Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 5
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Síða 5
amorgunin, men hetta var
av ongum, tí teir hava
brúkt tíðina til at reinsa
tað nógva klorið úr aftur
vatninum. Ein dustsúgv-
ari, ið skal reinsa vatnið,
var komin, men hann var í
ólagi. Nú er ein nýggjur
komin við Bliki.
Ætlanin er, at vatnið í
hyljunum skal vera 23 stig
heitt. Tað er ikki løtuverk
at hita 1.000 tons av vatni
til 23 stig. Hitaverkið varð
sett til fyrst í seinastu
viku, og vatnið var komið
upp á 17 stig, tá svomið
varð leygardagin.
Starvsfólk
Tað starvast 9 fólk í svimj-
ihøllini. Kristoffer Mør-
øre er maskinmaður og
leiðari. Har eru tveir lív-
bjargarar, Jógvan Ellings-
gaard og Jóannes Klein,
sum báðir hava verið í
Danmark og lært til lív-
bjargarar. Aftrat hesum
eru tríggjar kvinnur og
tríggir menn: Hansy
Thomsen, Elin Hjelm,
Malan Mikkelsen, Jens
Aser Olsen, Niels Pauli
Guðjónsson og Baldur
Thomassen.
Svimjihøllin skal vera
opin frá kl. 7 á morgni,
viðhvørt til kl. 10 á kvøldi
og viðhvørt styttri.
Tað eru tríggjar vippur at kava av. Tann hægsta, sum
sæst á myndini, er 5 metrar høg
Kyndil
vann
kapp-
ingina
Kyndil vann hondbólts-
kappingina, sum var í í-
tróttarhøllini í Havn sein-
asta leygardag. Tað vóru
bert tvey kvinnulið, sum
luttóku, og Kyndil vann
10—6 á Neistanum.
Manskappingina vann
Kyndil I. Tann avgerandi
dysturin varð spældur
millum Kyndil I og Neist-
an I. Kyndil vann 10—5.
Úrslitini vóru:
Kyndil I-Neistin II 12-6
Kyndil II-VlF 15-8
Neistin I-Neistin II 8-3
Kyndil I-Kyndil II 9-7
Neistin II-VÍF 3-13
Kyndil II-Neistin I 6-10
Kyndil I-VÍF 10-8
Neistin I-VlF 9-7
Kyndil II-Neistin 11-7
Kyndil I-Neistin I 10-5
Froskmanna-
Vit hava nú hópin av froskmannaút-
gerð á goymslu, t.d.:
Froskmannabúnar í øllum støddum,
Froskmannahosur,
Froskmannahandskar,
Froskmannaknívar,
Froskmannalyktir,
Froskmannamaskur,
Snorklar,
Dýpdarmálarar,
u.v.-filmstól,
o.m.a.
Luftfløskur og automatir kunnu út-
vegast upp á heilt stutta tið.
Atlantic Trading
Varðagøtu 27. 3800 Tórshavn . tlf. 1.2595
hummel
Skógvar til innan- og uttandura ítrótt,
leðurtaskur, hondbóltar og øll sløg av
búnum til hónd- og fótbólt av týska
merkinum «Hummel» fæst til hóskandi
prísir.
Heðin Winther Olsen
tlf. 8 og 235.3860 Vestmanna
KIRKJA
0G
SAMK0MUR
Loynilig bíbliuprentsmiðja
í Sovjet tikin og afturlatin
Bæði loynipolitiið og menn
úr herinum tóku lut í atsóknini
Berlingske Tidende
skrivar, at tvey hundrað
mans úr KGB og vápn-
aðar deildir úr sovjett-
iska herinum herjaðu
fyri stuttum á eina loyn-
iprentsmiðju í Riga, tók-
u niggju mans og løgdu
hald á 15.000 liðugt-
prentaðar bíbliur og 16
tons av pappiri.
Henda prentsmiðja
undir jørð, sum í smáum
— stykki fyri stykki —
er smuglað inn um sov-
jettiska landamarkið úr
Vestureuropa, varð rikin
av evangelisku kirkjuni.
Leiðaranum, Gennady
Khruchkov, hevur ríkis-
trygdartænastan leitað
eftir í nøkur ár.
KGB bjóðaði 50.000
rublar (450.000 kr.) fyri
upplýsingar, sum kundu
føra til, at kirkjuleiðarin
varð tikin.
Maðurin, ið átti hús-
ini, har prentsmiðjan
var, kom koyrandi við
einum traktori, tá løg-
reglan steðgaði honum
og ákærdi hann fyri at
hava tikið eina motor-
súklu. Skipað varð fyri
eini húsarannsókn, og
200 vápnaðir KGB-menn
og aðrir úr herinum
kringsettu húsini, ið lóg-
u beint yvirav eini poli-
tistøð. Nøvnini á teim-
um níggju tiknu prent-
arunum og setarunum
verða hildin aftur av
sovjettisku myndugleik-
unum. Við vón um ikki
at verða uppdagaðir, ar-
beiddu hesir níggju
mans eitt tveyára skeið á
prentsmiðjuni undir
jørð og vístu seg ikki
uttanfyri húsini hesa tíð.
Tey 16 tonsini av papp-
iri, sum hald er lagt á.
eru savnað saman av
limum úr forbodnu kirkj-
uni gjøgnum eitt longri
tíðarskeið. Pappír er
skamtað í Sovjetsam-
veldinum, og tað ei bert
gjørligt at keypa 100 ørk
í senn.
Sovjettiska rikis-
trygdartænastan hevur
seinastu mánaðirnar
hert bardagan móti ó-
skrásettu EKB-kirkju-
limunum og hevur í
nógvum heimum sett
upp loyniliga lurtuút-
gerð, sum er keypt úr
USA, við vón um at av-
dúka, hvar prentsmiðjan
undir jørð liggur. Lurti-
útgerðin var krógvað í
el-málaranum í húsun-
um. Tað var bert av til-
vild, at prentsmiðjan
bleiv uppdagað, skrivar
Berlingske Tidende.
Opið hús
I Ebenezer fara teir aftur
í vetur at hava opið hús.
Fyrstu ferð verður kom-
andi fríggjakvøld. Teir
hava fyrr havt opið hús í
nakrar vetrar, men ikki
seinasta vetur.
Eystur um
jarntjaldið
Trúboðarin Zacharias
Zachariasen er farin eina
ferð eystur um jarntjald-
ið saman við bretskum
trúboðarum at vitja.
Teir fóru um mánaðar-
skiftið, og ferðin varar
til 22. desember. Teir
skulu vitja Ungarn, Jug-
oslavia og Eysturtýsk-
land.
Jólainn-
savning
Sum vant uppundir jól
hevur Frelsunarherurin
smáar pengabússur
standandi í krambúðun-
um til fólk at koyra pen-
ingí. Fyri peningin, sum
innkemur verða gjørdar
jólafestir fyri gomlum og
børnum. Nakað av pen-
inginum verður eisini
brúkt til gávur til gomul
og sjúk, sum fólk úr
Frelsunarherinum vitja
um jólini, og nakað verð-
ur sett av til at geva
treingjandi fólki í árin-
um. Jólainnsavningin
hjá Frelsunarherinum í
Havn gav umleið 6.000
krónur í fjør. Teir hava
nú ein lista við 35
nøvnum á eldri og sjúk-
um fólkum, sum teir
skulu vitja uppundir jól.
Eisini í Suðuroy er
jólainnsavning. Her er
tað Frelsunarherurin í
Vági, sum skipar fyri.
Martin Restorff Jacobsen, sum
seinasta sunnudag varð prestvígdur
av Eivind Vilhelm varabiskupi í
Havnar kirkju. Hann tekur nú við
starvi sum prestur í Suðuroyar
sunnara prestagjaldi.