Føringatíðindi - 01.01.1890, Side 1
FØRlNGATÍÐÍNDÍ.
Nr.
Januar 1890.
Arg.
FÓRINGATÍÐINDI kemur út fyrsta
Tórsdagin í hvorjum mánaði og kostar i
krónu um árið.
FÓRINGATÍÐINDI vil fremja tað, ið
Foringafelag stevnur at, sum er: at verja
Forja mál og Forja siðir; royna at vekja
og styrkja samanhalđ millum Fóringar og
fáa teir at verða fríir í sinni og skinni.
FÓRINGATÍÐINDI vil framfóra mangt
og hvat, sum kan verða til gagn fyri ok-
kara vinnuvegir á sjógvi og landi.
FÓRINGATÍÐINDI vil, stutt og greitt,
siga nýgjastu tíðindi úr Fórjum og óðrum
londum.
FÓRINGATÍÐINDI vil frambera av
vísum, skjemtisógum og ymsum óðrum, ið
skrivast á Fóroyskum máli, so mikið, sum
rúmast kann.
Tá, ið nevndin fyri Fóringafelag tók sær
fyri at utgeva eitt blað í Fóroyskum máli,
var tað ikke frítt, at hon stúrdi fyri tí, at
blaðið vildi fáa óv nógv ímóti sær. I einum
landi, hvar í fá hava lært at læsa og enn
færri at skriva moðurmálið, er tað litið
væntandi, at eitt blað sum Fóringatíðindi
skal kunna blíva ein vælkomin gestur í
hvónsmans húsi. Tað, sum í tí stendur,
krevur at vera valgt við umhugsan, so at
folk kann hava hug at stava segígjógnum
tær ókunnugu rúnirnar. Hann, sum er
biðin til at vera stýrari fyri blaðnum,
heldur seg ikki at vera fðran at gera tað
so væl, sum tað átti at gerast; men hevur
tó tikið sær tað uppá, hopanđi at teir,
sum nakað evna, vilja hjálpa honum og at
fólk ikki vil finnast óv illa at tí, ið rangt
kann vera.
í hesum árinum, sum nú er farið, hevur
nógv verið orðað í «Dimmalætting» um,
hvussi Fóroyska málið rættast skal skrivast
ella stavast. Her skal ikki sigast mikið
um, hvat ið kann fórast framm frá ymsum
síðum til styrk fyri hendan ella handan
mátan. Herí blaðnum verður enn so leingi
roynt at fylgja tí stavingalag, Provst
Hammershaimb og Professor Svend Grunđt-
vig hildu vera tað besta. Yit vilja ikki, at
Fórjamál helđri enn onnur mál skal standa
í stað, sum tað var av úrólds tíð, tó má
ikki gloymast, at málið nú er komið í órókt.
Fólk hava ikki nú sum fyrr lagt seg eftir
at hava grein í sínum máli. Orðini sigast
ólíkliga utan at hugsa um grundina í teimum.
Eitt stavingalag, hvar í hvórt ljóð hevur
sítt merki og lítið dent verður lagt uppá,
hvat hópi er í orðinum, vilđi ivaleyst hjálpt
til at sláa fast óll merkir av tí niðurgangi,
Fóringar nú í fleiri hundra ár hava verið
staddir í. Heldri ikke má gloymast, at
bygdamálini eru komin so langt frá hvór-
jum óðrum, at neyð er at fáa ein búna
(eitt stavingalag) til at hóska uppi á teimum
j ðllum. Tí kravdi við rðttum hvórjum bygda-
máli sína ljóðskrift. Fóringafelags endamál
er ikki at slíta sundur, men heldri at knýta
saman; tí má felagsblaðið royna at javna
bygdamálini saman, og tað mann helst og
best fáast í lag, við at beina tey ígjógnum
ta rót, sum tey eru útsprungin av. Mangur
sigur, at hettar, sum skrivað hevur verið í
«Dimmalætting» og í Fóringafelags skriftum
er íslenskt; — tað er tó væl langt frá
Islenskum, um tað enn er líkt tí; — og
í hví skuldi tað ikki líkst tí? Hann er ikki
svínum líkur, ið sínum er líkur. Tað eru
so mong ljóð í tí Fóroyska málinum, at
man ikki hjálpist væl við teimum bókstavum,
| sum brúkast í Danskari skrift. Hesir nýggju
bókstavirnir mugu falla teimum ókunnigur
fyri, sum ikki hava lært at lesa annað enn
Danskt. Tó vil tað vera gjórligt fyri tey,
sum hava hug til tað, at lesa hesa skriftina
! og úttala hana, hvór eftir sínum bygdamáli.
Tað vil skjótt lærast at a ofta má úttalast
j sum ea, at æ norðan fjórð úttalast líka sum
a — suðuri á Suðuroynni sum e; at á út-
| talast nakað sum oa; at i og y úttalast líka;
at í og ý úttalast uj; at ó úttalast sum ou
og ú sum yv, ei sum aj, at g og k hava