Tíðindablaðið - 07.02.1975, Side 2

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Side 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975 • Tíðindablaðið Útgevari og blaðstjóm: Árni Absalonsen HF- ú tb úgvingin Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Meira fyri minni Umboð fyri ídnaðarskipini hava vent sær til landsstýrið um at roynt verður at finn- a eina gongda leið burturúr ti álvarsligu støðu, sum idnaðarskipini eru komin i við ti lága prisinum á idnaðarfiski. Vit hava nógv nýggj skip, sum skulu gjalda nógvan pening i rentu og avdrátti, og stórt mætari man tað ikki vera hjá teimum gomlu skipunum, tí har fer nógv- ur peningur til umvælingar og viðlika- hald. Hvat útspæl landsstýrisins verður, vita vit onki um enn, møguliga kemur eitt uppskot um at geva skipunum eitt iskoyti i prisin. Spumingurin kann so vera, hvussu leingi ein skal halda lív i eini vinnu, sum ikki ber seg. Fáa skipini ong- ar møguleikar at klára seg, verður ikki stórt annað at gera enn at selja tey av landinum. Skuldi tað so hent, at prisurin um stutta tið fer uppaftur, og vit tá hava latið ein stóran part av einum góðum og kostbarum produktiónsapparati gliða okkum av hendi, so kann tað vera, at á- sannast má, at vit hava mist meira fyri minni, ti skipini eru nógv dýrkað i sein- astuni. Ein annar møguleiki, sum eisini kann Ugihugsast er, at iagt verður um til aðra vyipu, men ta.8 ko^tar ei§ini pening, og k^pn vera tungt, um skipini hava siglt vfð halli, ti ikki er nógv hár at royta av eihum skaflutum manni. Nú hevur HF-skeið skjótt verið í Føroyum í eitt ár, og byrjað er at taka fólk upp til næsta skúlaár. Meta vit eftir umsóknar- talinum, hevur verið stór- ur áhugi fyri hesum skúla- formi, men nógvar atfinn- ingar hava eisini verið, bæði frá naemingunum, frá lærarunum, ið undirvísa á HF, og kanska mest frá fólki, ið arbeiðir við hinar skúlamar í Føroyum. Hes- ar atfinningar hava í mongum fømm verið rætt- ar, meðan tær í øðrum før- um kanska meira hava verið atfinningar av allari tí føroysku skúlaskipanini enn júst av HF. Lat hetta bert vera nakrar fáar viðmerkingar til HF, gjørdar av einum, sum hevur arbeitt við hes- um, siðani tað byrjaði í Føroyum í fjør. HF hoyrir til tað, vit kalla «hægri skúlar», og stigið á próvnum kann sammetast við students- prógvið. HF-prógv gevur sostatt atgongd til hægri útbúgvingar sum t.d. uni- versitetið, men lat hetta vera sagt beinan vegin: HF miðar ikki bert móti universitetinum, men eis- ini og kanska heldur móti útbúgvingum á millum- teknikara-stignum og tí- líkum, og er her eitt meira hóskandi prógv enn stu- dentsprógvið við tað, at undirvísingin ikki er so teoretisk, men meira ætlað til beinleiðis nýtslu aftan á Iokna skúlagongd. Nógv fólk spyrja seg sjálvan, um tað er neyðugt við hesi longu skúlaút- búgvingini, um øll skulu hava eina hægri útbúgving og um samfelagið hevur brúk fyri hesum. HF er liðilig skúlaskipan, men tað kemst ikki burtur frá, at hon er donsk, og hetta gevur vissar trup- uleikar, skrivar Gunvør Hoydal og spyr um tað ikki hevði verðið betri at gjørt eina føroyska HF- skipan og fingið hana viðurkenda í útlondunum. Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur nakað soleið- is: ■ « Um tú livir fyri 1 ár, skalt tú planta rís. Um tú livir fyri 10 ár, skalt tú planta trø. Um tú livir fyri 100 ár, skalt tú útbúgva fólkið. Hetta orðatakið er gam- alt, men hevur tó gildi nú meira enn nakrantíð. Okk- ara samfelag broytist alla tíðina og verður meira og meira kompliserað. Hetta krevur, at øll mugu ganga í skúla longri enn fyrr og at fleiri og fleiri fólk fáa út- búgving. I flestu granna- londum er undirvísingar- skyldan longri enn her, ofta 12 ár. Her kemur so næsti spurningur: Hvat er tað fyri eitt samfelag, vit út- búgva fólk til? Og hvørji eru tað í samfelagnum, sum fáa útbúgving? Vit kunnu øll vera samd um, at skúlaskipanin í Føroyum er donsk, og av orðaskiftinum, sum hevur verið seinasta árið um skúlan í Føroyum, er nógv sum bendir á, at henda skipanin kanska ikki hósk- ar so væl til tað føroyska samfelagið. Tjak um skúl- an hevur ikki bert verið í Føroyum men eisini aðra- staðni, m.a. í Danmark. Her hevur verið spurt um, hvørji í tí danska samfel- agnum skúlin er gjørdur til, og svarið er, at í Dan- mark, sum flest aðrastaðni í Vesturlondunum er skúl- in gjørdur eftir viðurskift- um og tørvi hjá miðal- stættini ella kanska hjá yvirstættini. Tey, ið ikki koma úr hesum kringum- støðum, hava tí ringari úmstøður at klára seg í skúlanum, tí skúlin er teimum fremmandur. Føra vit hetta yvir á Føroyar, verður úrslitið, at vit her ikki bert hava ein skúla fyri eina miðalstætt, men fyri eina miðalstætt í einum øðrum landi, sum bæði søguliga, mentunar- liga, yrkisliga og málsliga víkir frá tí føroyska sam- felagnum vegna tær geo- grafisku og fysisku um- støðurnar hjá Føroyum. Tí verða trupulleikarnir so stórir her, og tí er orða- skiftið um skúlán so neyð- ugt. Tað, sum nú er hent, er, at føroyingar hava fingið ein danskan skúlaform aft- urat, HF, og ein partur av atfinningunum stendst av hesum. í tí fløkjuni, sum nú er, við eini skúlaskipan, sum ikki er samskipað, men meira ein rúgva av leysum endum, var so neyðugt at innflyta ein leysan danskan enda aftur- at? Hetta kann tykjast løg- ið, men kann tó til ein vissan mun verjast út frá ávísum sjónarmiðum. Síðani HF varð sett á stovn í Danmark í 1966, hevur verið tosað um at fáa HF í Føroyum, men ikki fyrr enn januar 1974, tað er nú eitt ár síðani, kom boð frá landsstýrin- um, at HF-skeið skuldi byrja í Hoydølum og sam- stundis í Klaksvík og Suð- uroy aftan á summarfrí- tíðina sama ár. Hetta var stutt freist at fáa, men lærarnir, sum kundu væntast at skula undirvisa á HF, fóru undir at arbeiða við málinum. Nógvir fund- ir og nógv orðaskifti vóru, men úrslitið var, at vit hildu, at HF var ein so lið- iligur skúlaformur, at hann betri kundi gerast hóskandi til tað føroyska samfelagið enn teir skúla- formar, ið eru, samstundis sum hann sosialt, og við tað, at HF kom á bygd, eisini regionalt, var ein meira rættvísur skúla- formur. Áðrenn HF var sett á stovn, kravdist eitt stud- entsprógv fyri at koma inn á universitetið og nógvar aðrar hægri lærustovnar. Fyri at koma inn á ein studentaskúla krevst statskannað roynd úr 2. real. Á ungum aldri skal Framhald á bls. 8 m Nevndarval Um ósemjuna á tingi um val av marknaðarnevndini skrivar Sosialurin: Viðvíkjandi marknaðar- nevndini var semja um í seinasta valskeiði at víkja frá tingskipanini og geva øllum flokkum umboð í hesi nevnd, t.v.s. eisini teimum flokkum, sum sambært reglumar um lut- falsval ikki áttu umboð. Orsøkin til hetta undantak vóru tær serstøku umstøð- urnar, sum gjørdu seg galdandi við felagsmarkn- aðarmálinum. Hetta mál er nú endaliga avgreitt á SJÓNARMIÐ tingi og er tí natúrligt at venda aftur til tingskipan- ina og velja marknaðar- nevndina sambært reglur- nar um lutfalsval, soleiðis sum ásett er í tingskipan- ini. Men her hendi tað løgna, at fyrst Hilmar Kass, síðani Kjartan Mohr og at enda eisini Pauli Ellefsen mótmæltu, at val- ið fór fram sambært ting- skipanina. I hesum føri má spurn- ingurin vera: Skal eitt undantak, sum er gjørt einaferð, føra til, at vit á- haldandi og í allari framtíð skulu bróta ella ganga utt- an um tingskipanina? Sjálvandi nei! Hendingin á tingi seinasta mikudag kann tí einans takast sum ein ávaring ímóti, at vit í framtíðini gera slík undan- tøk, tá avleiðingarnar tykjast vera, at menn vilja hava hesi undantøk at galda fyri allar tíðir tvørt- ur um galdandi skipan. Krypils-loysn Dimmalætting skrivar, at tað var fyri ikki at koma nýggju samgonguni í vanda, at landsstýris- flokkarnir settu eitt kryp- ilsuppskot fram sjóvinnuni viðvíkjandi: Longu við at ugga út- róðrarmenn og aðrar við, at krypilsuppskotið bert kemur at verða galdandi í tveir mánaðar, tí at eitt heildarloysnar-uppskot fer at koma úr Tinganesi til apríl, viðganga nýggju samgongumenninir, at meira enn fugls føði er ikki í krypilsuppskotinum. Men hvussu skal nú verða mett um heildarloysnina, sum aftaná kemur? Helst kemur hon, so ójavnir samgonguflokkarnir nú eina ferð eru á máli, at verða eins krypilskend sum fyribils-loysnin. Cltlendsk fyrimynd 14. September skrivar, at tað hevur allan týdning i vinnulívsútbúgvingini, at tey uppvaksandi ættarlið frá barnsbeini verða knýtt at vinnulívi landsins: Fara vit nakað aftur í tíðina síggja vit, at fyrr tóku børnini frá barnsbeini lut í allari vinnug- bæði úti og inni. MerSSer kom so við og við broj^mg í, og nú í dag hava vit skúla- skap, sum í mongum før- um stendur uttan fyri tað samfelag, ið vit skulu liva í. Yrkisskúlarnir eru ikki nakað undantak í so máta. Teir eru smíðaðir eftir út- lendskari fyrimynd, ikki eftir tørvi føroyska vinnu- lívsins — og harvið ei heldur eftir tørvi tess fólks sum her veksur upp, og sum her skal liva. Neyvan ber vælvild Eygað skrivar, at tað er neyvan ber vælvild fyri veljarunum, sum hevur fingið landsstýrisflokkar- nar at almannakunngera samgonguskjalið: Ein grund kann vera, at samgonguflokkarnir sum frálíður skulu brúka hetta skjal sum argument fyri, at teir ikki styðja mál, sum annars samsvara væl við stevnuskráir teirra, og ein onnur grund kann vera, at flokkarnir skulu brúka hetta skjal til at sláa hvønn annan í høvdið við, tá tað gongur striltið at fáa framt ætlað tiltøk. Bert tað, at samarbeiðs- grundarlagið er alment, kann vera flokkunum til hjálpar, tá teir vera kroystir av andstøðuni, samstundis sum tað skuldi bundið flokkarnar nærri hvørjumøðrum enn um samarbeiðsgrundarlagið var loyniligt. ♦

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.