Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 2
258 16. apríl Nr. 33 Kunngerð um broyting í kunngerð um lyftiútgerð og spøl (kranar) §1. I kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyfti- útgerð og spøl (kranar) verður gjørd henda broyting: § 1, stk.l, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1. Lyftiútgerð, sum við hóskandi beriútgerð kann lyfta eina byrðu soleiðis, at byrðan hongur frítt.” §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsudeildin, 16. apríl 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.) Nr. 34 16. apríl Kunngerð um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7 . mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broytingum, verður fyrisett: § 1. Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipan- ina. Tá peningurin verður innsettur, skal tað miðast ímóti at fáa trygd fyri, at realvirðið av peninginum verður varðveitt, somuleiðis sum roynt verður at fáa best møguliga rentu. § 2. Eftirlønargrunnurin kann gera fløgur av ymisk- um slagi hjá fløgumótpørtum, sum eru í ávísum londum, men við serligum vami í ávísum virkisøkj- um innanfyri ávísar avmarkingar. Avmarkingamar verða sum prosentpartur av samlaðu fíggjarognum eftirlønargmnsins sum víst í skjali til hesa kunngerð. Stk. 2. Beinleiðis útlán kann ikki gerast fyrrenn lánið til ALS er niðurgoldið munandi. Stk. 3. Fíggjarognimar skulu verða innsettar sole- iðis, at ein ávísur partur er gjaldførur uttan stórvegis miss. Stýrið ger reglur um hetta. Stk. 4. Stýrið ger av, um grunnurin skal gera fløgur í fremmant gjaldoyra. Stýrið skal tó frammanundan hava gjørt reglur um gjaldoyraváða. § 3. Landsbankin er høvuðsbankasamband eftirløn- argmnnsins. Gmnnurin kann gera avtalu við Lands- bankan um røkt av fænum eftir reglunum framman- fyri og eftir ásetingum frá stýrinum. Stýrið ger ser- ligar reglur um fløgur í fløgurpartafeløg. § 4. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Almanna- og heilsudeildin, 16. apríl 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.