Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Side 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Side 8
Nr. 61 7. mai KUNNGERÐ um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina. Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Høvuðsuppgávan hjá loyvisnevndini er at veita og endumýggja skeinkingarloyvi til rúsdrekka og at taka aftur loyvi eftir § 14 í lógini. § 2. Áðrenn mál verða løgd fýri loyvisnevndina til endaliga støðutakan, skulu tey vera fyrireikað av løgregluni, soleiðis at umsóknartilfarið er greitt hjá loyvisnevndini at taka støðu til. § 3. Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist so ofta tørvur er á tí, ella um tveir av limunum krevja tað, við upplýsing um dagsskrá. Stk. 2. Fundurin er viðtøkuførur, tá meirilutin av nevndarlimunum er á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiríluta. Standa atkvørðumar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Stk. 3. Fundarfrágreiðing verður skrivað frá hvøijum fundi. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í fundarfrágreiðingina. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av teimum limunum, sum vóru á fundi. § 4. Loyvisnevndin fær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. frá Landsskrivstovuni. Samsýning til nevndarlimimar skal landsstýrið góðkenna. § 5. Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðimar hjá nevndini skulu undirskrivast av formanninum ella øðrum, sum fær heimild til tess. § 6. Limimir í nevndini hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini. § 7. Henda kunngerð færgildi l.juni 1992. Føroya Landsstýri, 7. mai 1992 Marita Petersen (sign.) landsstýriskona / J. Hilduberg (sign.) Hefti 16 • Nr. 56-61 • Útgivið tann 9. mai 1992 Prent: Dimmalætting

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.