Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 12

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 12
Síða 12 MÍN MEINING Heldur tú, at skiparin á Scottish King fekk harð- an dóm? Halldór Jóhansson, keypmaður: Ein dómur er ongantíð harður, tá hann er rætt- vísur. At radarin ikki var i lagi er eingin um- bering, og tað er ein á- varing til aðrar. Tað er rætt at taka trolaran, sjálvt um hann bert var ein hálvan. fjórðing inn- anfyri. Sørin Meinhard Juitin- ussen, fyrrv. arbeiðs- formaður: Tað nyttar einki at geva ein mildan dóm. Ein trolari, sum er tikin innanfyri, hevur ætlað at verið innanfyri, og tað en rætt at taka hann. Teir mugu hava ótta fyri at koma innum. Herman Hermansen, skipari: Eg haldi, at trolarin fekk harðan dóm. Av vitnisfrágreiðingini trúði eg skiparanum, at rad- arin var í ólagi, og at hann soleiðis ikki kundi siga nóg gjølla, hvar hann var. Men er hann tikin, so má hann eisini fáa dóm, tí sleppur hann undan, kundi tað hent, at útlendskir trolarar ofta lógu og fiskaðu ein hálvan fjórðing innan- fyri. TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974 tVPZL SPEGILS- MYNDIN Heim til jóla Bæði Makarios og Konstantin hava staðið og bíðað eftir at sleppa heim. Mánadagin kom Tórs- búgvin, nýggja skipið hjá P/F Stalli á Havnina. Tórsbúgvin er bygdur á Frostad skipasmiðjuni í Noreg. Kostnaðurin liggur um 4,1 miljón norskar krónur. Tórsbúgvin er útgjørdur til at veiða við línu og gørnum, men tað er eisini lætt at umbyggja skipið til trol, sigur skiparin Mein- hardt Djurhuus. Væntandi fer skipið fyrst á gama- veiðu undir Føroyum. Tað verður ikki farið fyrr enn eftir nýggjar. Meinhardt Djurhuus hevur í heyst verið skipari á Tummas T, sum er á gamaveiðu undir Grøn- landi. Hann fór í land, áðrenn túmrin var liðugur fyri at fara yvir til Noregs eftir tí nýggja skipinum. Hann sigur, at fiskiskap- urin undir Grønlandi hjá garnaskipunum er ógvu- liga smáligur. Vanliga plaga skipini at fáa meira, tá tað líður út á heysti, men í seinastuni hava tey fingið minni enn tey fingu fyrr i heyst. Tá Meinhardt Djurhuus fór í land av Tummas T 28. november, høvdu teir fiska eini hálvt- annaðhundrað tons. Verður nú filmatiserað Skaldsøgan hjá Hans Kirk «Útróðrarmenn» skal nú filmatiserast til sjónvarpið. Filmurin, sum verður í litum-, skal sendast í øllum teimum norðurlendsku sjón- vørpunum á heysti í 1976. Tað verða seks sendingar, sum hvør varar í ein tíma. Henda skaldsøgan var fyri nøkrum árum síðani lisin í føroyska útvarpinum. Myntur fyri 125.000 kr. Ein silvurpengi, sum er meira enn 1000 ára gamal, er seldur í Lon- don til ein skandinav- iskan myntahandlara fyri 125.000 krónur. Pengin, sum varð seld- ur á uppboði, er frá ári- num 958 og stavar frá tí tiðini, tá norski víking- urin, Eirik Blóðøksu, ráddi í Northumbria í N orðuronglandi. Nógv deyð av drykkjuskapi í eini frágreiðing, sum franska stjórnin hevur latið gera, verður sagt, at i 1972 doyðu minst 4450 fólk í Fraklandi orsakað av drykkju- skapi. Umframt hesi doyðu 17.600 fólk av livrasjúku, sum tey høvdu fingið av alko- holnýtslu. Frágreiðing- in sigur, at minst tvær miljónir av teimum 55 miljónunum í Fraklandi kunnu sigast at vera drankarar, og mæll verður til, at roynt verður at fáa fólk at drekka minni. Frágreið- ingin mælir m.a. til, at forboð verður sett fyri slíkum reklamum sum: «Vatnið er dálkað — drekkið vín». 31.000 deyð av pokum Frá januar til oktober í ár hava pokurnar kravt LEYST OG FAST na'stan 31.000 manna- lív í India. Allir lands- lutirnir i landinum hava verið raktir av sjúkuni: ár, men ringast hevur skilið verið i Bihar, har meira enn 21.000 fólk eru deyð. Bíligari jóladøgurði Meðan prisirnir á næst- an øllum vørum fara upp, hevur amerikansk- a verjumálaráðið boðað frá, at kostnaðurin á jóladøgurðanum hjá hermonnunum er fallin við sjey prosentum í mun til i fjør. Orsøkin er, at prísurin á reyðum og kalkunum er fallin. Ein jóladøgurði fer í ár at kosta stjórnini 8,93 kr. ímóti 9,64 kr. í fjør. Niðurskotin í 1940 í Bretlandi hava teir nýliga funnið eitt týskt Messerschmidtflogfar, sum var niðurskotið undir slagnum um Ong- land fyri 34 árum síð- ani. Bretsku myndug- leikarnir royna nú at finna fram til, hvør flogskiparin er, sum var funnin inni í flogfarin- um. Teir rokna við at tað fer at eydnast at fáa at vita, hvør maðurin var. Tað er ikki so langt síðani, at eitt annað niðurskotið týskt flog- far varð funnið á einum- øki, har illa slepst til. Tá eydnaðist at finna fram til, hvussu flog- skiparin æt, og tað varð eisini funnið fram til konu hansara, sum nú arbeiðir sum lækni í Paris. jyiinkar Tað stóra amerikanska blaðið Los Angeles Times fer at hava 5,2% smærri síður eftir nýttar, av tí at papp- írið er dýrkað so nógv. Blaðið skal framvegis hava seks teigar sum verða smalri. Innihald skal tó vera tað sama, tí eisini bókstavirnir skul- u minkast. E N A S S I

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.