Tíðindablaðið - 11.12.1974, Page 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Tíðindablaðið
Útgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen (ábyrgd)
Ámi Absalonsen
Andsveikaforsorg í Føroyum
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Løysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tiðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Fólkatingsval
Nú komu so nógv val upp í røkur, at bæði
valevni og veljarafjøld fara at troytkast.
Síðani í summar hevur á fundum og í
bløðum verið skrivað og tosað um løg-
tingsvalið, sum tó ikki førdi tær stóru
broytingarnar við sær, tá samanum kom.
Síðani komu býráðs- og bygdaráðsvalini,
sum møguliga broyttu viðurskiftini held-
ur meir i støðum.
í árunum eftir kriggið var áhugin fyri
fólkatingsvah so lítil, at tað kom fyri, at
javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin
samdust um at býta sessimar ímillum
sín, so at onki val yvirhøvur var.
Síðani eru fleiri flokkar farnir at lut-
taka í valinum, og seinast vóru allir
flókkar fyri fyrstu ferð í nógv ár beinleiðis
umboðaðir.
Enn er ikki greitt, hvussu nógvir listar
verða hesaferð. Tað kann henda — eins
og seinast — at onkur stillar upp uttan-
flokka. Hinvegin kann eisini hugsast, at
onkur av teimum politisku flokkunum
ikki luttekur.
Fólkatingsvalið gav teimum smáu
flokkunum lítla — og minkandi — undir-
tøku. Tað skulu bert tvey umboð veljast,
og hetta ger tað greitt fyri veljarunum, at
teir smáu flokkamir hava als ongan
kjans.
Eftir stríggið og kostnaðarmikið stríð
uppundir løgtingsvalið er ti helstr vænt-
andi, at antin framburðsflokkurin ella
sjálvstýrisflokkurin — møguliga báðir —
ikki fer at stilla upp hesaferð.
Tommy Petersen, sosial-
ráðgevari, greiðir frá ands-
veikaforsorg í Føroyum.
Hann skrivar, at forsorgin
miðar ímóti at gera ein-
staklingin meira sjálv-
bjargnan, og tað hendir
oftari enn fólk flest hugsa,
at fólk verða útskrivað frá
forsorgini
hevur deildin eisini av og á
evnaveik børn, sum annars
búgva heima, í eitt stytri
tíðarskeið, tá ið foreldur
teirra antin eru sjúk,
treingja til eina hvíld ella
skulu hava feriu. Til at
ansa eftir, at bømini liva
ein gerandisdag so heim-
ligt sum gjørligt, eru í løt-
uni settir 6 umsorgsassis-
tentar, 8 umsorgshjálparar
umframt at tað støðugt
em tveir umsorgsnæming-
ar.
Fyri tilkomin hava vit
nakað, vit rópa pensionat
(vistarheim). Tað er nakað
mitt ímillum sum at búgvá
á eini deild og at búgva í
egnari íbúð. Pensionatið er
ein leigað hædd í tí húsi-
num, ið rópt verður P 74.
Har em 11 kømur, t.v.s.,
at ein vaksin býr í sínum
egna kamari, sum tey
sjálvi hava lykil til. Líka-
leiðis hava tey lykil til út-
hurðina.
Treytin fyri at kunna
búgva her er, at ein má
kunna klára seg við rein-
gering, klæðum og peng-
um, fyrisiting og brúk av
fritíð. Og ein má hava ar-
beiði, antin á verkstaði
okkara Vón ella úti á ar-
beiðsmarknaðinum. Ætl-
anin er, at tey flestu av
hesum fólkum eina ferð
skulu klára seg sjálvi, tá ið
tann neyðuga sosiala upp-
læringin er givin. Til hesa
upplæring era sett 4 fólk, 2
umsorgsassistentar og 2
umsorgshjálparar. Starvs-
fólkini em stødd á pensio-
natinum frá kl. 7 — 23.30.
Á sama hátt sum vit
miða ímóti at hvør íbúgvi
skal flyta í egnu íbúð, miða
vit ímóti at flyta pensio-
natið til eitt hús í býnum,
soleiðis at umstøðurnar
líkjast minst møguligt ein-
um stovni, og at tilveran
og gerandisdagurin hjá í-
búgvunum verða so van-
lig sum gjørligt.
Umframt hesar báðar
hava vit eitt gott samband
við aðrar stovnar, har nøk-
ur av okkara evnaveiku
búgva.
Hesar báðar nevndu
«stovnar» er tað, vit í yrk-
istalu rópa «intemar». Av
«externum» tilboðum, tað
er tilboð, ið gevast teim-
um, ið búgva uttanfyri
stovnarnar, hava vit fyri
børnini barnagarðin hjá
Spesialskúlanum í Brekku-
gøtu, tær ymisku skúla-
deildirnar hjá Spesialskúl-
anum, og eitt einstakt
barn gongur í fólkaskúla-
num.
Vit kunnu sostatt vísa
øllum okkara børnum eitt
menningar- og læmstað
uttanfyri heimið frá tey
em 0 ár og til tey era 20 ár.
Undirvísingarskyldan fyri
evnaveik røkkur til 20. ár.
Avleiðingarnar
Veiðurættindi okkara á
fjarleiðum verða skerd á
huørjum ári. Svar okkara
má vera fiskimarksútflyt-
ing, skrivar 14. Septem-
ber:
Skilamenn hava mett
um hetta, og metingin er
tann, at fiskimarksútflyt-
ing her, ið ikki kemur fyrr
enn aftan á ella samtíðis
sum vit verða útilokaðir
aðrastaðni — hon kemur
ov seint. Grandin fyri hes-
um er tann, at fiskistovn-
urin her við Føroyar er so
SJÓNARMIÐ
illa farin, at tað tekur sína
tíð at fáa hann upp aftur.
Spurningurin í dag verð-
ur tí hann: Ætla vit fram-
vegis at ganga við botni
fyri eygunum ella fáa vit
loksins eyguni upp fyri tí,
sum longu er hent, og sum
uttan iva kemur at henda?
Og eru vit menn fyri at
taka avleiðingamar?
Ein miðstøð
Agn hevði verið bíligari,
um vit frystu okkara egna
.makrel, heldur enn at inn-
Hvat?
Eg vil ikki siga, at eg
ofta eri spurdur um, hvat
andsveikaforsorgin er fyri
nakað. Orsøkin til hetta er
óivað, at flest øll hava ein
varhuga av, at tað er eitt
rættarstig/eitt tól, ið skal
gera nakað fyri og saman
við teimum av okkara
medborgarum, ið frá nát-
úrunar hond eru verri fyri
andaliga enn fjøldin.
Men spurningurin «hvat
er andsveikaforsorg í Før-
oyum?» er settur fram
meira ella minni beinleiðis
úr øllum oyggjunum. Ikki
so løgið, tá forsorgin ikki
hevur havt møguleika fyri
at gera so nógv um seg.
Manningin hevur áður ver-
ið lítil og stovnar hava
eingir verið.
Støðan er nú annarleið-
is, og ein frásøgn um ar-
beiðið hjá forsorgini her,
gerst vist best við at siga
frá, hvussu nú er vorðið
við bygningum, tilboðum
og starvsfólkum.
Ikki mong vita, at vit
hava stovnar her, óivað ti
forsorgin er lítillátin, men
vit hava 4 leigdsáttmálar í
stovnum til at fremja ar-
beiðið í forsorgini. Teir era
allir í Tórshavn.
Okkara bamadeild leig-
ar deild V frá Statshospi-
talinum, og har búgva í
dag 20 bøm frá 6—17 ár.
Hesi bøm eru tey flestu so
brekað psykiskt ella fys-
iskt, at tað ídag ikki er
gjørligt i teirra heimbygd
at geva teimum ta røkt og
upplæring, tey hava fyri
neyðini. Tað vil siga, at so
leingi tey era har, skal
deildin royna so vítt gjør-
ligt at verða eitt heim fyri
tey. Hvønn dag era øll
børnini í skúla á Spesial-
skúlanum, soleiðis at ein
eisini kann líkna deildina
við eitt næmingaheim.
Umframt tey 20 børnini
flyta útlendskan makrel.
Men tørvandi frystiorka
forðar okkum í hesum.
Plásstrot gera eisini av-
skipingina av fiskavørum
dýra, skrivarFjarðbúgvin:
Hesi seinnu árini er
samferðslan nógv útbygd,
og tá ið tunnilin í Eystur-
oynni er liðugur, era stórir
partar av Føroyum saman-
bundnir við veg- og ferju-
sambandi.
Hetta kann vera grund-
arlag undir eini loysn av
áðurnevndu málum. Til
dømis kundi ein miðstøð
verið bygd onkunstaðni á
Skálafjørðinum við stóram
frysti- ogkølirúmum, stór-
um pakkhúsum og øðram
goymsluplássi. Hendan
miðstøð skuldi kunna tikið
imóti og goymt vørurnar
hjá fiskavirkjunum, til tær
skuldu avskipast, og som-
uleiðis goymt útgerð o.a.,
til virki og skip høvdu
hana fyri neyðini.
Andstøðan
Slatur og hálvir sannleikar
grógva sum ókrút, av tí at
ov lítið kemur alment fram
um landsstýrissamráðing-
arnar, skrivar háskúla-
stjórin Steinbjørn B. Jac-
obsen í Sosialinum, har
hann eisini fýlist á, at so
mong tala um landsstýri
og so fá um andstøðuna:
Hava menn gloymt.
hvussu nógv ein góð and-
støða er verd fyri fólka-
stýrið? Hvat ein góð and-
støða kann fáa avrikað,
era nógv dømi um, bæði
her og í hinum Norður-
londunum. Men fyri at sita
í andstøðu má ein politik-
ari vera dugandi og vilja-
sterkur. Hann má hava
funnið fram til aðalvansar í
samtiðini, sum hann vera-
liga kennir sum síni hjart-
amál, og eisini loysnirnar
til teir.
Ógvuliga gott hevði tað
verið, um allir flokkar og
politikarar veruliga kann-
aðu, hvørji teirra hjarta-
mál vóru. Tíverri fær tú
millum ár og dag so ofta
varhugan av, at flokkar og
menn bert era leysagiftir
við teimum málum, sum
teir siga vera hjartamál
síni.
i
Má skerast
ígjøgnum
Dagblaðið heldur eisini, at
lítið er likið út frá samráð-
ingunum:
Fyri tey ungu og vaksnu
hava vit so upplærlingar-
møguleikar í tí arbeiði-
num, vit kunnu bjóða á
verkstaðinum Vón, sum er
i losjuni í Tórshavn. Her
koma hvønn dag 15 evna-
veik, bæði tey, ið búgva
heima, og tey, ið búgva á
pensjonatinum, og arbeiða
frá kl. 8—16, 5 dagar um
vikuna. Tey fáa tímaløn og
onkur arbeiðir fyri akkord.
Teirra framleiðsla verður
seld á útsølu, ið verkstaðið
hevur tvær ferðir um árið í
november og mars. Um-
framt kann ein altíð ganga
inn á gólvið, um ein ynskir
at keypa okkurt.
Endamálið her er at
geva teimum nakað at ar-
beiða við, og nøkur kunnu
upplærast til at arbeiða á
tí einstakliga arbeiðs-
marknaðinum. Fyribils era
tvey komin út at arbeiða,
og tað hevur gingið væl.
Til at røkja hesa upplær-
ing og arbeiði er settur ein
verkstaðarleiðari og 2 um-
sorgsassistentar. Um-
framt hetta hevur verk-
staðið 2 ferðir um árið okk-
ara elstu skúlanæmingar í
14 dagar í verkstaðar-
praktik fyri at kunna siga
eitt sindur um teirra evnir
til arbeiðis og vinnulív,
fyri at meta eitt sindur um
teirra framtíðarmøguleik-
ar.
Umframt áðurnevndu
persónar, bygningar og
tilboð hevur forsorgin eis-
ini eina staðbundna sosiala
deild á Tinghúsvegi 18,
Tórshavn. Arbeiðið hjá
hesari deild er fyrst og
fremst at hjálpa teimum,
ið hava evnaveik búgvandi
heima, og likaleiðis við
vitjan í heimunum kring
oyggjarnar ansa eftir, at
hesi heim fáa lut í áður-
nevndu tilboðum, eisini at
Framhald á næstu siðu
mmmmmmmmmmmimm
Ein hevur varhugan av,
at ein tungur róður, sum
tagt hevur verið um, kann
eisini koma at vera persón-
spurningar.
Ein dagin verður henda
samgonga gitt, ein dag
hasin løgmaður, men eing-
in veruleiki hevur verið
undir hesum.
Vit trúgva væl, at tað
hevur ikki verið nakað lætt
arbeiði hjá teimum, sum
samráðast, at vega fyri
ella ímóti, men nú má
skerast ígjøgnum og eitt
landsstýri skipast. Mál og
persónar má fyrst og
fremst rætta seg eftir,
hvat hildið verður at koma
at tæna Føroyum best tey
4 komandi árini, og minni
um onkur flokkur ella per-
sónur kemur at kenna seg
sárføttan politiskt.