Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 3
195 § 15. Ársroknskapurin verður grannskoðaður av ein- um ríkisgóðkendum grannskoðara, valdum av stjómini. Grannskoðanarbók verður førd fyri starv grannskoðarans. Stk. 2. Gjøllari reglur um grannskoðanina verða ásettar í viðtøkunum. § 16. Grannskoðaði ársroknskapurin við undirskrift- um og góðkenning stjómarinnar verður lagdur fyri umboðsnevndina til ummælis og síðan sendur lands- stýrismanninum saman við viðmerkingum grann- skoðarans í seinasta lagi 4 mánaðir eftir roknskapar- árslok. Stk. 2. í seinasta lagi 1 mánað eftir hvørt fjórðings- árslok sendir stjómin landsstýrismanninum úrtak av roknskapum stovnsins. Kapittul 6 Avtøka stovnsins § 17. Verður stovnurin avtikin, verður við løgtings- lóg tikin avgerð um, hvat ognir gmnsins skulu brúk- ast til. Kapittul 7 Gildiskoma og skiftisreglur § 18. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Verandi stjóm verður sitandi tilnevningar- skeiðið. Stk. 3. Fólkatingið velur framhaldandi 2 limir í um- boðsnevndina til ríkisábyrgdin fyri útgivnum láns- brøvum gongur út. Tórshavn, 5. november 1998 Anflnn Kallsberg (sign.) løgmaður Nr. 76 5. november Løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalu við Føroya Realkreditstovn um framhaldandi umsiting av gjaldførislánum, sum em veitt ella játt- að sambært løgtingslóg nr. 24 ffá 1. juni 1978 um endumýggjan av fiskiskipaflotanum sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 1984. § 2. í tann mun gjaldførislán veitt og játtað í tíðar- skeiðnum 1. mai 1984 til 31. desember ár 2000 verða afturgoldin, umløgd ella umfíggjað, fær lands- stýrismaðurin heimild til at avtala við Føroya Real- kreditstovn, at frígjørda lánsupphæddin kann lænast út aftur sum 2. veðrættarlán til lántakarar, ið fáa 2. veðrættarlán frá realinum. Lánini verða tryggjaði við síðustillaðum 2. veðrætti saman við realkredit- stovninum, og verða annars veitt sambært reglunum í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn. § 3. Avtala millum landsstýrismannin og Føroya Realkreditstovn, gjørd við heimild í hesi lóg, fær gildi frá 1. november 1998 at rokna, og verður í gildi til 1. mai ár 2010. Nevnda avtala skal m.a. áseta treytir um rentu til landsstýrið og umsitingina annars. § 4. Áðrenn 1. mai ár 2009 skulu samráðingar mill- um landsstýrismannin og Føroya Realkreditstovn verða loknar og avgerð tikin um, hvørt umsitingar- avtalan sambært hesi lóg skal halda fram ella aftur- gjalding bytja eftir teimum treytum, ið galdandi verða fyri einstøku lánini. § 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 5. november 1998 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.