Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 1
257
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 7
ISSN 0907-905X
Nr. 32 16. apríl
Kunngerð
um
broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m.
§1.
f kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir
og forskriftaskyldu o.a.m. verða gjørdar hesar broyt-
ingar:
1) § 8, stk. 3 og 4 verða orðaði soleiðis:
“Stk. 3. Tá ið lækni ávísur heilivág á forskrift,
skal apotekið útflýggja synonyman og bíligasta
heilivágin í staðin fyri tann heilivág, ið bflagdur
er: generiskt umbýti. Umbýtið verður gjørt eftir
reglunum í § 40.
Stk. 4. Á forskriftini skal skilliga síggjast, um
læknin ikki ynskir umbýti. Hetta verður gjørt
við at skriva “ikki umbýtast” ella “ - U
2) § 40, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá ið “ikki umbýtast” ella “ - U ” ikki stendur
aftanfyri tann bflagda heilivágin, sbr. § 8, stk. 4,
eru ásetingamar í stk. 2-7 galdandi.”
3) § 40, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Apotekið kann kortini, um brúkarin
ynskir tað, útflýggja tann bflagda heilivágin ella
annan dýrari heilivág, sum sbr. skjali 3 er syno-
nymur við bflagda heilivágin.
§2.
Henda kunngerð fær gildi 15. mai 1997.
Almanna- og heilsudeildin, 16. aprfl 1997.
Kristian Magnussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Johnny Winther Holbech (sign.)