Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Blaðsíða 2
194
Stk. 3. Peningur í tiltaksgrunninum kann ikki verða
læntur út, men skal vera bundin eftir somu reglum,
ið galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga.
Stk. 4. Fer tiltaksgrunnurin við roknskaparárslok
upp um mørkini sett í stk. 2, kann avlopsupphæddin
tó eftir avgerð stjómarinnar verða flutt til stovnsins
gmndfæ.
§ 7. Umffamt gmndfæið kann stovnurin útvega sær
útlánspening við útgávu av skuldarbrøvum ella
handhavaralánsbrøvum ljóðandi uppá stovnin sams-
varandi reglunum í viðtøkum stovnsins.
Stk. 2. Undirskrift krevst frá øllum stjómarlimunum
skal samtykt eftir stk. 1 hava gildi.
Stk. 3. Aljóðandi upphæddin tilsamans av teimum
útgivnu lánsbrøvum í umfari til hvøtja tíð og øðmm
skuldarbrøvum má ikki fara upp um fimmfalda
gmndfæið við seinasta roknskaparárslok.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, um serlig viður-
skifti skuldu tala fyri tí, eftir'tilmæli frá stjómini
loyva, at áljóðandi av lánsbrøvunum og skuldar-
brøvunum kann vera sjeyfalda gmndfæið.
Stk. 5. Gjøllari reglur um útrokning av lutfallinum
millum gmndfæ og tikin lán verða ásettar í viðtøk-
unum.
Kapittul 4
Utlán stovnsins
§ 8. Lánsupphæddir, renta, afturgjaldingartíð og aðr-
ar treytir verða ásettar av stjómini sambært teimum
reglum, ið ásettar em í viðtøkunum.
Stk. 2. Stovnurin kann veita lán við 1. og 2. veðrætti.
Lán við 1. veðrætti kunnu ikki fara upp um 60% av
metingarvirðinum, tá lán við 2. veðrætti ikki verður
veitt. Verður lán veitt við 2. veðrætti, er markið fyri
1. veðrættarláni 50%.
Stk. 3. Lán við 2. veðrætti kunnu verða veitt innan
peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum,
gjørdur upp sum gmndfæ og tiltaksgmnnur. Tey
kunnu einans verða veitt saman við 1. veðrættarlán-
um og kunnu ikki fara upp um 70% av metingar-
virðinum. Lán kann tó veitast upp til 80% av met-
ingarvirðinum, verður lánið veitt við javnsettum
veði frá aðrari fíggingarkeldu.
Stk. 4. Afturgjaldstíðin av lánunum kann ikki vera
longri enn 15 ár. Stjómin kann tó í afturgjaldingar-
tíðini, um serligar umstøður tala fyri tí, loyva at av-
dráttir verða lækkaðir ella at gjaldfreist verður veitt,
soleiðis at afturgjaldingartíðin verður longd til í
mesta lagi 20 ár.
Stk. 5. Farið kann verða upp um tey í stk. 2 og 3
nevndu lánihámark, tá veðsettar ognir, ið em yvir-
tiknar á tvingsilssølu ella undir líknandi umstøðum,
verða seldar aftur, um sleppast kann undan óneyð-
ugum fíggjarmissi á hendan hátt.
Stk. 6. Stovnurin kann ikki veita lán til ein lántakara
ella ein bólk av sínámillum sambundnum lántakar-
um, ið fara upp um 25% av stovnsins ognum
(gmndfæ og tiltaksgmnni).
Stk. 7. Til játtan av láni krevst undirskrift av í minsta
lagi tveimum stjómarlimum, smb. tó § 5, stk. 2.
Stk. 8. Lánini verða útgoldin kontant við kursi og
rentu, ið stjómin ásetir.
Stk. 9. Hvøtja ferð lán verður tikið, verður innskot
goldið í tiltaksgmnnin sum gjøllari ásett í viðtøk-
unum. Innskotið verður afturgoldið, tá lánið er fult
afturgoldið.
Stk. 10. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum
um rindan av innskoti, rindan av gjøldum til tiltaks-
gmnnin í afturgjaldingartíðini og avmarkingar av
rættinum at fáa innskot afturgoldin tá lánið er fult
afturgoldið.
§ 9. Lán verða bert veitt við trygd í teimum í § 1
nevndu ognum. Veðsetingin fevnir um ognina við
tilhoyri sambært skipaskrásetingar- og tinglýsingar-
lógini og somuleiðis tryggingampphæddina fyri ta
veðsettu ognina.
Stk. 2. Gjøllari veðsetingartreytimar verða ásettar av
stjómini og em tilskilaðar í veðbrævatreytunum.
§ 10. Lántakaramir ábyrgjast við veðsettu ognunum
við samábyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins,
hvør teirra við einari upphædd, ið svarar til láns-
høvuðsstólin. At veita fulnað fyri hesi ábyrgd kann
stjómin gera av, at kravt skal verða eykagjald til til-
taksgmnnin.
Stk. 2. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum um
avmarking og uppathald av samábyrgdini.
§ 11. Lántakaramir em bundnir av teimum til hvøija
tíð galdandi viðtøkum.
§ 12. Tey skjøl, ið verða givin út av stovninum ella
til stovnin í sambandi við hansara virksemi, verða
skrásett og tinglýst uttan gjald.
Stk. 2. Váttanir og útskriftir frá almennum myndug-
leikum at brúka við skráseting og tinglýsing av
skjølum nevnd í stk. 1, verða latin uttan kostnað.
Kapittul 5
Eftirlit, roknskapur og grannskoðan
§ 13. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovnin-
um. At útinna uttanhýsis eftirlitsstarvið tilnevnir
landsstýrismaðurin ein grannskoðara. Stovnurin
skal, tá tað verður kravt, lata grannskoðaranum allar
upplýsingar um stovnsins viðurskifti. Landsstýris-
maðurin ger reglugerð fyri uttanhýsiseftirlitið.
§ 14. Stovnurin ger í hvørjum roknskaparári árs-
roknskap við uppgerð av úrsliti, javna, viðmerkin-
gum og ársfrágreiðing. Arsroknskapurin skal sýna
rættvísandi mynd av ogn og skuld stovnsins, fíggjar-
ligu støðuni og úrslitinum. Ársroknskapurin skal
verða gjørdur samsvarandi góðum roknskaparsiði.
Stk. 2. Gjøllari reglur um ársroknskapin verða ásett-
ar í viðtøkunum.