Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 8

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 Undirskot Tað gongur ikki væl at fáa teir nógvu nýggju ís- lendsku trolararnar at bera seg. Eitt yvirlit vís- ir, at i fjør høvdu trolar- arnir í miðal 2 milj. kr. (í okkara peningi) í undir- skoti. Teir eldru trolar- arnir høvdu í miðal 1,5 milj. kr. i undirskoti. Fiskiskapur sunnudag Løgtingið hevur mangar ferðir havt uppskot til viðgerðar um, at fiski- menn skuldu hava frí sunnudag, men meiriluti hevur ongantíð verið fyri uppskotinum í tingi- num. Eisini i Noreg striðast menn um henda spum- ing. í fjør varð gjørd ein lóg um, at sum heild skal tað vera forboðið norð- monnum at fiska sunnu- dag; men rættuliga víð . undantøk eru frá lógini, m.a. er trolveiða loyvd. Sunnmøre Fiskarlag hevur nú havt spuming- in til viðgerðar. Atkvøtt var í málinum, og 54 at- kvøddu fyri og 29 ímóti at biðja myndugleikar- nar skipa so fyri, at allur fiskiskapur sunnudag verður forboðin. Fiski- menninir í Sunnmøre vilja ikki hava nakað sum helst undantak. Tað em mest religiøs sjónarmið, sum liggja aftan fyri støðutakan teirra. Danskt flak kreppurakt Kaj Myrfeld, stjóri í Globe Fisk i Hanstholm, sigur, at ein stómr part- ur av danska flakaídnað- innum er so meint krepp- uraktur, at virkini noyð- ast møguliga at lata aft- ur næsta ár. Amerikanski markn- aðurin hevur svikið, samstundis sum tað ikki hevur eydnast dønum at finna nýggjar marknað- ir. Nógvir arbeiðsmenn á teimum stívliga 20 flaka- virkjunum í Danmark em sendir til hús, og goymslumar vaksa bæði í Danmark, USA, Bret- landi og Vesturtýskland- i. Kaj Myrfeld sigur, at um ikki vend kemur í hesi viðurskifti í januar ella febmár, so noyðast virkini at lata aftur. Hann skoytir uppí, at fleiri flakavirki em longu í álvarsligum likviditets- tmpulleikum. Ov drúgt Norski fiskimálaráðharr- in Eivind Bolle hevur funnist at, at tað tók ov drúgva tíð at viðgera sakarmálið móti skipar- anum á Harøysund, sum Olav Halvard Stensen varð tikin fyri ólógliga garnaveiðu undir Grøn- landi. Harøysund varð tikin 7. november, og dómur fall ikki fyrr enn 25. november. Eivind Bolle segði, at hetta var órím- uliga long tíð. Ongar reglur eru fyri, hvussu skjótt skal berast at, men í Noreg royna teir altíð at gera so skjótt av sum gjørligt. Skiparin á Harøy- sund, Olav Halvard Stensen, fekk 70.000 kr. í bót, misti reiðskap og veiðu, og skal gjalda triðingin av kostnaðin- um fyri at taka reiðskap- in upp. Tann ólógligi fiskiskapurin kostaði honum sostatt meira enn 300.000 kr. Hann segði seg vera ósekan. Hann segði, at teir høvdu havt eld í maskinrúminum, og at teir vóru á veg inn, tá teir vórðu tiknir. Svartkjafturin góða framtíð Á einari fiskiídnaðar- kanningarstøð í Aber- deen hava teir gjørt royndir at nýta svart- kjaftin sum matfisk og hava funnið fram til nak- rar viðgerðarhættir, sum ætlanin er at geva fiska- ídnaðinum upplýsingar um í næstu framtið. Press and Joumal skrivar, at tíðindamenn vórðu bodnir á støðina at smakka svartkjaftin, og at teimum dámdi henda fisk væl. Blaðið skrivar, at menn rokna við at kunna veiða 3,5 milj. tons av svartkjafti úti fyri vest- urskotsku strondini og í Norðuratlantshavi árlig- a. Hetta er tríggjar ferð- ir meir enn tað, sum Vildu ikki hava kong Stórur meiriluti fyri lýðveldi í Grikkalandi ÚTLENDSK SJOVINNA bretar nú fiska av øllum fiskasløgum. Á kanningarstøðini søgdu teir tó, at fólk skulu ikki vænta at fáa svartkjaft til keyps í handlunum í bræði, tí enn eru nógvir spurning- ar at loysa. Fiskifrøðingar siga, at meðan tað er vorðið greitt, at nógvur svart- kjaftur er at fáa vissar tíðir á árinum, er tað enn óvist, um tað er nóg mikið til at halda eina fiskiveiðu í gongd eftir svartkjafti alt árið. Hetta skal nú kannast nærri. Tað vísir seg eis- ini, at fiskimenninir eru trekir at fara at veiða svartkjaft, av tí at marknaðurin fyri hesi vøru er ótryggur, og fiskahandlararnir eru ikki so hugaðir at føra eina vøru á marknaðin, av tí at tað er óvist, hvussu nógvur fiskur av hesum slag kemur á marknaðin. Ein annar av trupul- leikunum við hesum fiskaslag er, at flakið er heldur myrkt, og tí fellur tað neyvan so væl í eyg- uni á forbrúkaranum sum toska- og hýsuflak. Møguleikarnir góðir Kanning av fiskiveiðu- møguleikunum við ind- isku strendumar vísir, at ein útbygging av flot- anum hevur avbera góð- ar kjansir. í einum 12 mánaða skeiði til 1. apríl í ár veiddu indarar á nærleiðum 1,4 milj tons. Ætlanin er at økja veið- una til 2 milj. tons eftir heilt stuttari tíð. Fiskifrøðingar siga, at á landgrunninum við In- dia — út á 200 metra dýpi — kunnu árliga veiðast 2,5 til 4,5 milj. tons. Teir rokna sam- stundis við, at í øllum Indiska Havinum kunnu árliga veiðast 14 milj. tons. Beltini skift út í Noreg hava myndug- leikarnir avgjørt, at øll ferðaskip, fiskiskip og útróðrarbátar skulu skifta bjargingarbeltini út. Tey bjargingarbelt- ini, sum verða framleidd nú, eru nógv betri enn tey gomlu, og myndug- leikarnir hava tí hildið tað verið rættast at krevja, at øll tey belti, sum eru gjørd fyri 1969,. skulu skiftast út nú. Eitt nýtt bjargingar- belti kostar 130 nkr., og avgerðin kemur tí at kosta m.a. norska flota- num nakrar miljónir kr. Griksku veljararnir hava við stórum meiriluta at- kvøtt fyri, at landið verður lýðveldi. Meira enn tveir triðingar atkvøddu fyri hesum og søgdu harvið, at teir ikki vildu hava Kons- tantin at koma aftur til Grikkalands sum kong. Konstantin hevur búð í útlegd, siðani hann gjørdi eina miseydnaða roynd fyri sjey árum siðani at koyra hermannastýrið frá. Tá úrslitið av fólkaatkvøð- uni gjørdist greitt, komu nógv túsund fólk út á gøt- urnar í Athen. I høvuðsstaðnum vóru tað millum 20 og 25 pro- sent, sum atkvøddu fyri kongadømi, og sjálvt á støðum sum Peleponnes og Kreta, har fólk vanliga hava verið hugað fyri kongadømi, var stórur meiriluti fyri lýðveldi. Eigur ikki at koma enn í eini útvarpsrøðu segði Konstantin Karamanlis forsætisráðharri, at fólkið hevur sjálvt tikið hesa avgerð, og hann heitti á ijóðina um at standa sam- an og gloyma gamlar ó- semjur. Hann segði, at øll mugu góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni. í heimi sinum tætt við London fylgdi Konst'antin alla tíðina gjølla við i upp- teljingini. Fyrr hevur Konstantin sagt, at hann ætlar sær aftur til Grikka- lands, antin tað verður sum kongur ella ikki, men ein stjórnartalsmaður í Athen sigur, at tað er ikki klókt av konginum at koma aftur nú. Konstantin sigur, at hann vónar, at tíðin fer at vísa, at av- gerðin hjá griksku veljar- unum er røtt. Fimta fólka- atkvøðan Hetta er fimta fólkaat- kvøða í Grikkalandi i hesi øldini um stýrisskipanina hjá landinum. Um hetta verður tann seinasta er ilt at siga, men sagt verður av eygleiðarum, at ongin av teimum fyrru hevur verið hildin undir so friðar- ligum umstøðum sum henda. Teir, sum eru fyri Konstantin — noyðist at kika inní tað játtaða landið kongadømi, hava funnist at, at teir hava ikki havt sama høvi sum hinir til at fáa síni sjónarmið fram í bløðunum. Grundin til at grikkar ikki vildu hava kongadømi er óivað millum annað tann, at kongarnir ofta hava lagt seg út í politisk viðurskifti. Faðir Kons- tantin, Paul kongur, kom í stríð við Karamanlis, móð- ir hansara er sera illa um- tókt í Grikkalandi — so illa, at Konstantin á einum tíðindafundi herfyri gjørdi greitt, at um hann kom at venda heimaftur, so fór móðir hansara ikki at vera við. Konstantin sjálvur kom ofta í stríð við politikarar- nar og dagliga vóru at- finningar settar fram ímóti honum frammanundan statskvettinum í 1967. Tað var eisini funnist at honum eftir statskvettið, tí hann ikki beinanvegin tók til orða ímóti hermannastýri- num. Møblar til jóla Dagligstovur (40 ymisk sløg) Reolsystem í sýraðari eik og nøt Annars hópin av øðrum møblum Møblasølan v/ Z. Bech Yviri við Strond . tlf. 1 20 63

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.