Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 4

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 4
Síða 4 Skrásetingar P/F Data í Havn hevur víðkað partapeningin við 100.000 kr. til 250.000 kr. Allur parta- peningurin er goldin. Poul Hansen, sum var nevndarlimur, er deyð- ur, og í hansara stað er Ólavur Gregersen i Gøtu komin i nevndina. Eitt felag, kallað Ognarfelagið frá 28/12 1971 hevur i skráset- ingini havt heimstað í Havn; hetta er broytt til Keypmannahavnar. Ole Knud Tholstrup í Vedbæk er farin úr nevndini, og Hans Ew- ald Sachs í Charlotten- lund er komin í nevnd- ina. Útvarpið Eftir tíðindini í kvøld kemur Miðvikan, kl. ' 19.30 fólkaløg og kl. 20 Enskt II. • Hóskvøldið hevur læknin orðið, kl. 19 les- ur Einar Joensen 5. part av framhaldssøg- uni Landastrokini eftir Knut Hamsun, Hans Thomsen hevur umsett. Kl. 19.10 syngur Benj- amino Gigli, og kl. 19.30 er poppur. Landingar í november landaðu nótaskipini 5.596. tons í Hirtshals fyri 6,4 milj. kr. Tað vóru 39 land- ingar, meðan nótaskip- ini sama mánað í fjør høvdu 21 landingar utt- anlanda fyri helvtina minni pening. Eitt yvirlit vísir, at teir fyrstu 11 mánamar av árinum landaðu nót- askipini heldur minni uttanlanda enn í fjør, men sølupeningurin var væl størri. Landað vórðu 45.714 tons (800 tons.minni) fyri 73 milj. kr. (-13 milj. kr. meir enn í fjør). Eydnuhjól Eydnuhjól verður í Missiónshúsinum á Wiðareiði leygarkvøldið kl. 20 til frama fyri Missiónshúsið. Norea Radio Danska Missiónsút- varpið Norea Radio sendir á stuttbylgju 41 m., tað eru 7,2 MHz, kl. 18.15. Leygardagin svara ungfólk uppá spurningin «Hvat hev- ur jólaevangeliið at týð- a fyri teg», og mána- dagin er adventsan- dakt. TIDIIMDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 Møtir Møti verður'í Missións- húsinum við Landaveg- in í kvøld kl. 20. Møti verður í Ebene- zer í kvøld kl. 20. í Filadelfia, Landa- vegi 12, verður systra- missión í kvøld kl. 20. Andakt á tlf. 1.4880. Frelsunarherurin hevur fund fyri skóta- gentum undir 13 ár í dag kl. 18, og kl. 20.30 verður ungdómsmøti. Heimaforbundsmøti verður hóskvøldið kl. 20. í Evangeliihúsinum í Tróndargøtu verður ev- angeliskt møti í kvøld kl. 20, har Torkil Terk- ildsen talar. Andakt á tlf. 1.2266. Framsýning Tann afturlítandi lista- framsýningin, sum Sig- mund Petersen hevur í Listaskálahum í Havn, er opin alla hesa vik- una. Gerandisdag er opið frá kl. 15 til 19, og sunnudag frá kl. 15 til 20. Tingið Síðani tingfundin friggjadagin, tá val- brøvini vórðu góðkend og formansskapur vald- ur, hava tingmenn ver- ið við hús. Fundur verður aftur i dag kl. 15, har 7 manna fíggj- arnevnd, 3 manna um- sóknarnevnd og 3 manna landsstýrismál- anevnd verða valdar. Veitsla Kvinnufelagið í Havn hevur jólaveitslu í KFUK 14. desember kl. 19.30. Gudstænasta Kjartan Mørkøre hevur gudstænastu í Havnar kirkju sunnudagin. Afturvaldur sum ovasti KFUM-skótarnir høvd- u landsfund seinasta vikuskifti. Á fundinum var Kjartan Mørkøre prestur afturvaldur sum ovasti fyri KFUM- skótunum í Føroyum. Ovastin fyri skótunum, sum situr fyri tvey ár í senn, er samstundis limur í landsnevndini fyri KFUM skótunum. Hinir fýra limimir í nevndini sita eisini fyri tvey ár, men val av for- manni og nevnd er ikki sama ár. 1.000 t. av sjógvi av Borðoyarvík í svimjihyljarnar í hesum døgum fara klaksvíkingar at svimja í landsins nýggjastu og mest ný- mótans svimjihøll, ið varð latin komm- ununi og víst fram fyri innbodnum gest- um og almenninginum leygardagin. Høllin hevur kostað einar 6 milj. kr., og tað eru kommunan, landskassin og rík- iskassin, sum gjalda. Grundstykkið var útvegað av privatfólki, sum hevði tikið seg saman at virka fyri svimjihøllini. Nógv er tey seinastu árini gjørt í Klaksvík fyri áfcj geva skúlanæmingum, ungfólki og bygdafólkin- um yvirhøvur so góðar trivnaðarmøguleikar sum gjørligt. Fyri kortum varð bygd landsins fyrsta ítróttar- høll, síðani komu tvær nýggjar fimleikarhallir, skýli til áskoðarar á fót- bóltsvøllinum, ljós til fót- bóltsspæl á vøllinum í myrkri, og nú svimjihøllin. 1 øðrum endanum av høllini er ein mosaikkmynd av útróðrarbáti við bryggju. Hans Jákup Glerfoss hevur gjørt motivið til mosaikkin, sum er gjørdur í Týsklandi. Akva-Byg hevur givið høllini myndina. Leygardagin høvdu nøkur ungfólk svimjiframvísing, og her leypa tey fyrstu útí sjálvan svimjihylin. Undirskotið 300.000 kr. Tað kostar at byggja eina so stóra og væl útgjørda høll sum hesa, og tað kost- ar eisini at reka hana. - Vit hava roknað við einum árligum rakstrar- undirskoti uppá 200— 300.000 kr., sigur formað- urin í svimjihallarnevnd- ini, Kári Kjelnæs. - Ætlan- in er gjørd við rakstrinum av svimjihøllini í Ringsted sum grundarlagi. Har búgva eini 5.000 fólk, sum svarar nøkurlunda til fólk- atalið í Klaksvík. Rentur ' og avdráttir, oljunýtsla og lønir til starvsfólk eru tikin við, tá vit vænta hetta undirskot, sigur hann. Ein partur av kostnaði- num verður goldin av teimum, sum nýta høllina. Atgongupeningurin er settur til 5 kr. fyri vaksin og 3 kr. fyri børn. Tað er ikki so lætt at meta um, hvussu nógv vitjandi verð- a, men í Havn, har hylurin er úti og bert opin hálvt árið, hevur talið á vitjandi verið um 70.000. Tað kann helst væntast, at talið verður væl størri i Klaks- Tað er snotulig høll, klakkvíkingar hava fingið til svimjiítróttin. Fremst sæst svimjihylurin fyri vaksin og aftanfyri tann rundi kavingarhylurin, sum er 4,80 metrar djúpur Hesa skurðmynd, sum Fridtjof Joensen hevur gjørt av Ziska Jacobsen, gav Norðoya Sparikassi høllini. Ziska gjørdi eitt bragd sum svimjari, tá hann svam inn-við einum enda frá Ernestinu, ið var farin á land á Suðurland- inum. Hann gjørdi tað møguligt at bjarga tí mest- a av manningini. Ziska var til staðar, tá høllin varð tikin í brúk vík, kanska upp ímóti 150.000 um árið. Svimja í sjógvi Tað eru tríggir hyljar í høllini — ein rundur kav- ingarhylur, ein vanligur svimjihylur fyri vaksin og ein fyri børn. Haraftrat eru tveir heilt smáir hyljar, sum bert eru nakrar senti- metrar djúpir, til tey smæstu at sita í. Teir tríggir hyljarnir taka eina miljón litrar av vatni. Teir brúka sjógv, sum er pumpaður niðan av Borðoyarvík. Plastikkrør eru løgd haðani um Eiðið, og pumpað varð gjøgnum rørinivið útgerð hjá sløkk- iliðnum. Tað tók fleiri dag- ar at fylla hyljarnar. Sjógvur verður brúktur, ti hann er betur at svimja í, og hann skal ikki skift- ast so títt út sum vatn. Teir spara eisini eini 15 tons av salti um árið við ar brúka sjógv. Hitin 23 stig Tá høllin varð víst fram leygardagin, høvdu nøkur ungfólk uppvísing, tey svumu og royndu kaving- arhylin, har tríggjar vipp- ur eru — 2, 3 og 5 metrar høgar. Nakað av sandi kom við, tá sjógvurin varð pump- aður ijiðan í hyljarnar, og tað var nógv æti í sjónum, so teir koyrdu í meira lagi av klori í fyri at drepa æt- ið. Hetta gjørdi, at tey, sum svumu, fingu nóg illa hugt, tá tey komu uppaft- ur. Talan var um at lata upp fyri almenninginum mán- Framhald á næstu síðu

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.