Fróðskaparrit - 01.01.1981, Page 152
160
Hundaland
Tveir húðvertir frá monnum í Føroyum, ið høvdu hundaland,
vórðu í 1970 gróðursettir bæði á apunýra gróðurevni og amnion-
gróðurevni frá fólki í 6 vikur, men eingin virus varð ávístur9.
Av tí at orf-virus hevur sýnt seg at vera torførur at ala, varð
nýggj roynd at ávísa orf-virus frá hundalandi gjørd í 1971-72, hesa
ferð sum kanning í elektronsjóneyku. Úrslitið varð, at orf-virus
bitlar vórðu funnir í øllum teimum kannaðu húðvertunum8. Fietta
saman við teirri meinlíku sjúkumyndini staðfesti, at sjúkan hunda-
land er tann sama, ið aðrastaðni verður nevnd ecthyma contagiosum
ella orf.
Síðan vóru send út spurnarbløð til allar kommunulæknar í Føroy-
um til tess at fáa hesa sjúku betur lýsta, og tað er um úrslitið av
hesi kanning, ið nærri skal verða sagt frá her.
Tilfar og kanningarháttur:
í 1972-73 vórðu fyrispurningar settir øllum kommunulæknum í
Føroyum, og roynt var at fáa øll læknadømini at verða umboðað.
Av 17 spurnarbløðum vórðu tilsamans 16 aftursend og svarað.
Úrslit:
Ein partur av upplýsingunum er settur í 1. talvu. Vit síggja
at 13 av 16 Jæknum kendu sjúkuna hundaland. 10 læknar høvdu í
virki sínum sum kommunulæknar sæð fleiri tilburðir. Eftir upp-
lýsingunum kann leysliga verða mett, at tað eru einir tveir til tríggir
tilburðir í hvørjum læknadømi um árið, ella um leið 25 tilburðir í
Føroyum um árið, um so er, at sjúkan finst ikki í teimum økjum,
har læknarnir kenna hana ikki. Oftast kemur sjúkan fyri hjá monn-
um. Allir aldursbólkar tykjast kunna fáa sjúkuna, av tí at yngsti
sjúklingurin var 5 og elsti 71 ár.
Staður: Fíundaland situr oftast á hondunum, serliga á fingrum.
Av og á eru tilburðir við hundalandi á fótleggi, armi ella í andliti.
Vanliga hevur sjúklingurin bert eitt hundaland, hendir seg tvey.
Útsjónd: Fíundaland byrjar sum reyður blettur ofta á einum stað
har eitt prus var frammanunndan. Bletturin gerst so við og við
størri og tjúkkari og verður 1-4 cm til støddar. Eftir 4-14 døgum
er at finna ein vágkendur blettur í miðjuni, og nakrar dagar seinni
sæst ein myrk skruva ella ein myrkur blettur í miðjuni, umgyrd av