Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 7

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 7
TIÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 Síða 7 tikin fyri ólógliga troling hann fiskaði innanfyri, tá hann var tikin, men umbar seg við tí at radarin var í ó- lagi. Dómarin gav ákæru- valdinum viðhald í tí, at tá skiparin visti, at radarin var í ólagi, so var tað ó- fórsvarligt av honum at royna so nær inni við fisk- imarkið. - Linari dóm enn Milwood Hetta er annar trolarin, sum sjóverjan tekur í ár fyri fiskiskap innanfyri mark. í juli varð Milwood tikin norður úr Mýlingi. Hann fekk strangari dóm enn Scottish King, og varð dømdur at gjalda 60.000 krónur, men hann hevði eisini verið longri innanfyri — einar 4 fjórðingar, tá hann varð tikin — og hevði haraftrat eini 40 tons av fiski. Burtursæð frá hesum báðum trolarunum, sum eru tiknir í ár, er ongin trolari tikin fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum síðani 1970. Gáloysið at royna so nær fiskimarkinum, tá radarin er í ólagi, sigur dómarin Radarin í ólagi Skiparin á Scottish King, George Wood, greiddi frá í rættinum, at radarin var í ólagi, og hann navigeraði tí bert við decca. Tað tók honum einar tveir tímar at væla um radaran aftur, og ímeðan var hann komin inn um fiskimarkið. Georg Wood er sonur tann tiltikna Ted Wood, sum í síni tið var skipari á Red Crusader, ið varð tikin fyri at fiska innanfyri. George Wood viðgekk, at Fyri aðru ferð í ár er ein bretskur trolari tikin fyri ólógliga troling. Seinna- partin leygardagin kom sjóverjuskipið Hvidbjørn- en fram á bretska trolaran Scottish King úr Aber- deen. Trolarin var umleið ein hálvan fjórðing innan- fyri fiskimarkið norður úr Ennibergi. Á rættarfundi sunnu- dagin varð skiparin dømd- ur til 50.000 krónur í bót, reiðskapur og veiða varð konfiskerað, og hann varð eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin. Trol- arin hevði lítið av fiski umborð, tí hann hevði júst byrjað túr. Sonur Ted Wood Mánadagin varð reiðskapurin hjá Scottish King lossaður í land við keiina í Havn Nýtt sangband frá evangelisku røddini Midnáttarsangbólkurin úr Eysturoynni hevur innsungið 18 sangir, sum nú eru komnir út á kassettuband. i i Sangirnir eru uppdeildir í duett, trio, kvartett, kvintett og kór. Kassettubandið er í stereo, hevur eina spælitíð uppá 1 tíma og kostar kr. 49,50. Bondini fáast nú í hesum Radiohandlum 1 • ! I Marstein, Tórshavn. Klaksvíkar Radiohandil, Klaksvík. Radiohandilin, Fuglafjørð Radiobúðin, Runavík. í Suðuroy fáast bondini hjá DIGO, Vági og D.J. Thomsen, Hvalba. Ein góð jólagáva. Bond kunnu bíleggjast frá Evangelisku Røddini tlf. 1.4425 ella 1.2823 Box 168 . Tórshavn Bjargingar- f elag Fríggjadagin varð 1 bjargingarfelag stovn- í að i Vágum. Á fundi vóru tveir umboðsmenn fyri Sandavág, tveir fyri Miðvág, tríggir fyri | Sørvág og ein úr Bø. | Hesir eru i starvs- | nevndini saman við ein- U um umboðsmanni úr Gásadali og einum úr g Mykinesi. Farið verður nú undir at gera reglugerð fyri felagið, sum skal vera limur av Norðoya í Bjargingarfelag. Teir ætla at hava tann fyrst- £ a limafundin í január, har fólk kunnu tekna % seg sum limir. Norðoya Bjargingar- felag hevur tey seinastu 2 árini gjørt eitt stórt ar- beiði fyri at útbyggja bjargingarfeløgini. Limir úr hesum felag | hava verið í granna- londunum og hugt at bj argingartænastuni, og teir hava verið yms- astaðni í landinum og givið monnum frágreið- * ing og latið útgerð. Eisini hava teir fingið útgerð umborð á Strandfaraskipini, so at tey kunnu vera til hjálpar, um tað berst so á. Menn úr Bjargingar- felagnum í Klaksvík hava tvær ferðir verið vesturi í Vágum og hava ætlað at skipa fyri fundi, men báðu ferðir- nar hevur grind verið har vesturi, og tað kom ti ikki so nógv burtur- úr. Fyribils hava norð- oyingar latið vága- monnum eina bjarging- arpistól og modell av einum bjargingarstóli. 1200 krónur fyri nøsina Næstseinasta viku- skiftið var ófriðarligt ‘ umborð á einum bretsk- um trolara, sum lá á Miðvági. Miðvingar vóru farnir umborð, og menn vóru farnir at kjakast um fiskimark. Ein av trolaramonnun- um sló ein miðving við einum skekli, so at nøs- in brotnaði. Onglendingarnir eru gingnir við til at rinda • manninum endurgjald j fyri mista arbeiðstið í eina viku, t.v.s. einar 1200 kr. Stjól bil og rendi á Leygarnáttina stjól ein trolaramaður ein bil i : Miðvági og fór avstað ; við honum. Hann rendi TÍÐINDI ÚR VÁGUM ,i cni siein í. vegjaðara- num. Bilurin fórst nak- að illa — skaðin er mettur til 15.000 krón- ur. Hampuligur fiskiskapur Vesturvón er farin nýggjan túr eystureftir. Teir hava verið inni við einum sjúkum manni og eru farnir aftur til Svalbard at royna. Teii; siga, at fiskiskapurin er hampuligur. Vesturvón hevur bert roynt í eina góða viku. Teir vóru í Grimsby við veiðuni av seinasta túr- Byggja tornið Pihl & Søn byggir nú nýtt torn á flogvølli- num í Vágum. Tornið, sum stendur við garasj- ubygningin, skal vera 14 metrar høgt, og teir eru komnir gott í hálva hædd. Stutt frá torninum skal eisini byggjast um- sitingarhús, sum verð- ur 6.000 m2. Tað fyri- reikandi arbeiðið til hesa bygging verður nú gjørt. Útróðurin Tað er ongin útróður í Sørvági í løtuni, men í seinastu viku kom nógv upp á land, 60 tons til flakavirkið. Tað varð alt skorið til flak. Osi, Sílið, Gamli Gutti, Sjófrúgvin (sum er ein av Nordafarbát- unum) og Karin avreiða i Sørvági. Seagull hev- ur ikki byrjað útróður enn, men teir gera kiárt. í Miðvági rógva Vørðuklettur og Aldu- báran út. Við gørnum Trý vágaskip — Reyns- atindur, Venus og Mars — royna við gørnum undir Grønlandi, og fiskiskapurin hjá teim- um er smáligur. Venus, ið er tað besta skipið, hevur 125 tons. J.E. Thomsen liggur Trolarin Jegvan Elias Thomsen liggur á Sør- vági. Ætlanin hevur verið at skifta ljósmot- orin út, men arbeiðið er ikki byrjað. Trolarin skal klassast í septem- ber mánað næsta ár. Tað er Samvinnufel- agið, sum eigur trolar- an. Felagið skal hava eitt nýtt reyðuskip i mars mánað.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.