Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 1
193
Kunngerðablaðið A
1998 Hefti 20
ISSN 0907-905X
Nr. 75 5. november
Løgtingslóg
um
Føroya Realkreditstovn (Realin)
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál stovnsins
§ 1. Føroya Realkreditstovnur, ið varð stovnaður við
lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, heldur fram sum sjálvs-
ognarstovnur við navni Føroya Realkreditstovnur
(Realurin). Endamál stovnsins er at veita lán við veð
í fiskiførum, flótandi eindum og førum í frálands-
vinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.
Stk. 2. Utlánsvirksemi kann, eftir avgerð landsstýris-
mansins, verða víðkað til aðrar vinnugreinir í Føroy-
um.
Stk. 3. Stovnurin heldur fram við teimum rættindum
og skyldum, eginogn og avsetingar íroknaðar, ið eru
bygd upp og stovnað av Færøemes Realkreditinsti-
tut í rakstrinum samsvarandi lóg nr. 60 frá 12. mars
1955, grundfæ íroknað.
Kapittul 2
Leiðsla stovnsins
§ 2. Stovnurin verður stjómaður av einari trímanna-
stjóm, ið verður tilnevnd av landsstýrismanninum.
Tilnevningin er fyri 5 ár í senn. Gjøllari reglur verða
ásettar í viðtøkunum. Stjómin ábyrgist mótvegis
landsstýrismanninum fyri leiðsluni av stovninum.
Stk. 2. Stjómin setir starvsfólk, hemndir møguligan
undirstjóra, og metingarmenn. Landsstýrismaðurin
skal kunnast um útnevning av undirstjóra og met-
ingarmonnum.
§ 3. Ráðgevandi umboðsnevndin hevur 8 limir, 2
valdir av landsstýirsmanninum, 2 av skuldarum
stovnsins, 2 av Føroya Reiðarafelag, meðan Føroya
Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfel-
ag og Maskinmeistarafelagið em saman um at velja
2 limir, smb. tó § 18, stk. 3.
Stk. 2. Valini em galdandi fyri 4 ár í senn. Stjómin
boðar umboðsnevndini til fundar í minsta lagi eina
ferð um árið.
§ 4. Landsstýrismaðurin ger eftir tilmæli frá stjórn-
ini viðtøkur fyri stovnin.
§ 5. Stjórar, undirstjórar og metingarmenn mega ikki
taka lut í viðgerð av málum um lán til ella meting av
ognum hjá teim sjáivum, hjúnafelagum teirra ella
persónum, sum teir em skyldir við í beinari linju
ella fyrrn og aðm síðulinju ella sum standa teimum
serliga nær á einhvønn hátt. Eiheldur mega teir taka
lut í viðgerð av málum um lán viðvíkjandi ognum,
ið teir sjálvir hava veðrætt í ella keypsrætt til, ið teir
seinastu tvey árini hava medvirkað til keyp ella um-
bygging av, ella ið teir sum fíggjarleiðarar ella med-
hjálparar medvirka ella í sama tíðarskeiði hava med-
virkað til veðseting ella sølu av.
Stk. 2. í fømm, har stjómin ikki er viðtøkufør orsak-
að av reglunum frammanfyri, tekur landsstýrismað-
urin avgerð um lánveiting.
Stk. 3. Persónamir, nevndir í stk. 1, og starvsfólk
stovnsins mega ikki fyri egna rokning reka ella taka
lut í spekulatiónshandlum.
Stk. 4. Eingin stjómarlimur ella grannskoðari hjá
gmnninum kann taka lán frá grunninum, uttan góð-
kenning landsstýrismansins í hvørjum føri sær.
Kapittul 3
Ogn og lántøka
§ 6. Ognir stovnsins em tað í § 1, stk. 3 nevnda
grundfæ og ein tiltaksgmnnur, hvørs peningur verð-
ur útvegaður sambært reglunum í § 8, stk. 9 og 10
og § 10, stk. 1.
Stk. 2. Tiltaksgmnnurin skal í minsta lagi vera 10%
av samlaðu útlánum stovnsins og 20% av stovnsins
skuld.