriskona / Inger Christiansen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.