Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 2

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 Tíðindablaðið Útgevari og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen Andsveikaforsorg í Føroyum Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Løysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Fólkatingsval Nú komu so nógv val upp í røkur, at bæði valevni og veljarafjøld fara at troytkast. Síðani í summar hevur á fundum og í bløðum verið skrivað og tosað um løg- tingsvalið, sum tó ikki førdi tær stóru broytingarnar við sær, tá samanum kom. Síðani komu býráðs- og bygdaráðsvalini, sum møguliga broyttu viðurskiftini held- ur meir i støðum. í árunum eftir kriggið var áhugin fyri fólkatingsvah so lítil, at tað kom fyri, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin samdust um at býta sessimar ímillum sín, so at onki val yvirhøvur var. Síðani eru fleiri flokkar farnir at lut- taka í valinum, og seinast vóru allir flókkar fyri fyrstu ferð í nógv ár beinleiðis umboðaðir. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir listar verða hesaferð. Tað kann henda — eins og seinast — at onkur stillar upp uttan- flokka. Hinvegin kann eisini hugsast, at onkur av teimum politisku flokkunum ikki luttekur. Fólkatingsvalið gav teimum smáu flokkunum lítla — og minkandi — undir- tøku. Tað skulu bert tvey umboð veljast, og hetta ger tað greitt fyri veljarunum, at teir smáu flokkamir hava als ongan kjans. Eftir stríggið og kostnaðarmikið stríð uppundir løgtingsvalið er ti helstr vænt- andi, at antin framburðsflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin — møguliga báðir — ikki fer at stilla upp hesaferð. Tommy Petersen, sosial- ráðgevari, greiðir frá ands- veikaforsorg í Føroyum. Hann skrivar, at forsorgin miðar ímóti at gera ein- staklingin meira sjálv- bjargnan, og tað hendir oftari enn fólk flest hugsa, at fólk verða útskrivað frá forsorgini hevur deildin eisini av og á evnaveik børn, sum annars búgva heima, í eitt stytri tíðarskeið, tá ið foreldur teirra antin eru sjúk, treingja til eina hvíld ella skulu hava feriu. Til at ansa eftir, at bømini liva ein gerandisdag so heim- ligt sum gjørligt, eru í løt- uni settir 6 umsorgsassis- tentar, 8 umsorgshjálparar umframt at tað støðugt em tveir umsorgsnæming- ar. Fyri tilkomin hava vit nakað, vit rópa pensionat (vistarheim). Tað er nakað mitt ímillum sum at búgvá á eini deild og at búgva í egnari íbúð. Pensionatið er ein leigað hædd í tí húsi- num, ið rópt verður P 74. Har em 11 kømur, t.v.s., at ein vaksin býr í sínum egna kamari, sum tey sjálvi hava lykil til. Líka- leiðis hava tey lykil til út- hurðina. Treytin fyri at kunna búgva her er, at ein má kunna klára seg við rein- gering, klæðum og peng- um, fyrisiting og brúk av fritíð. Og ein má hava ar- beiði, antin á verkstaði okkara Vón ella úti á ar- beiðsmarknaðinum. Ætl- anin er, at tey flestu av hesum fólkum eina ferð skulu klára seg sjálvi, tá ið tann neyðuga sosiala upp- læringin er givin. Til hesa upplæring era sett 4 fólk, 2 umsorgsassistentar og 2 umsorgshjálparar. Starvs- fólkini em stødd á pensio- natinum frá kl. 7 — 23.30. Á sama hátt sum vit miða ímóti at hvør íbúgvi skal flyta í egnu íbúð, miða vit ímóti at flyta pensio- natið til eitt hús í býnum, soleiðis at umstøðurnar líkjast minst møguligt ein- um stovni, og at tilveran og gerandisdagurin hjá í- búgvunum verða so van- lig sum gjørligt. Umframt hesar báðar hava vit eitt gott samband við aðrar stovnar, har nøk- ur av okkara evnaveiku búgva. Hesar báðar nevndu «stovnar» er tað, vit í yrk- istalu rópa «intemar». Av «externum» tilboðum, tað er tilboð, ið gevast teim- um, ið búgva uttanfyri stovnarnar, hava vit fyri børnini barnagarðin hjá Spesialskúlanum í Brekku- gøtu, tær ymisku skúla- deildirnar hjá Spesialskúl- anum, og eitt einstakt barn gongur í fólkaskúla- num. Vit kunnu sostatt vísa øllum okkara børnum eitt menningar- og læmstað uttanfyri heimið frá tey em 0 ár og til tey era 20 ár. Undirvísingarskyldan fyri evnaveik røkkur til 20. ár. Avleiðingarnar Veiðurættindi okkara á fjarleiðum verða skerd á huørjum ári. Svar okkara má vera fiskimarksútflyt- ing, skrivar 14. Septem- ber: Skilamenn hava mett um hetta, og metingin er tann, at fiskimarksútflyt- ing her, ið ikki kemur fyrr enn aftan á ella samtíðis sum vit verða útilokaðir aðrastaðni — hon kemur ov seint. Grandin fyri hes- um er tann, at fiskistovn- urin her við Føroyar er so SJÓNARMIÐ illa farin, at tað tekur sína tíð at fáa hann upp aftur. Spurningurin í dag verð- ur tí hann: Ætla vit fram- vegis at ganga við botni fyri eygunum ella fáa vit loksins eyguni upp fyri tí, sum longu er hent, og sum uttan iva kemur at henda? Og eru vit menn fyri at taka avleiðingamar? Ein miðstøð Agn hevði verið bíligari, um vit frystu okkara egna .makrel, heldur enn at inn- Hvat? Eg vil ikki siga, at eg ofta eri spurdur um, hvat andsveikaforsorgin er fyri nakað. Orsøkin til hetta er óivað, at flest øll hava ein varhuga av, at tað er eitt rættarstig/eitt tól, ið skal gera nakað fyri og saman við teimum av okkara medborgarum, ið frá nát- úrunar hond eru verri fyri andaliga enn fjøldin. Men spurningurin «hvat er andsveikaforsorg í Før- oyum?» er settur fram meira ella minni beinleiðis úr øllum oyggjunum. Ikki so løgið, tá forsorgin ikki hevur havt møguleika fyri at gera so nógv um seg. Manningin hevur áður ver- ið lítil og stovnar hava eingir verið. Støðan er nú annarleið- is, og ein frásøgn um ar- beiðið hjá forsorgini her, gerst vist best við at siga frá, hvussu nú er vorðið við bygningum, tilboðum og starvsfólkum. Ikki mong vita, at vit hava stovnar her, óivað ti forsorgin er lítillátin, men vit hava 4 leigdsáttmálar í stovnum til at fremja ar- beiðið í forsorgini. Teir era allir í Tórshavn. Okkara bamadeild leig- ar deild V frá Statshospi- talinum, og har búgva í dag 20 bøm frá 6—17 ár. Hesi bøm eru tey flestu so brekað psykiskt ella fys- iskt, at tað ídag ikki er gjørligt i teirra heimbygd at geva teimum ta røkt og upplæring, tey hava fyri neyðini. Tað vil siga, at so leingi tey era har, skal deildin royna so vítt gjør- ligt at verða eitt heim fyri tey. Hvønn dag era øll børnini í skúla á Spesial- skúlanum, soleiðis at ein eisini kann líkna deildina við eitt næmingaheim. Umframt tey 20 børnini flyta útlendskan makrel. Men tørvandi frystiorka forðar okkum í hesum. Plásstrot gera eisini av- skipingina av fiskavørum dýra, skrivarFjarðbúgvin: Hesi seinnu árini er samferðslan nógv útbygd, og tá ið tunnilin í Eystur- oynni er liðugur, era stórir partar av Føroyum saman- bundnir við veg- og ferju- sambandi. Hetta kann vera grund- arlag undir eini loysn av áðurnevndu málum. Til dømis kundi ein miðstøð verið bygd onkunstaðni á Skálafjørðinum við stóram frysti- ogkølirúmum, stór- um pakkhúsum og øðram goymsluplássi. Hendan miðstøð skuldi kunna tikið imóti og goymt vørurnar hjá fiskavirkjunum, til tær skuldu avskipast, og som- uleiðis goymt útgerð o.a., til virki og skip høvdu hana fyri neyðini. Andstøðan Slatur og hálvir sannleikar grógva sum ókrút, av tí at ov lítið kemur alment fram um landsstýrissamráðing- arnar, skrivar háskúla- stjórin Steinbjørn B. Jac- obsen í Sosialinum, har hann eisini fýlist á, at so mong tala um landsstýri og so fá um andstøðuna: Hava menn gloymt. hvussu nógv ein góð and- støða er verd fyri fólka- stýrið? Hvat ein góð and- støða kann fáa avrikað, era nógv dømi um, bæði her og í hinum Norður- londunum. Men fyri at sita í andstøðu má ein politik- ari vera dugandi og vilja- sterkur. Hann má hava funnið fram til aðalvansar í samtiðini, sum hann vera- liga kennir sum síni hjart- amál, og eisini loysnirnar til teir. Ógvuliga gott hevði tað verið, um allir flokkar og politikarar veruliga kann- aðu, hvørji teirra hjarta- mál vóru. Tíverri fær tú millum ár og dag so ofta varhugan av, at flokkar og menn bert era leysagiftir við teimum málum, sum teir siga vera hjartamál síni. i Má skerast ígjøgnum Dagblaðið heldur eisini, at lítið er likið út frá samráð- ingunum: Fyri tey ungu og vaksnu hava vit so upplærlingar- møguleikar í tí arbeiði- num, vit kunnu bjóða á verkstaðinum Vón, sum er i losjuni í Tórshavn. Her koma hvønn dag 15 evna- veik, bæði tey, ið búgva heima, og tey, ið búgva á pensjonatinum, og arbeiða frá kl. 8—16, 5 dagar um vikuna. Tey fáa tímaløn og onkur arbeiðir fyri akkord. Teirra framleiðsla verður seld á útsølu, ið verkstaðið hevur tvær ferðir um árið í november og mars. Um- framt kann ein altíð ganga inn á gólvið, um ein ynskir at keypa okkurt. Endamálið her er at geva teimum nakað at ar- beiða við, og nøkur kunnu upplærast til at arbeiða á tí einstakliga arbeiðs- marknaðinum. Fyribils era tvey komin út at arbeiða, og tað hevur gingið væl. Til at røkja hesa upplær- ing og arbeiði er settur ein verkstaðarleiðari og 2 um- sorgsassistentar. Um- framt hetta hevur verk- staðið 2 ferðir um árið okk- ara elstu skúlanæmingar í 14 dagar í verkstaðar- praktik fyri at kunna siga eitt sindur um teirra evnir til arbeiðis og vinnulív, fyri at meta eitt sindur um teirra framtíðarmøguleik- ar. Umframt áðurnevndu persónar, bygningar og tilboð hevur forsorgin eis- ini eina staðbundna sosiala deild á Tinghúsvegi 18, Tórshavn. Arbeiðið hjá hesari deild er fyrst og fremst at hjálpa teimum, ið hava evnaveik búgvandi heima, og likaleiðis við vitjan í heimunum kring oyggjarnar ansa eftir, at hesi heim fáa lut í áður- nevndu tilboðum, eisini at Framhald á næstu siðu mmmmmmmmmmmimm Ein hevur varhugan av, at ein tungur róður, sum tagt hevur verið um, kann eisini koma at vera persón- spurningar. Ein dagin verður henda samgonga gitt, ein dag hasin løgmaður, men eing- in veruleiki hevur verið undir hesum. Vit trúgva væl, at tað hevur ikki verið nakað lætt arbeiði hjá teimum, sum samráðast, at vega fyri ella ímóti, men nú má skerast ígjøgnum og eitt landsstýri skipast. Mál og persónar má fyrst og fremst rætta seg eftir, hvat hildið verður at koma at tæna Føroyum best tey 4 komandi árini, og minni um onkur flokkur ella per- sónur kemur at kenna seg sárføttan politiskt.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.