Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 10
202 Nr. 80 13. november Løgtingslóg um broyting í løgtingsióg um Føroyska Altjóða Skipaskrá Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 13. mai 1992 og við løgtingslóg nr. 62 frá 14. mai 1997 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: "í “Føroysku Altjóða Skipaskránni” verða tikin upp føroysk skip, sum eru 100 tons brutto ella meira". 2) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Fyri at eitt skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eig- arin vera føroyskur, smb. tó ásetingina í § 7, stk. 2. Sum føroyskur eigari verður mettur parta-, smápartafelag ella vinnurekandi grunnur, skrá- settur í Skráseting Føroya". 3) f § 1 verður sum nýtt stk. 3 sett: "Stk. 3. Leiðarin av skipaskránni kann í serligum førum loyva teimum eigaraviðurskiftum, sum nevnd eru í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 ffá 5. mars 1970 um skráseting av skipum við seinni broytingum." 4) § 1, stk. 3 verður hereftir stk. 4, og § 1, stk. 4 verður strikað. 5) í § 10, stk. 3 verða orðini "eigarin er føroyskur, jvb. løgtingslóg um skráseting av skipum v.m. § 1, og", strikaði. 6) § 11, nr. 5, verður strikað, og § 11, nr. 6, verður hereftir nr. 5 7) § 11, nr. 7, sum hereftir verður nr. 6, verður orð- að soleiðis: “6) at eigarin skal gjalda fyri upptøku í og striking úr skránni, herundir gjald fyri tjóð- skaparbræv og gjald fyri veðbrøv og skaðaloys- isbrøv v.m., og”. § 11, nr. 8, verður hereftir nr. 7. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Samstundis verður danski teksturin í løgtings- lóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 62 frá 14.05.1997, strikaður. Tórshavn, 13. november 1998 Anfmn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.