Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 12

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Page 12
 Síða 12 TÍÐINDABLAÐIÐ frí MÍN MEINING Á ttu føroyingar at fingið sær eitt ferðamannaskip til at siglt millum lond? •## § . f; Jí **lil á x m m M Amariel Norðoy, listar- maður: Tað er uttanhandað, at tað ikki slepst av landinum sjóvegis alt ár- ið, tí tey eru mong, sum heldur vilja sigla enn flúgva. Men hetta er eis- ini ein økonomiskur spumingur, og tað sigst at vera ringt at fáa eitt ferðamannaskip at bera seg. Sjálvur dámar mær væl at flúgva. Noomi Juliusson, hús- móðir: Sjálvandi skuldu vit átt eitt tílíkt skip. Tað likist ongum, at ferða- flutningurin um veturin bert skal vera við flog- fari; nógv em jú, sum ikki hætta sær at flúgva. Um summarið hevði ikki verið torført at fingið eitt ferðaskip at borið seg, og um veturin kundi skipið so siglt til Føroy- ar eina ferð um mánan, og annars siglt í charter- sigling. Marius Rubeksen, yvir- assistentur: Tað haldi eg avgjørt, men tað skal ikki ganga igjøgnum skattgjaldið. SPEGILS- MYNDIN Arabararnir eru farnir at keypa sær jarðarognir í øðmm londum. Er ongin blettur eftir? Dómstólur hevur TT &\M | I peningi og føstum ogn- W ^ III um var ikki so ógvuliga nógv eftir tann kenda mál- aran, men hann átti eini 1300 málningar og stand- myndir, sum hann sjálvur hevði gjørt, og virðið á teimum lá um 600 miljónir krónur. Tað hevur verið strið um, hvør ið er arvingur og hvussu nógv hvør teirra skal hava. Fronsku dóm- stólamir, sum hava við- gjørt arvasakina, hava av- gjørt, at tað em fimm fólk, Sum skulu arva. Einkjan eftir málaran, Jaqueline, skal hava helvtina (300 miljónir krónur), Paulo Pi- casso, ið er sonur málaran, fær fimm sekstandapartar, eini 187 miljónir. Hini trý, sum arva, fáa ein sekst- andapart hvør. Tann almenna metingin av ognunum hjá Picasso er ikki gjørd enn. Tá meting- in er gjørđ, skulu dómstól- amir avgera, hvørji av listarverkunum, ið statur- in skal hava fyri arvagjalđ, sum er uppá 20 prosent. Tá hetta er gjørt, fáa arv- ingamir sín part. Málningamir verða goymdir undir ógvuliga strongum vaktarhaldi. Tá tann kendi málarin, Pablo Picasso, doyði í heimi sínum í Suðurafrika fyri sløkum tveimum árum síðani, lá onki testamenti eftir hann, og hetta førdi til eitt stórt stríð millum arvingarnar. Flutti øl við flogfari Ein sak um 40 kassar av øli kann gera, at Henry Kissinger slepp- ur ikki longur at hava tvey flogfør, tá hann fer á embætisferðir. Tá Kissinger fer út at ferð- ast hevur hann vanliga tvey flogfør við sær. Við øðrum flogfarinum er ein pansarbilur og livverjarnir hjá honum, men hetta flogfarið er eisini brúkt til at flyta 40 kassar av øli frá vesturstrondini til eyst- urstrondina av USA. Hetta hevur ført til, at menn em farnir at finn- ast at, at ov nógv verður oyðsla, og fleiri bløð hava kravt, at utt- anríkisráðharrin i fram- tíðini bert hevur eitt flogfar, tá hann ferðast fyri at spara brenni- evni, og at hann hevur bilin í tí. Fleiri miljónir í forskoti Eitt amerikanskt forlag hevur boðið Nixon eitt forskot upp á tríggjar miljónir krónur fyri endurminningar hans- ara. Eitt bretskt forlag hevur boðið tí fyrrver- andi forsetanum 1,8 miljónir krónur, og eitt japanskt tilboð er eisini komið uppá 3 miljónir. Tað verður hildið, at á- hugin fyri endurminn- ingunum hjá Nixon verður so mikið stórur, at hann kemur at vinna nógvar miljónir krónur fyri tær. Ein meting sigur, at hann kemur at fáa so mikið nógv fyri tær, at hann í gjaldi til tað almenna skal rinda 15 miljónir krónur av tí, sum hann fær. Myrt 8 fólk í 2 mánar I Los Angeles var ein 45 ára gamal maður myrdur í síðstu viku. Hann var skorin á háls, og hetta er áttanda morðið av hesum slag- LEYST OG FAST num í Lós Angeles teir seinastu 'tveir mánar- nar. Politiið sigur, at tað kann ikki vera ivi um, at tað er tann sami maðurin, sum hevur framt øll hesi morðini. Allir teir átta, sum eru myrdir, eru menn mill- um 40 og 50 ára aldur. Etur saman við vanligum fólki Franski forsetin, Gis- card d’Estaing, boðaði frá í nýggjársrøðu sini, at hann av og á ætlaði at eta døgurða saman við vanligum fronskum familjum, og hann hev- ur síðani tá fingið inn- bjóðing frá meira enn 2000 fólkum um at koma og eta døgurða saman við teimum. Hann hevur tikið av eini slíkari innbjóðing. Tað var tá hann fyri stuttum fór at eta døg- urða saman við einum hjúnum, sum búðu í eini lítlari íbúð við Seineánna. Til steðar vóru eisini onnur fólk. Konan í húsinum greiddi frá fyri pressuni dagin eftir, at teir høvdu talað um síni viðurskifti við døgurða- borðið, men lítið varð tosað um politikk. Giscard er ikki júst soleiðis, sum fólk flest hava hugsað sær ein forseta, skriva bløðini. Hann hevur ofta verið at sæð einsamallur í býnum. Hann er sædd- ur at ganga túr við hundunum hjá sær, og hevur eisini verið einsa- mallur í biograf. Hann kemur ofta saman við fólki, sum mugu rokn- ast sum mótstøðumenn hansara politiskt. Tær mongu søgurnar um forsetan hava eisini ført til, at tað verður sagt um hann, at hann hevur samband við ym- sar kvinnur, og at hann skal skiljast frá konu síni. Kanska er tað fyri at avlíva slíkar søgur, at hann í seinastuni hevur ofta verið at sæð alment saman við konu sfni. g A 8 8 I

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.