Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 5

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 5
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 Síða 5 amorgunin, men hetta var av ongum, tí teir hava brúkt tíðina til at reinsa tað nógva klorið úr aftur vatninum. Ein dustsúgv- ari, ið skal reinsa vatnið, var komin, men hann var í ólagi. Nú er ein nýggjur komin við Bliki. Ætlanin er, at vatnið í hyljunum skal vera 23 stig heitt. Tað er ikki løtuverk at hita 1.000 tons av vatni til 23 stig. Hitaverkið varð sett til fyrst í seinastu viku, og vatnið var komið upp á 17 stig, tá svomið varð leygardagin. Starvsfólk Tað starvast 9 fólk í svimj- ihøllini. Kristoffer Mør- øre er maskinmaður og leiðari. Har eru tveir lív- bjargarar, Jógvan Ellings- gaard og Jóannes Klein, sum báðir hava verið í Danmark og lært til lív- bjargarar. Aftrat hesum eru tríggjar kvinnur og tríggir menn: Hansy Thomsen, Elin Hjelm, Malan Mikkelsen, Jens Aser Olsen, Niels Pauli Guðjónsson og Baldur Thomassen. Svimjihøllin skal vera opin frá kl. 7 á morgni, viðhvørt til kl. 10 á kvøldi og viðhvørt styttri. Tað eru tríggjar vippur at kava av. Tann hægsta, sum sæst á myndini, er 5 metrar høg Kyndil vann kapp- ingina Kyndil vann hondbólts- kappingina, sum var í í- tróttarhøllini í Havn sein- asta leygardag. Tað vóru bert tvey kvinnulið, sum luttóku, og Kyndil vann 10—6 á Neistanum. Manskappingina vann Kyndil I. Tann avgerandi dysturin varð spældur millum Kyndil I og Neist- an I. Kyndil vann 10—5. Úrslitini vóru: Kyndil I-Neistin II 12-6 Kyndil II-VlF 15-8 Neistin I-Neistin II 8-3 Kyndil I-Kyndil II 9-7 Neistin II-VÍF 3-13 Kyndil II-Neistin I 6-10 Kyndil I-VÍF 10-8 Neistin I-VlF 9-7 Kyndil II-Neistin 11-7 Kyndil I-Neistin I 10-5 Froskmanna- Vit hava nú hópin av froskmannaút- gerð á goymslu, t.d.: Froskmannabúnar í øllum støddum, Froskmannahosur, Froskmannahandskar, Froskmannaknívar, Froskmannalyktir, Froskmannamaskur, Snorklar, Dýpdarmálarar, u.v.-filmstól, o.m.a. Luftfløskur og automatir kunnu út- vegast upp á heilt stutta tið. Atlantic Trading Varðagøtu 27. 3800 Tórshavn . tlf. 1.2595 hummel Skógvar til innan- og uttandura ítrótt, leðurtaskur, hondbóltar og øll sløg av búnum til hónd- og fótbólt av týska merkinum «Hummel» fæst til hóskandi prísir. Heðin Winther Olsen tlf. 8 og 235.3860 Vestmanna KIRKJA 0G SAMK0MUR Loynilig bíbliuprentsmiðja í Sovjet tikin og afturlatin Bæði loynipolitiið og menn úr herinum tóku lut í atsóknini Berlingske Tidende skrivar, at tvey hundrað mans úr KGB og vápn- aðar deildir úr sovjett- iska herinum herjaðu fyri stuttum á eina loyn- iprentsmiðju í Riga, tók- u niggju mans og løgdu hald á 15.000 liðugt- prentaðar bíbliur og 16 tons av pappiri. Henda prentsmiðja undir jørð, sum í smáum — stykki fyri stykki — er smuglað inn um sov- jettiska landamarkið úr Vestureuropa, varð rikin av evangelisku kirkjuni. Leiðaranum, Gennady Khruchkov, hevur ríkis- trygdartænastan leitað eftir í nøkur ár. KGB bjóðaði 50.000 rublar (450.000 kr.) fyri upplýsingar, sum kundu føra til, at kirkjuleiðarin varð tikin. Maðurin, ið átti hús- ini, har prentsmiðjan var, kom koyrandi við einum traktori, tá løg- reglan steðgaði honum og ákærdi hann fyri at hava tikið eina motor- súklu. Skipað varð fyri eini húsarannsókn, og 200 vápnaðir KGB-menn og aðrir úr herinum kringsettu húsini, ið lóg- u beint yvirav eini poli- tistøð. Nøvnini á teim- um níggju tiknu prent- arunum og setarunum verða hildin aftur av sovjettisku myndugleik- unum. Við vón um ikki at verða uppdagaðir, ar- beiddu hesir níggju mans eitt tveyára skeið á prentsmiðjuni undir jørð og vístu seg ikki uttanfyri húsini hesa tíð. Tey 16 tonsini av papp- iri, sum hald er lagt á. eru savnað saman av limum úr forbodnu kirkj- uni gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Pappír er skamtað í Sovjetsam- veldinum, og tað ei bert gjørligt at keypa 100 ørk í senn. Sovjettiska rikis- trygdartænastan hevur seinastu mánaðirnar hert bardagan móti ó- skrásettu EKB-kirkju- limunum og hevur í nógvum heimum sett upp loyniliga lurtuút- gerð, sum er keypt úr USA, við vón um at av- dúka, hvar prentsmiðjan undir jørð liggur. Lurti- útgerðin var krógvað í el-málaranum í húsun- um. Tað var bert av til- vild, at prentsmiðjan bleiv uppdagað, skrivar Berlingske Tidende. Opið hús I Ebenezer fara teir aftur í vetur at hava opið hús. Fyrstu ferð verður kom- andi fríggjakvøld. Teir hava fyrr havt opið hús í nakrar vetrar, men ikki seinasta vetur. Eystur um jarntjaldið Trúboðarin Zacharias Zachariasen er farin eina ferð eystur um jarntjald- ið saman við bretskum trúboðarum at vitja. Teir fóru um mánaðar- skiftið, og ferðin varar til 22. desember. Teir skulu vitja Ungarn, Jug- oslavia og Eysturtýsk- land. Jólainn- savning Sum vant uppundir jól hevur Frelsunarherurin smáar pengabússur standandi í krambúðun- um til fólk at koyra pen- ingí. Fyri peningin, sum innkemur verða gjørdar jólafestir fyri gomlum og børnum. Nakað av pen- inginum verður eisini brúkt til gávur til gomul og sjúk, sum fólk úr Frelsunarherinum vitja um jólini, og nakað verð- ur sett av til at geva treingjandi fólki í árin- um. Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum í Havn gav umleið 6.000 krónur í fjør. Teir hava nú ein lista við 35 nøvnum á eldri og sjúk- um fólkum, sum teir skulu vitja uppundir jól. Eisini í Suðuroy er jólainnsavning. Her er tað Frelsunarherurin í Vági, sum skipar fyri. Martin Restorff Jacobsen, sum seinasta sunnudag varð prestvígdur av Eivind Vilhelm varabiskupi í Havnar kirkju. Hann tekur nú við starvi sum prestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.