Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 6

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 6
wwm TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975 Síða 6 Eitt nýtt blað í søguni Anwar Sadat forseti i Egyptalandi sigur, at Sovjetsamveldið og Eg- yptaland eru nú komin á eitt nýtt blað í søguni um viðurskiftini millum •! hesi bæði londini. Eftir tingingar við sovjett- iska uttanríkisráðharr- : an, Andrei Gromyko, sum hevur vitj að Kairo, segði Sadat, at tað er full semja millum bæði londini. Teir komu á- : samt um summar av teimum spurningum, í sum viðgjørdir vóru, 1 men aðrir týðandi spur- ningar skulu bíða til sovjettiski aðalskrivar- in Leonid Brezjnev ; kemur til Kairo at vitja. Sadat segði, at eftir vitjanina hjá Gromyko : er Egyptaland nu til reiðar at taka imóti am- erikanska uttanríkis- ráðharranum, sum kemur til Kairo um stutta tið. Egyptiski forsetin segði, at undir royndunum at fáa frið í Miðeystri er tað um- ráðandi at roynt verður at gera skjótt av, tí tað verður avgerandi hvat ið hendir teir komandi triggjar mánamar. Andrei Gromyko : segði, at tær samráð- ingar, sum hann hevur havt í Kairo, hava verið týdningarmiklar. Hann segði, at tað er ikki endaliga avgjørt, nær Brezjnev skal vitja Kairo. Brezjnev skal eisini vitja Sýrialand og Irak. Ikki stór úrslit Vesturtýski samveldis- kanslarin, Helmut Schmidt, og franski for- setin, Giscard d’Es- taing, tingaðust í Paris mánadagin og týsdag- in. Eftir tingingamar segði franski forsetin, at teirra sjónarmið lógu ikki langt frá hvørjum- øðmm viðvíkjandi prís- inum á landbúnaðar- vømm og bretsku ting- ingarnar við felags- marknaðin um treytir- nar fyri bretskum lima- skapi í EF. Eygleiðarar í Paris siga tó, at tað em ikki tey stóru úrslitini, sum em komin burturúr tingingunum. Teir vóru samdir um, at ein fund- ur eigur at haldast mitt í mars millum oljufram- leiðarar og oljukeypar- ar. STUTT UTTANEFTIR Tingast um samvinnu Embætismenn fyri handilssamgongumar, Comoecon og Felags- marknaðin, hittust týs- dagin til fundar í Mos- kva. Tíðindi siga, at embætismenninir skulu royna at finna fram til, hvussu hesar báðar samgongur kunnu fáa í lag størri samband sín- ámillum. Tað var vænt- að, at fundurin fór at vara í tríggjar dagar, og hetta er mest at skilja sum ein fyrireik- andi fundur til samráð- ingar, sum ætlanin er at hava seinni. Heath tekur seg aftur Tann fyrrverandi bretski forsætisráð- harrin, Edward Heath, hevur tikið seg aftur sum formaður í tí kon- servativa flokkinum og sum leiðari fyri kon- servativu andstøðuni i tinginum. Hann boðaði frá hesum, eftir at hann hevði verið við undir- lutan í eini atkvøðu- greiðslu í flokkinum um formansstarvið i flokk- inum. Edward Heath fekk 119 atkvøður og Margaret Tatcher fekk 130. Hon fekk tó ikki nóg nógvar atkvøður til at verða vald í fyrsta umfari, og ti verður ein atkvøðugreiðsla hildin aftur seinni. Tann fyrr- verandi ráðharrin fyri Norðurírland, William Whitelaw, hevur sagt frá, at hann fer at royna at gerast formaður við annað umfar av for- mansvalinum. Marga- ret Tatcher, sum er 49 ára gomul, er tann fyrsta kvinna, sum hev- ur havt nakran veru- ligan møguleika at ger- ast formaður í tí kon- servativa flokkinum í Bretlandi. Tað verður roknað við, at aðrir konservativir politikar- ar fara at royna at vinna formanssessin. Edward Heath var forsætisráðharri frá 1970 til 1974. Tað gjørdist greitt, at tað var ivingarsamt, um hann fór at vera sitandi sum formaður í flokk- inum, eftir at hann hevði tapt tvey parla- mentsval í fjør. Til USA at biðja um at fáa vápn Týsdagin byrjaði pakistanski forsætis- ráðharrin, Ali Bhutto, eina fýra daga langa vitjan til Washington. Millum ann- að ætlaði hann at royna at fáa amerikan- ararnar at taka eitt forboð um sølu av vápnum til Pakistan úr gildi. Hetta er aðru ferð, at Ali Bhutto vitjar Washington tey trý árini, hann hevur staðið á odda fyri pakis- tansku stjórnini. Seinast hann var har var í septem- ber í 1973, meðan Nixon enn sat í Hvítu Húsunum, men hart kroystur av Wat- ergate-gøluni, sum seinni noyddi hann frá. Eisini ta ferðina royndi Bhutto at fáa amerikanar- amar at lata seg fáa vápn, men tað var tó als ikki tað einasta endamálið við vitj- anini hjá honum. Forboð síðani 1965 Siðani kríggið millum In- dia og Pakistan í 1965 hev- ur USA ikki viljað selt hesum báðum londum vápn. Alment er onki frætt um, at amerikanararnir eru sinnaðir at taka hetta bannið úr gildi. Eitt und- antak gjørdi Nixon tó í 1970, tá hann gekk við til at selja ávís sløg av her- naðarligari útgerð til Pak- istan. Tað er tó ymiskt, sum bendir á, at amerikanarar- nir ikki hava í hyggju at halda fast við vápnafor- boðið. Ein gmnd til, at teir hava verið trekir at játta Ali Bhutto vápn er, at teir vita, at henda avgerð fer ikki at vera væl umtókt í India, og hetta kundi so skatt royndimar at bøta um viðurskiftini millum hesi lond. Tó segði Nixon fleiri ferðir, at hann meinti, at indarar gjørdu ov nógv av, tá teir talaðu um at Pak- istan er ein hóttan fyri India. Hann segði, at tað var als ikki nakar ivi um, at India var tað nógv sterkara landið, og tí kundi Pakistan ikki vera nøkur álvarslig hóttan. Kann gjalda Kortini er tað greitt, at USA kemur ikki at senda vápn til Pakistan í so stór- um nøgdum, sum gjørt varð fyrr, men takkað verið peningaligari hjálp frá arabarunum, kann Pakistan eftir øllum at døma gjalda fyri øll tey vápn, sum landið fær. Um Gerald Ford ger av, at hann vil selja Pakistan vápn, so kann hann rokna við tí møguleika, at kon- gressin sigur nei. Tá Ali Bhutto kom til Washing- ton var tað greitt, at amer- ikanskir embætismenn høvdu ikki tikið støðu til, hvat teir skuldu siga til áheitanina frá forsætisráð- harranum um at fáa vápn. Or Washington siga menn, at londini í Asia ikki longur standa so ovarlaga sum fyrr á amerikanska Iistanum yvir tey mest týðandi politisku málini. Síðani 1973 eru viður- skiftini nakað batnað mill- um Pakistan og India, men ikki so nógv, at lond- ini eru til reiðar at slaka í útbygging av verjuni móti hvørjumøðrum. Tey vers- naðu viðurskiftini millum Pakistan og Afghanistan og Iran hava skapt trupul- Ieikar fyri Pakistan, og Bhutto hevur eisini sagt, at spreingingin av tí fyrstu indisku kjarnorkubumbuni er ein atvoldin til, at tað er umráðandi hjá landinum at fáa meira vápn. Vápnahjálpin til Turkaland steðgað Turkar fara at taka støðu sína í NATO upp til viðgerðar av nýggjum Tað var longu í fjør, at amerikanska kongressin avgjørdi, at vápnahjálpin úr USA til Turkalands skuldi steðgast, um ikki framstig hendu undir royndunum at loysa Ky- pros-spurningin. Tvær ferðir hevur avgerðin at steðga vápnahjálpini verið útsett, men mikudagin í hesi vikuni kom forboð umsíðir í gildi. Bæði Henry Kissinger uttanríkisráðharri og Ger- ald Ford forseti vóru hart ímóti at forboðið kom í gildi, men tá Kissinger í síni seinastu frágreiðing til kongresSina um viðurskift- ini á Kypros mátti ásanna, at lítil framstig vóru hend í royndunum at loysa stríðið har, so avgjørdi kongress- in, at nú skuldi ikki bíðast við vápnaforboðnum til Turkalands. Onki við Kypros at gera Týskvøldið helt turkiska trygdarráðið ein fund um málið nakrar tímar, áðrenn forboðið varð sett í verk. Eftir fundin segði turkiski forsætisráðharrin, at tað er eitt ógvuliga stórt mis- tak av amerikansku kon- gressini at steðgað hernað- arligu hjálpini til Turka- land. Hann segði, at tað er skeivt at rokna vápna- flutningin sum eina gávu ella eina tænastu, ið USA hevur gjørt Turkalandi. Hann segði, at Turkaland fer nú at taka støðu sína mótvegis USA upp til við- gerðar av nýggjum, og fer møguliga eisini at taka sina støðu í NATO upp til umhugsunar. Turkiski forsætisráð- harrin legði stóran dent á, at hesin vápnaspurningur hevur onki við Kypros- kreppuna at gera, og uttan mun til, hvussu stórt trýst ið verður lagt á landið, fer Turkaland at halda fram við at verja tey lógligu rættindini hjá turkisku kypriotunum, segði hann. Hornasteinurin Grundin tU, at Kissinger var so íðin eftir at fáa hjálpina at halda fram er tann, at eftir hansara upp- fatan er Turkaland homa- steinurin undir royndun- um hjá USA at kunna gera seg galdandi i eystara parti av Miðalhavinum. Hann hevur sagt, at vandi er fyri, at Turkaland kann taka seg burturúr NATO og áleggja amerikanamn- um at taka herfólk sítt av teimum støðunum, sum teir hava í Turkalandi. Undir tí orðaskifti, sum leingi hevur verið í USA um málið, hevur Kissinger eisini sagt, at steðgar USA vápnahjálpini, so fer hetta at minka um møguleikar- nar hjá USA at hjálpa til at loysa trætuna um Ky- pros. Turítiskir hermenn á Kypros

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.