Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 8
Síða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Undirskot
Tað gongur ikki væl at
fáa teir nógvu nýggju ís-
lendsku trolararnar at
bera seg. Eitt yvirlit vís-
ir, at i fjør høvdu trolar-
arnir í miðal 2 milj. kr. (í
okkara peningi) í undir-
skoti. Teir eldru trolar-
arnir høvdu í miðal 1,5
milj. kr. i undirskoti.
Fiskiskapur
sunnudag
Løgtingið hevur mangar
ferðir havt uppskot til
viðgerðar um, at fiski-
menn skuldu hava frí
sunnudag, men meiriluti
hevur ongantíð verið fyri
uppskotinum í tingi-
num.
Eisini i Noreg striðast
menn um henda spum-
ing. í fjør varð gjørd ein
lóg um, at sum heild skal
tað vera forboðið norð-
monnum at fiska sunnu-
dag; men rættuliga víð
. undantøk eru frá lógini,
m.a. er trolveiða loyvd.
Sunnmøre Fiskarlag
hevur nú havt spuming-
in til viðgerðar. Atkvøtt
var í málinum, og 54 at-
kvøddu fyri og 29 ímóti
at biðja myndugleikar-
nar skipa so fyri, at allur
fiskiskapur sunnudag
verður forboðin. Fiski-
menninir í Sunnmøre
vilja ikki hava nakað
sum helst undantak.
Tað em mest religiøs
sjónarmið, sum liggja
aftan fyri støðutakan
teirra.
Danskt flak
kreppurakt
Kaj Myrfeld, stjóri í
Globe Fisk i Hanstholm,
sigur, at ein stómr part-
ur av danska flakaídnað-
innum er so meint krepp-
uraktur, at virkini noyð-
ast møguliga at lata aft-
ur næsta ár.
Amerikanski markn-
aðurin hevur svikið,
samstundis sum tað ikki
hevur eydnast dønum at
finna nýggjar marknað-
ir. Nógvir arbeiðsmenn á
teimum stívliga 20 flaka-
virkjunum í Danmark
em sendir til hús, og
goymslumar vaksa bæði
í Danmark, USA, Bret-
landi og Vesturtýskland-
i.
Kaj Myrfeld sigur, at
um ikki vend kemur í
hesi viðurskifti í januar
ella febmár, so noyðast
virkini at lata aftur.
Hann skoytir uppí, at
fleiri flakavirki em longu
í álvarsligum likviditets-
tmpulleikum.
Ov drúgt
Norski fiskimálaráðharr-
in Eivind Bolle hevur
funnist at, at tað tók ov
drúgva tíð at viðgera
sakarmálið móti skipar-
anum á Harøysund, sum
Olav Halvard Stensen
varð tikin fyri ólógliga
garnaveiðu undir Grøn-
landi.
Harøysund varð tikin
7. november, og dómur
fall ikki fyrr enn 25.
november. Eivind Bolle
segði, at hetta var órím-
uliga long tíð. Ongar
reglur eru fyri, hvussu
skjótt skal berast at,
men í Noreg royna teir
altíð at gera so skjótt av
sum gjørligt.
Skiparin á Harøy-
sund, Olav Halvard
Stensen, fekk 70.000 kr.
í bót, misti reiðskap og
veiðu, og skal gjalda
triðingin av kostnaðin-
um fyri at taka reiðskap-
in upp. Tann ólógligi
fiskiskapurin kostaði
honum sostatt meira enn
300.000 kr.
Hann segði seg vera
ósekan. Hann segði, at
teir høvdu havt eld í
maskinrúminum, og at
teir vóru á veg inn, tá
teir vórðu tiknir.
Svartkjafturin
góða framtíð
Á einari fiskiídnaðar-
kanningarstøð í Aber-
deen hava teir gjørt
royndir at nýta svart-
kjaftin sum matfisk og
hava funnið fram til nak-
rar viðgerðarhættir, sum
ætlanin er at geva fiska-
ídnaðinum upplýsingar
um í næstu framtið.
Press and Joumal
skrivar, at tíðindamenn
vórðu bodnir á støðina at
smakka svartkjaftin, og
at teimum dámdi henda
fisk væl.
Blaðið skrivar, at
menn rokna við at kunna
veiða 3,5 milj. tons av
svartkjafti úti fyri vest-
urskotsku strondini og í
Norðuratlantshavi árlig-
a. Hetta er tríggjar ferð-
ir meir enn tað, sum
Vildu ikki
hava kong
Stórur meiriluti fyri
lýðveldi í Grikkalandi
ÚTLENDSK
SJOVINNA
bretar nú fiska av øllum
fiskasløgum.
Á kanningarstøðini
søgdu teir tó, at fólk
skulu ikki vænta at fáa
svartkjaft til keyps í
handlunum í bræði, tí
enn eru nógvir spurning-
ar at loysa.
Fiskifrøðingar siga, at
meðan tað er vorðið
greitt, at nógvur svart-
kjaftur er at fáa vissar
tíðir á árinum, er tað enn
óvist, um tað er nóg
mikið til at halda eina
fiskiveiðu í gongd eftir
svartkjafti alt árið.
Hetta skal nú kannast
nærri. Tað vísir seg eis-
ini, at fiskimenninir eru
trekir at fara at veiða
svartkjaft, av tí at
marknaðurin fyri hesi
vøru er ótryggur, og
fiskahandlararnir eru
ikki so hugaðir at føra
eina vøru á marknaðin,
av tí at tað er óvist,
hvussu nógvur fiskur av
hesum slag kemur á
marknaðin.
Ein annar av trupul-
leikunum við hesum
fiskaslag er, at flakið er
heldur myrkt, og tí fellur
tað neyvan so væl í eyg-
uni á forbrúkaranum
sum toska- og hýsuflak.
Møguleikarnir
góðir
Kanning av fiskiveiðu-
møguleikunum við ind-
isku strendumar vísir,
at ein útbygging av flot-
anum hevur avbera góð-
ar kjansir. í einum 12
mánaða skeiði til 1. apríl
í ár veiddu indarar á
nærleiðum 1,4 milj tons.
Ætlanin er at økja veið-
una til 2 milj. tons eftir
heilt stuttari tíð.
Fiskifrøðingar siga, at
á landgrunninum við In-
dia — út á 200 metra
dýpi — kunnu árliga
veiðast 2,5 til 4,5 milj.
tons. Teir rokna sam-
stundis við, at í øllum
Indiska Havinum kunnu
árliga veiðast 14 milj.
tons.
Beltini skift út
í Noreg hava myndug-
leikarnir avgjørt, at øll
ferðaskip, fiskiskip og
útróðrarbátar skulu
skifta bjargingarbeltini
út. Tey bjargingarbelt-
ini, sum verða framleidd
nú, eru nógv betri enn
tey gomlu, og myndug-
leikarnir hava tí hildið
tað verið rættast at
krevja, at øll tey belti,
sum eru gjørd fyri 1969,.
skulu skiftast út nú.
Eitt nýtt bjargingar-
belti kostar 130 nkr., og
avgerðin kemur tí at
kosta m.a. norska flota-
num nakrar miljónir kr.
Griksku veljararnir hava
við stórum meiriluta at-
kvøtt fyri, at landið verður
lýðveldi. Meira enn tveir
triðingar atkvøddu fyri
hesum og søgdu harvið, at
teir ikki vildu hava Kons-
tantin at koma aftur til
Grikkalands sum kong.
Konstantin hevur búð í
útlegd, siðani hann gjørdi
eina miseydnaða roynd
fyri sjey árum siðani at
koyra hermannastýrið frá.
Tá úrslitið av fólkaatkvøð-
uni gjørdist greitt, komu
nógv túsund fólk út á gøt-
urnar í Athen.
I høvuðsstaðnum vóru
tað millum 20 og 25 pro-
sent, sum atkvøddu fyri
kongadømi, og sjálvt á
støðum sum Peleponnes og
Kreta, har fólk vanliga
hava verið hugað fyri
kongadømi, var stórur
meiriluti fyri lýðveldi.
Eigur ikki
at koma enn
í eini útvarpsrøðu segði
Konstantin Karamanlis
forsætisráðharri, at fólkið
hevur sjálvt tikið hesa
avgerð, og hann heitti á
ijóðina um at standa sam-
an og gloyma gamlar ó-
semjur. Hann segði, at øll
mugu góðtaka úrslitið av
fólkaatkvøðuni.
í heimi sinum tætt við
London fylgdi Konst'antin
alla tíðina gjølla við i upp-
teljingini. Fyrr hevur
Konstantin sagt, at hann
ætlar sær aftur til Grikka-
lands, antin tað verður
sum kongur ella ikki, men
ein stjórnartalsmaður í
Athen sigur, at tað er ikki
klókt av konginum at
koma aftur nú. Konstantin
sigur, at hann vónar, at
tíðin fer at vísa, at av-
gerðin hjá griksku veljar-
unum er røtt.
Fimta fólka-
atkvøðan
Hetta er fimta fólkaat-
kvøða í Grikkalandi i hesi
øldini um stýrisskipanina
hjá landinum. Um hetta
verður tann seinasta er ilt
at siga, men sagt verður
av eygleiðarum, at ongin
av teimum fyrru hevur
verið hildin undir so friðar-
ligum umstøðum sum
henda. Teir, sum eru fyri
Konstantin — noyðist at
kika inní tað játtaða landið
kongadømi, hava funnist
at, at teir hava ikki havt
sama høvi sum hinir til at
fáa síni sjónarmið fram í
bløðunum.
Grundin til at grikkar
ikki vildu hava kongadømi
er óivað millum annað
tann, at kongarnir ofta
hava lagt seg út í politisk
viðurskifti. Faðir Kons-
tantin, Paul kongur, kom í
stríð við Karamanlis, móð-
ir hansara er sera illa um-
tókt í Grikkalandi — so
illa, at Konstantin á einum
tíðindafundi herfyri gjørdi
greitt, at um hann kom at
venda heimaftur, so fór
móðir hansara ikki at vera
við.
Konstantin sjálvur kom
ofta í stríð við politikarar-
nar og dagliga vóru at-
finningar settar fram ímóti
honum frammanundan
statskvettinum í 1967. Tað
var eisini funnist at honum
eftir statskvettið, tí hann
ikki beinanvegin tók til
orða ímóti hermannastýri-
num.
Møblar til jóla
Dagligstovur (40 ymisk sløg)
Reolsystem í sýraðari eik og nøt
Annars hópin av øðrum møblum
Møblasølan
v/ Z. Bech
Yviri við Strond . tlf. 1 20 63