Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 7
TIÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Síða 7
tikin fyri
ólógliga troling
hann fiskaði innanfyri, tá
hann var tikin, men umbar
seg við tí at radarin var í ó-
lagi. Dómarin gav ákæru-
valdinum viðhald í tí, at tá
skiparin visti, at radarin
var í ólagi, so var tað ó-
fórsvarligt av honum at
royna so nær inni við fisk-
imarkið. -
Linari dóm
enn Milwood
Hetta er annar trolarin,
sum sjóverjan tekur í ár
fyri fiskiskap innanfyri
mark. í juli varð Milwood
tikin norður úr Mýlingi.
Hann fekk strangari dóm
enn Scottish King, og varð
dømdur at gjalda 60.000
krónur, men hann hevði
eisini verið longri innanfyri
— einar 4 fjórðingar, tá
hann varð tikin — og hevði
haraftrat eini 40 tons av
fiski.
Burtursæð frá hesum
báðum trolarunum, sum
eru tiknir í ár, er ongin
trolari tikin fyri ólógligan
fiskiskap undir Føroyum
síðani 1970.
Gáloysið at royna so nær
fiskimarkinum, tá radarin
er í ólagi, sigur dómarin
Radarin í
ólagi
Skiparin á Scottish King,
George Wood, greiddi frá í
rættinum, at radarin var í
ólagi, og hann navigeraði
tí bert við decca. Tað tók
honum einar tveir tímar at
væla um radaran aftur, og
ímeðan var hann komin
inn um fiskimarkið.
Georg Wood er sonur
tann tiltikna Ted Wood,
sum í síni tið var skipari á
Red Crusader, ið varð tikin
fyri at fiska innanfyri.
George Wood viðgekk, at
Fyri aðru ferð í ár er ein
bretskur trolari tikin fyri
ólógliga troling. Seinna-
partin leygardagin kom
sjóverjuskipið Hvidbjørn-
en fram á bretska trolaran
Scottish King úr Aber-
deen. Trolarin var umleið
ein hálvan fjórðing innan-
fyri fiskimarkið norður úr
Ennibergi.
Á rættarfundi sunnu-
dagin varð skiparin dømd-
ur til 50.000 krónur í bót,
reiðskapur og veiða varð
konfiskerað, og hann varð
eisini dømdur at gjalda
sakarmálskostnaðin. Trol-
arin hevði lítið av fiski
umborð, tí hann hevði júst
byrjað túr.
Sonur Ted Wood
Mánadagin varð reiðskapurin hjá Scottish King lossaður í land
við keiina í Havn
Nýtt sangband frá evangelisku røddini
Midnáttarsangbólkurin úr Eysturoynni
hevur innsungið 18 sangir, sum nú eru
komnir út á kassettuband.
i i
Sangirnir eru uppdeildir í duett, trio,
kvartett, kvintett og kór.
Kassettubandið er í stereo, hevur eina
spælitíð uppá 1 tíma og kostar kr. 49,50.
Bondini fáast nú í hesum Radiohandlum
1 • ! I
Marstein, Tórshavn.
Klaksvíkar Radiohandil, Klaksvík.
Radiohandilin, Fuglafjørð
Radiobúðin, Runavík.
í Suðuroy fáast bondini hjá DIGO, Vági
og D.J. Thomsen, Hvalba.
Ein góð jólagáva.
Bond kunnu bíleggjast frá
Evangelisku Røddini
tlf. 1.4425 ella 1.2823
Box 168 . Tórshavn
Bjargingar-
f elag
Fríggjadagin varð
1 bjargingarfelag stovn-
í að i Vágum. Á fundi
vóru tveir umboðsmenn
fyri Sandavág, tveir
fyri Miðvág, tríggir fyri
| Sørvág og ein úr Bø.
| Hesir eru i starvs-
| nevndini saman við ein-
U um umboðsmanni úr
Gásadali og einum úr
g Mykinesi.
Farið verður nú undir
at gera reglugerð fyri
felagið, sum skal vera
limur av Norðoya
í Bjargingarfelag. Teir
ætla at hava tann fyrst-
£ a limafundin í január,
har fólk kunnu tekna
% seg sum limir.
Norðoya Bjargingar-
felag hevur tey seinastu
2 árini gjørt eitt stórt ar-
beiði fyri at útbyggja
bjargingarfeløgini.
Limir úr hesum felag
| hava verið í granna-
londunum og hugt at
bj argingartænastuni,
og teir hava verið yms-
astaðni í landinum og
givið monnum frágreið-
* ing og latið útgerð.
Eisini hava teir fingið
útgerð umborð á
Strandfaraskipini, so at
tey kunnu vera til
hjálpar, um tað berst so
á.
Menn úr Bjargingar-
felagnum í Klaksvík
hava tvær ferðir verið
vesturi í Vágum og
hava ætlað at skipa fyri
fundi, men báðu ferðir-
nar hevur grind verið
har vesturi, og tað kom
ti ikki so nógv burtur-
úr. Fyribils hava norð-
oyingar latið vága-
monnum eina bjarging-
arpistól og modell av
einum bjargingarstóli.
1200 krónur
fyri nøsina
Næstseinasta viku-
skiftið var ófriðarligt
‘ umborð á einum bretsk-
um trolara, sum lá á
Miðvági. Miðvingar
vóru farnir umborð, og
menn vóru farnir at
kjakast um fiskimark.
Ein av trolaramonnun-
um sló ein miðving við
einum skekli, so at nøs-
in brotnaði.
Onglendingarnir eru
gingnir við til at rinda
• manninum endurgjald
j fyri mista arbeiðstið í
eina viku, t.v.s. einar
1200 kr.
Stjól bil og
rendi á
Leygarnáttina stjól ein
trolaramaður ein bil i
: Miðvági og fór avstað
; við honum. Hann rendi
TÍÐINDI
ÚR
VÁGUM
,i cni siein í. vegjaðara-
num. Bilurin fórst nak-
að illa — skaðin er
mettur til 15.000 krón-
ur.
Hampuligur
fiskiskapur
Vesturvón er farin
nýggjan túr eystureftir.
Teir hava verið inni við
einum sjúkum manni
og eru farnir aftur til
Svalbard at royna. Teii;
siga, at fiskiskapurin er
hampuligur.
Vesturvón hevur bert
roynt í eina góða viku.
Teir vóru í Grimsby við
veiðuni av seinasta túr-
Byggja tornið
Pihl & Søn byggir nú
nýtt torn á flogvølli-
num í Vágum. Tornið,
sum stendur við garasj-
ubygningin, skal vera
14 metrar høgt, og teir
eru komnir gott í hálva
hædd.
Stutt frá torninum
skal eisini byggjast um-
sitingarhús, sum verð-
ur 6.000 m2. Tað fyri-
reikandi arbeiðið til
hesa bygging verður nú
gjørt.
Útróðurin
Tað er ongin útróður í
Sørvági í løtuni, men í
seinastu viku kom nógv
upp á land, 60 tons til
flakavirkið. Tað varð
alt skorið til flak.
Osi, Sílið, Gamli
Gutti, Sjófrúgvin (sum
er ein av Nordafarbát-
unum) og Karin avreiða
i Sørvági. Seagull hev-
ur ikki byrjað útróður
enn, men teir gera
kiárt.
í Miðvági rógva
Vørðuklettur og Aldu-
báran út.
Við gørnum
Trý vágaskip — Reyns-
atindur, Venus og Mars
— royna við gørnum
undir Grønlandi, og
fiskiskapurin hjá teim-
um er smáligur. Venus,
ið er tað besta skipið,
hevur 125 tons.
J.E. Thomsen
liggur
Trolarin Jegvan Elias
Thomsen liggur á Sør-
vági. Ætlanin hevur
verið at skifta ljósmot-
orin út, men arbeiðið er
ikki byrjað. Trolarin
skal klassast í septem-
ber mánað næsta ár.
Tað er Samvinnufel-
agið, sum eigur trolar-
an. Felagið skal hava
eitt nýtt reyðuskip i
mars mánað.