Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Page 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 17.11.1998, Page 2
194 Stk. 3. Peningur í tiltaksgrunninum kann ikki verða læntur út, men skal vera bundin eftir somu reglum, ið galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga. Stk. 4. Fer tiltaksgrunnurin við roknskaparárslok upp um mørkini sett í stk. 2, kann avlopsupphæddin tó eftir avgerð stjómarinnar verða flutt til stovnsins gmndfæ. § 7. Umffamt gmndfæið kann stovnurin útvega sær útlánspening við útgávu av skuldarbrøvum ella handhavaralánsbrøvum ljóðandi uppá stovnin sams- varandi reglunum í viðtøkum stovnsins. Stk. 2. Undirskrift krevst frá øllum stjómarlimunum skal samtykt eftir stk. 1 hava gildi. Stk. 3. Aljóðandi upphæddin tilsamans av teimum útgivnu lánsbrøvum í umfari til hvøtja tíð og øðmm skuldarbrøvum má ikki fara upp um fimmfalda gmndfæið við seinasta roknskaparárslok. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, um serlig viður- skifti skuldu tala fyri tí, eftir'tilmæli frá stjómini loyva, at áljóðandi av lánsbrøvunum og skuldar- brøvunum kann vera sjeyfalda gmndfæið. Stk. 5. Gjøllari reglur um útrokning av lutfallinum millum gmndfæ og tikin lán verða ásettar í viðtøk- unum. Kapittul 4 Utlán stovnsins § 8. Lánsupphæddir, renta, afturgjaldingartíð og aðr- ar treytir verða ásettar av stjómini sambært teimum reglum, ið ásettar em í viðtøkunum. Stk. 2. Stovnurin kann veita lán við 1. og 2. veðrætti. Lán við 1. veðrætti kunnu ikki fara upp um 60% av metingarvirðinum, tá lán við 2. veðrætti ikki verður veitt. Verður lán veitt við 2. veðrætti, er markið fyri 1. veðrættarláni 50%. Stk. 3. Lán við 2. veðrætti kunnu verða veitt innan peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum, gjørdur upp sum gmndfæ og tiltaksgmnnur. Tey kunnu einans verða veitt saman við 1. veðrættarlán- um og kunnu ikki fara upp um 70% av metingar- virðinum. Lán kann tó veitast upp til 80% av met- ingarvirðinum, verður lánið veitt við javnsettum veði frá aðrari fíggingarkeldu. Stk. 4. Afturgjaldstíðin av lánunum kann ikki vera longri enn 15 ár. Stjómin kann tó í afturgjaldingar- tíðini, um serligar umstøður tala fyri tí, loyva at av- dráttir verða lækkaðir ella at gjaldfreist verður veitt, soleiðis at afturgjaldingartíðin verður longd til í mesta lagi 20 ár. Stk. 5. Farið kann verða upp um tey í stk. 2 og 3 nevndu lánihámark, tá veðsettar ognir, ið em yvir- tiknar á tvingsilssølu ella undir líknandi umstøðum, verða seldar aftur, um sleppast kann undan óneyð- ugum fíggjarmissi á hendan hátt. Stk. 6. Stovnurin kann ikki veita lán til ein lántakara ella ein bólk av sínámillum sambundnum lántakar- um, ið fara upp um 25% av stovnsins ognum (gmndfæ og tiltaksgmnni). Stk. 7. Til játtan av láni krevst undirskrift av í minsta lagi tveimum stjómarlimum, smb. tó § 5, stk. 2. Stk. 8. Lánini verða útgoldin kontant við kursi og rentu, ið stjómin ásetir. Stk. 9. Hvøtja ferð lán verður tikið, verður innskot goldið í tiltaksgmnnin sum gjøllari ásett í viðtøk- unum. Innskotið verður afturgoldið, tá lánið er fult afturgoldið. Stk. 10. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum um rindan av innskoti, rindan av gjøldum til tiltaks- gmnnin í afturgjaldingartíðini og avmarkingar av rættinum at fáa innskot afturgoldin tá lánið er fult afturgoldið. § 9. Lán verða bert veitt við trygd í teimum í § 1 nevndu ognum. Veðsetingin fevnir um ognina við tilhoyri sambært skipaskrásetingar- og tinglýsingar- lógini og somuleiðis tryggingampphæddina fyri ta veðsettu ognina. Stk. 2. Gjøllari veðsetingartreytimar verða ásettar av stjómini og em tilskilaðar í veðbrævatreytunum. § 10. Lántakaramir ábyrgjast við veðsettu ognunum við samábyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins, hvør teirra við einari upphædd, ið svarar til láns- høvuðsstólin. At veita fulnað fyri hesi ábyrgd kann stjómin gera av, at kravt skal verða eykagjald til til- taksgmnnin. Stk. 2. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum um avmarking og uppathald av samábyrgdini. § 11. Lántakaramir em bundnir av teimum til hvøija tíð galdandi viðtøkum. § 12. Tey skjøl, ið verða givin út av stovninum ella til stovnin í sambandi við hansara virksemi, verða skrásett og tinglýst uttan gjald. Stk. 2. Váttanir og útskriftir frá almennum myndug- leikum at brúka við skráseting og tinglýsing av skjølum nevnd í stk. 1, verða latin uttan kostnað. Kapittul 5 Eftirlit, roknskapur og grannskoðan § 13. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovnin- um. At útinna uttanhýsis eftirlitsstarvið tilnevnir landsstýrismaðurin ein grannskoðara. Stovnurin skal, tá tað verður kravt, lata grannskoðaranum allar upplýsingar um stovnsins viðurskifti. Landsstýris- maðurin ger reglugerð fyri uttanhýsiseftirlitið. § 14. Stovnurin ger í hvørjum roknskaparári árs- roknskap við uppgerð av úrsliti, javna, viðmerkin- gum og ársfrágreiðing. Arsroknskapurin skal sýna rættvísandi mynd av ogn og skuld stovnsins, fíggjar- ligu støðuni og úrslitinum. Ársroknskapurin skal verða gjørdur samsvarandi góðum roknskaparsiði. Stk. 2. Gjøllari reglur um ársroknskapin verða ásett- ar í viðtøkunum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.