Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 1
NUMMAR 4 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 30. MEI 1942 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. FóTkatund.av. Enn er tíbetur fundarhugur í Føroya ungfólki. Nógv vóru tey sum gleddu seg til fólkafundin ið verða skuldi í manna- fellsdali 2.an hvítusunnudag. Tíverri varð regn og rusk, so hesin fundur mátti avlýs- ast, men ungdómur og fleiri av okkum eldru vóna, at summar og sólskin skal fáa hin forna góða fundarhugin at nørast aftur, sum tá fundar vóru á hvørjum summri á øllum oyggjum í Føroyum. Tann tíðin var gróðratíð, hon ól upp fínar kjenslur í ungfólk, og vit eldru vóru fegin at síggja tann vaksandi føði- landsalsk, sum bar okkum vónir um frælsi og framburð, gav longsulin at gerast sjálvráðandi, at verða virdur og taldur millum fríar menn, at kunna liva sum serstøk tjóð í egnum lsndi. Hesin longsil og hesin hugui Føroya fólks tá gjørdi, at Føroya synir settu fjøður á blað pg sungu hjartakenslur teirra út um landið í vakrastu orðum, sum vit nú eiga í dýrgripi fólksins, í sSongbók Føroya fólks«. Hesir sangir hava givið okkurn samanhald, við teimum hava vit sungið okkum saman sum fólk á fólkafundum, á veitslufundum og heima í húsum okkara millum húsfólk, frændir og vinir. So við og við vaks føðilandskærleikin, og hugurin at gera løg til sangirnar kom fyri 40 árum síðani millum teir ungu Føroyingarnar, og tá tingu Føroyar nógv tónaløg, so sermerkt føroysk og hjartagrípandi vøkur. Einstakir liva enn av hesum monnum, men allir hesir sangir og løg teirra vilja liva frá ættarliði til ættarlið, og við teimum og vónandi nýggjum afturat vil Føroyatjóðin knýtast fæstari og sterkari til føðilandið. Nú fundartíðin kemur vilja vit lata fundarsangirnar ljóma. Til fund í Mannafellsdali yrkti C. Holm Isaksen tá henda sangin : Til fólkafund í Mannafellsdali. L a g: Staden ved Kampens og Sejrens Bugt. Sita vit her, hvar ið fornari tíð buldur og gný hoyrdist víða um fiøtur, Føroya menn tyrptust til blóðuga strið og svørð settu svørðunum móti. Stríðast teir harðliga, stríðast við øði. dagurin líður, teir kenna ei møði, Mangur ein reystur garpur sær brestur, eygað tað slókknar i vreiði og kat. ¦ Roðandi sól yvir fjalltoppi lá steðgað var stríðið og kvirt var á vali; blóðrjóddir lógu teir reystkappar tá, sum striddust í Mannafellsdali. Tutigt mátti frælslyndi lúta við nakka, kongstrcelur, bisptrælur á mundu trceðka. Køvdist eitt sinni hevnd bar i minni; Aftur teir fylkjast til sigrandi strið. Heilaga rættferð og frælsi á jørð, send yvir kav tínar logandi brandar; ikki sum áður við drepandi svørð, men við kunnskaps og kærleikans anda. Presta og kongsvald at køva teg royndu, friborið fátækfólk trúfast teg loyndi.. Lýsið titt virki í skúla og kirkfu td bittist liósari tið yvir land! Á hesum Mannafellsdals-fundi var frtlk úr flest øllum oyggjum, og har talaðu nógvir góðir menn henda vakra sum- mardag. Vinir og frændir hittust har og vóru fegnir at hittast í samkenslu og kærleika til føðilandið Føroyar. Hin gitni Føroyasonurin, skaldið J. P. Gregoriussen hevur so vakurt mynda fundarsamkomunar í hesum sanginum: Tíi fólkafundar. L a g: Eina ferd hendi tad Óla Hvass. So harður er streymur í Føroya firði, við lúrandi stortni og tvørtim byri, so leikar í Føroyum; tað skiftandi strið herðir ungdómin og ger sinnini frí _, og lívlig í Føroyum. ¦ Her fólkið samlast á fundum fegin, her kenningar møtast, her nørist gleðin hjá fólki i Føroyum; og minnini góð berast Imttliga fram, gera sinnini fró og lívlig í Føroyum. Firðir og fjøll ei ferðini forða, unglingar lættir um heiðarnar spora til funda í Føroyum, og bátarnir við skera rennandi streym, føra fólkalið til funda í Føroyum. Hvør er á fundum so hjartans fegin — av kinnum og eygum lýsir gleðin — sum gentan i Føroyum? jfa, fólkið hon ger, sum kutidi tað fevnt ta víðu verð, so fegið í Føroyum. Hin gamli, sum fyrr vat stirvin og tungur, hann verður so lættur, sum hann var ungur, N á fundutn í Føroyum. Tað ungdbmsliv

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.