Tíðindablaðið - 11.12.1974, Síða 12
Síða 12
MÍN MEINING
Heldur tú, at skiparin á
Scottish King fekk harð-
an dóm?
Halldór Jóhansson,
keypmaður:
Ein dómur er ongantíð
harður, tá hann er rætt-
vísur. At radarin ikki
var i lagi er eingin um-
bering, og tað er ein á-
varing til aðrar. Tað er
rætt at taka trolaran,
sjálvt um hann bert var
ein hálvan. fjórðing inn-
anfyri.
Sørin Meinhard Juitin-
ussen, fyrrv. arbeiðs-
formaður:
Tað nyttar einki at
geva ein mildan dóm.
Ein trolari, sum er tikin
innanfyri, hevur ætlað
at verið innanfyri, og tað
en rætt at taka hann.
Teir mugu hava ótta fyri
at koma innum.
Herman Hermansen,
skipari:
Eg haldi, at trolarin
fekk harðan dóm. Av
vitnisfrágreiðingini trúði
eg skiparanum, at rad-
arin var í ólagi, og at
hann soleiðis ikki kundi
siga nóg gjølla, hvar
hann var. Men er hann
tikin, so má hann eisini
fáa dóm, tí sleppur hann
undan, kundi tað hent,
at útlendskir trolarar
ofta lógu og fiskaðu ein
hálvan fjórðing innan-
fyri.
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
tVPZL
SPEGILS-
MYNDIN
Heim til jóla
Bæði Makarios og Konstantin hava staðið og bíðað eftir
at sleppa heim.
Mánadagin kom Tórs-
búgvin, nýggja skipið hjá
P/F Stalli á Havnina.
Tórsbúgvin er bygdur á
Frostad skipasmiðjuni í
Noreg. Kostnaðurin liggur
um 4,1 miljón norskar
krónur.
Tórsbúgvin er útgjørdur
til at veiða við línu og
gørnum, men tað er eisini
lætt at umbyggja skipið til
trol, sigur skiparin Mein-
hardt Djurhuus. Væntandi
fer skipið fyrst á gama-
veiðu undir Føroyum. Tað
verður ikki farið fyrr enn
eftir nýggjar.
Meinhardt Djurhuus
hevur í heyst verið skipari
á Tummas T, sum er á
gamaveiðu undir Grøn-
landi. Hann fór í land,
áðrenn túmrin var liðugur
fyri at fara yvir til Noregs
eftir tí nýggja skipinum.
Hann sigur, at fiskiskap-
urin undir Grønlandi hjá
garnaskipunum er ógvu-
liga smáligur. Vanliga
plaga skipini at fáa meira,
tá tað líður út á heysti,
men í seinastuni hava tey
fingið minni enn tey fingu
fyrr i heyst. Tá Meinhardt
Djurhuus fór í land av
Tummas T 28. november,
høvdu teir fiska eini hálvt-
annaðhundrað tons.
Verður nú
filmatiserað
Skaldsøgan hjá Hans
Kirk «Útróðrarmenn»
skal nú filmatiserast til
sjónvarpið. Filmurin,
sum verður í litum-, skal
sendast í øllum teimum
norðurlendsku sjón-
vørpunum á heysti í
1976. Tað verða seks
sendingar, sum hvør
varar í ein tíma.
Henda skaldsøgan
var fyri nøkrum árum
síðani lisin í føroyska
útvarpinum.
Myntur fyri
125.000 kr.
Ein silvurpengi, sum er
meira enn 1000 ára
gamal, er seldur í Lon-
don til ein skandinav-
iskan myntahandlara
fyri 125.000 krónur.
Pengin, sum varð seld-
ur á uppboði, er frá ári-
num 958 og stavar frá tí
tiðini, tá norski víking-
urin, Eirik Blóðøksu,
ráddi í Northumbria í
N orðuronglandi.
Nógv deyð av
drykkjuskapi
í eini frágreiðing, sum
franska stjórnin hevur
latið gera, verður sagt,
at i 1972 doyðu minst
4450 fólk í Fraklandi
orsakað av drykkju-
skapi. Umframt hesi
doyðu 17.600 fólk av
livrasjúku, sum tey
høvdu fingið av alko-
holnýtslu. Frágreiðing-
in sigur, at minst tvær
miljónir av teimum 55
miljónunum í Fraklandi
kunnu sigast at vera
drankarar, og mæll
verður til, at roynt
verður at fáa fólk at
drekka minni. Frágreið-
ingin mælir m.a. til, at
forboð verður sett fyri
slíkum reklamum sum:
«Vatnið er dálkað —
drekkið vín».
31.000 deyð
av pokum
Frá januar til oktober í
ár hava pokurnar kravt
LEYST
OG
FAST
na'stan 31.000 manna-
lív í India. Allir lands-
lutirnir i landinum hava
verið raktir av sjúkuni:
ár, men ringast hevur
skilið verið i Bihar, har
meira enn 21.000 fólk
eru deyð.
Bíligari
jóladøgurði
Meðan prisirnir á næst-
an øllum vørum fara
upp, hevur amerikansk-
a verjumálaráðið boðað
frá, at kostnaðurin á
jóladøgurðanum hjá
hermonnunum er fallin
við sjey prosentum í
mun til i fjør. Orsøkin
er, at prísurin á reyðum
og kalkunum er fallin.
Ein jóladøgurði fer í ár
at kosta stjórnini 8,93
kr. ímóti 9,64 kr. í fjør.
Niðurskotin
í 1940
í Bretlandi hava teir
nýliga funnið eitt týskt
Messerschmidtflogfar,
sum var niðurskotið
undir slagnum um Ong-
land fyri 34 árum síð-
ani. Bretsku myndug-
leikarnir royna nú at
finna fram til, hvør
flogskiparin er, sum var
funnin inni í flogfarin-
um. Teir rokna við at
tað fer at eydnast at fáa
at vita, hvør maðurin
var. Tað er ikki so langt
síðani, at eitt annað
niðurskotið týskt flog-
far varð funnið á einum-
øki, har illa slepst til.
Tá eydnaðist at finna
fram til, hvussu flog-
skiparin æt, og tað varð
eisini funnið fram til
konu hansara, sum nú
arbeiðir sum lækni í
Paris.
jyiinkar
Tað stóra amerikanska
blaðið Los Angeles
Times fer at hava 5,2%
smærri síður eftir
nýttar, av tí at papp-
írið er dýrkað so nógv.
Blaðið skal framvegis
hava seks teigar sum
verða smalri. Innihald
skal tó vera tað sama, tí
eisini bókstavirnir skul-
u minkast.
E
N
A
S
S
I