Tíðindablaðið - 11.12.1974, Page 4
Síða 4
Skrásetingar
P/F Data í Havn hevur
víðkað partapeningin
við 100.000 kr. til
250.000 kr. Allur parta-
peningurin er goldin.
Poul Hansen, sum var
nevndarlimur, er deyð-
ur, og í hansara stað er
Ólavur Gregersen i
Gøtu komin i nevndina.
Eitt felag, kallað
Ognarfelagið frá 28/12
1971 hevur i skráset-
ingini havt heimstað í
Havn; hetta er broytt
til Keypmannahavnar.
Ole Knud Tholstrup í
Vedbæk er farin úr
nevndini, og Hans Ew-
ald Sachs í Charlotten-
lund er komin í nevnd-
ina.
Útvarpið
Eftir tíðindini í kvøld
kemur Miðvikan, kl.
' 19.30 fólkaløg og kl. 20
Enskt II. •
Hóskvøldið hevur
læknin orðið, kl. 19 les-
ur Einar Joensen 5.
part av framhaldssøg-
uni Landastrokini eftir
Knut Hamsun, Hans
Thomsen hevur umsett.
Kl. 19.10 syngur Benj-
amino Gigli, og kl.
19.30 er poppur.
Landingar
í november landaðu
nótaskipini 5.596. tons í
Hirtshals fyri 6,4 milj.
kr. Tað vóru 39 land-
ingar, meðan nótaskip-
ini sama mánað í fjør
høvdu 21 landingar utt-
anlanda fyri helvtina
minni pening.
Eitt yvirlit vísir, at
teir fyrstu 11 mánamar
av árinum landaðu nót-
askipini heldur minni
uttanlanda enn í fjør,
men sølupeningurin var
væl størri. Landað
vórðu 45.714 tons (800
tons.minni) fyri 73 milj.
kr. (-13 milj. kr. meir
enn í fjør).
Eydnuhjól
Eydnuhjól verður í
Missiónshúsinum á
Wiðareiði leygarkvøldið
kl. 20 til frama fyri
Missiónshúsið.
Norea Radio
Danska Missiónsút-
varpið Norea Radio
sendir á stuttbylgju 41
m., tað eru 7,2 MHz,
kl. 18.15. Leygardagin
svara ungfólk uppá
spurningin «Hvat hev-
ur jólaevangeliið at týð-
a fyri teg», og mána-
dagin er adventsan-
dakt.
TIDIIMDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Møtir
Møti verður'í Missións-
húsinum við Landaveg-
in í kvøld kl. 20.
Møti verður í Ebene-
zer í kvøld kl. 20.
í Filadelfia, Landa-
vegi 12, verður systra-
missión í kvøld kl. 20.
Andakt á tlf. 1.4880.
Frelsunarherurin
hevur fund fyri skóta-
gentum undir 13 ár í
dag kl. 18, og kl. 20.30
verður ungdómsmøti.
Heimaforbundsmøti
verður hóskvøldið kl.
20.
í Evangeliihúsinum í
Tróndargøtu verður ev-
angeliskt møti í kvøld
kl. 20, har Torkil Terk-
ildsen talar. Andakt á
tlf. 1.2266.
Framsýning
Tann afturlítandi lista-
framsýningin, sum Sig-
mund Petersen hevur í
Listaskálahum í Havn,
er opin alla hesa vik-
una. Gerandisdag er
opið frá kl. 15 til 19, og
sunnudag frá kl. 15 til
20.
Tingið
Síðani tingfundin
friggjadagin, tá val-
brøvini vórðu góðkend
og formansskapur vald-
ur, hava tingmenn ver-
ið við hús. Fundur
verður aftur i dag kl.
15, har 7 manna fíggj-
arnevnd, 3 manna um-
sóknarnevnd og 3
manna landsstýrismál-
anevnd verða valdar.
Veitsla
Kvinnufelagið í Havn
hevur jólaveitslu í
KFUK 14. desember kl.
19.30.
Gudstænasta
Kjartan Mørkøre hevur
gudstænastu í Havnar
kirkju sunnudagin.
Afturvaldur
sum ovasti
KFUM-skótarnir høvd-
u landsfund seinasta
vikuskifti. Á fundinum
var Kjartan Mørkøre
prestur afturvaldur
sum ovasti fyri KFUM-
skótunum í Føroyum.
Ovastin fyri skótunum,
sum situr fyri tvey ár í
senn, er samstundis
limur í landsnevndini
fyri KFUM skótunum.
Hinir fýra limimir í
nevndini sita eisini fyri
tvey ár, men val av for-
manni og nevnd er ikki
sama ár.
1.000 t. av sjógvi
av Borðoyarvík
í svimjihyljarnar
í hesum døgum fara klaksvíkingar at
svimja í landsins nýggjastu og mest ný-
mótans svimjihøll, ið varð latin komm-
ununi og víst fram fyri innbodnum gest-
um og almenninginum leygardagin.
Høllin hevur kostað einar 6 milj. kr., og
tað eru kommunan, landskassin og rík-
iskassin, sum gjalda. Grundstykkið var
útvegað av privatfólki, sum hevði tikið
seg saman at virka fyri svimjihøllini.
Nógv er tey seinastu árini
gjørt í Klaksvík fyri áfcj
geva skúlanæmingum,
ungfólki og bygdafólkin-
um yvirhøvur so góðar
trivnaðarmøguleikar sum
gjørligt.
Fyri kortum varð bygd
landsins fyrsta ítróttar-
høll, síðani komu tvær
nýggjar fimleikarhallir,
skýli til áskoðarar á fót-
bóltsvøllinum, ljós til fót-
bóltsspæl á vøllinum í
myrkri, og nú svimjihøllin.
1 øðrum endanum av høllini er ein mosaikkmynd av
útróðrarbáti við bryggju. Hans Jákup Glerfoss hevur
gjørt motivið til mosaikkin, sum er gjørdur í Týsklandi.
Akva-Byg hevur givið høllini myndina.
Leygardagin høvdu nøkur ungfólk svimjiframvísing, og
her leypa tey fyrstu útí sjálvan svimjihylin.
Undirskotið
300.000 kr.
Tað kostar at byggja eina
so stóra og væl útgjørda
høll sum hesa, og tað kost-
ar eisini at reka hana.
- Vit hava roknað við
einum árligum rakstrar-
undirskoti uppá 200—
300.000 kr., sigur formað-
urin í svimjihallarnevnd-
ini, Kári Kjelnæs. - Ætlan-
in er gjørd við rakstrinum
av svimjihøllini í Ringsted
sum grundarlagi. Har
búgva eini 5.000 fólk, sum
svarar nøkurlunda til fólk-
atalið í Klaksvík. Rentur
' og avdráttir, oljunýtsla og
lønir til starvsfólk eru tikin
við, tá vit vænta hetta
undirskot, sigur hann.
Ein partur av kostnaði-
num verður goldin av
teimum, sum nýta høllina.
Atgongupeningurin er
settur til 5 kr. fyri vaksin
og 3 kr. fyri børn. Tað er
ikki so lætt at meta um,
hvussu nógv vitjandi verð-
a, men í Havn, har hylurin
er úti og bert opin hálvt
árið, hevur talið á vitjandi
verið um 70.000. Tað kann
helst væntast, at talið
verður væl størri i Klaks-
Tað er snotulig høll, klakkvíkingar hava fingið til svimjiítróttin.
Fremst sæst svimjihylurin fyri vaksin og aftanfyri tann rundi
kavingarhylurin, sum er 4,80 metrar djúpur
Hesa skurðmynd, sum
Fridtjof Joensen hevur
gjørt av Ziska Jacobsen,
gav Norðoya Sparikassi
høllini. Ziska gjørdi eitt
bragd sum svimjari, tá
hann svam inn-við einum
enda frá Ernestinu, ið var
farin á land á Suðurland-
inum. Hann gjørdi tað
møguligt at bjarga tí mest-
a av manningini. Ziska var
til staðar, tá høllin varð
tikin í brúk
vík, kanska upp ímóti
150.000 um árið.
Svimja
í sjógvi
Tað eru tríggir hyljar í
høllini — ein rundur kav-
ingarhylur, ein vanligur
svimjihylur fyri vaksin og
ein fyri børn. Haraftrat eru
tveir heilt smáir hyljar,
sum bert eru nakrar senti-
metrar djúpir, til tey
smæstu at sita í.
Teir tríggir hyljarnir
taka eina miljón litrar av
vatni. Teir brúka sjógv,
sum er pumpaður niðan av
Borðoyarvík. Plastikkrør
eru løgd haðani um Eiðið,
og pumpað varð gjøgnum
rørinivið útgerð hjá sløkk-
iliðnum. Tað tók fleiri dag-
ar at fylla hyljarnar.
Sjógvur verður brúktur,
ti hann er betur at svimja
í, og hann skal ikki skift-
ast so títt út sum vatn.
Teir spara eisini eini 15
tons av salti um árið við ar
brúka sjógv.
Hitin 23 stig
Tá høllin varð víst fram
leygardagin, høvdu nøkur
ungfólk uppvísing, tey
svumu og royndu kaving-
arhylin, har tríggjar vipp-
ur eru — 2, 3 og 5 metrar
høgar.
Nakað av sandi kom við,
tá sjógvurin varð pump-
aður ijiðan í hyljarnar, og
tað var nógv æti í sjónum,
so teir koyrdu í meira lagi
av klori í fyri at drepa æt-
ið. Hetta gjørdi, at tey,
sum svumu, fingu nóg illa
hugt, tá tey komu uppaft-
ur.
Talan var um at lata upp
fyri almenninginum mán-
Framhald á næstu síðu