Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 4
væntað. Veðurlagið hevur verið av tí besta
sum ynskjast kunđi fyri hesu sjúkuni. Tað
er mest í Norðragotu og á Oyri, sjúkan
gongur nú. Hvussi nógv, ið sjúkt er, kann
ikki ætlast, tí seyðurin er ikki rættaður
nýliga, og tað kemst honum sjáldan so
nær í toyveðri, at sjúkan kann kennast í
eygunum.
Lendingin á Náisoyjar eiði kom í ólag
í upganginum 27. Nov., so at nú kann ikki
lendast uttan í besta veðri. Hattuligt er
nú at rógva uttan oygja í ivingaveðri.
Fátækir menn orka ikki væl at missa bát,
tá ið teir noyðast at seta upp. Lív kunnu
ofta koma at setast til, sum nú er vorið.
Verleysar einkir við faðirleysum bornum
hava vit so nógr'ar, at hettar átti at verið
fyribyrgt. — Kann amtmaðurin ikki fáa í
lag at íendingin verður rudda sum skjótast?
Júst.
FRÁ ÚTLONDUM.
Tá ið ókunnugur maður kemur til ríkið
vil fólk fegin hoyra nýtt; so mann vera
fyrsta ferð Fðringatíðindi kemur út ímillum
manna. Frá útlondum er tað fyrst at siga,
at allastaðnis er friður í hesum parti av
heiminum, sum vit liva í (Evropa); men
allir menn standa fullvápnaðir til bardagar,
og júst tí, at allir eru so væl vápnaðir, torur
ongin loypa á. Frakkar vilja fegin vinna
attur tað land, sum Týskar vunnu frá teimum
í bardogum 1871. Russar leingjast eftir
at vinna longri framm ímóti teirra gamla
máli Miklagarði (Constantinopel), enn teir
sluppu við tann barđaga, teir seinast hildu
við Turkar 1878. — Allir teir, sum vunnið
hava í seinastu tíðini: Týskir, Eysturríkskir
og Italienskir menn, flokka seg saman til
at taka imóti Russum og Frakkum, um
teir vilja loypa á. Hendan standandi
ræsla fyri ófriði hevur gjort sítt til at
gera tíðir trongar fyri mongum manni. Tí
hevur mangur ikki tora at taka sær
stór verk fyri, at hann veit ikki hvat dag
fólki kann fara frá honum í kriggj. Úr
okkara egna riki, Danmark, er ikki nógv
at siga frá. Folk sýnist enn ikki væl
at minnast at allir eru born av einum
landi. Teir halda við at gera hettar lítla fólk
minni, í tí at teir meiri hal,da hvonn annan
fyri fígginđar, eftir sum teir kalla hvonn
| annan Hogrimenn ella Vinstrimenn. Nú
fara tó nakrar sakir at vinna framm hjá
báðum portum, og báðir partar gera nú
minni av at eggja hvonn annan við stórum
orðum. Hettar klandir hevur nú eisinni
vart skjótt eitt heilt mannaminni, so nú
mátti verið tíð at halda frið og royna at
gera meiri til nyttu.
Nýgjastu tíðindi úr Forjum. Skarlaks-
sjúkan er enn í tveimum húsum í Havn.
í Skopin og heimi á Sandi var sjúkan
i batna, seinast ið frættist.
Um harðveðrið tann 17. Dec. er ikki enn
frætt úr Norðoyjum, Vágo)mni og Suður-
oynni. I Sandoy og Skúvoy vóru nógvir
skaðar. tó ongin rættuliga stórur.
Guvuskip (Damp'ari) „Rora af Aalesund-1
kom hegar í fyrra dagin úr Bergen í Noreg
og fór við tað sama til Klaksvíkar at taka
inn klippfisk.
Trímastrað skonnart „Blanche“, sum
fór til Islanđs efter saltfiski fyri Norm. Co.,
sigst nú at vera aftur komin til Fórjar og
hevur ankrað á Skálafjórði.
LYSINGAR.
Gloym ikki at vaska neytum og seyði!
SEYÐASÁPA
drepur hvórt livandi kikt á neytum og
seyði, Keyp 1 pd. fyri 50 oyri — tað
strekkir til 4—5 neyt — og tú vinnur iva-
leyst 100 kannur av mjólk. Seyðir fær
meiri og betri ull og góð hold, um tú
vaskar hann við tí viðgitni
Seyðasápuni,
sum ikki fæst uttan á
SVANA-APOTEKINUM í HAVN.
stevnist til saman-
koming Kyndils-
messudag kl. 3 í
gomlu fútahúsum í Havn.
FÓRINGATÍÐINDI verður ut
givið av nevndini fyri Fðringafelag. Blað-
haldarir lata í tað seinasta tá, ið teir fáa
annað blað í hendir, eitt árs gjald til Jens
Olsen ella teir, sum hann í sin stað hevur
til at taka ímóti peningum. Blaðið sendist
út til blaðhaldarirnar frá Sig'rid Jacobsen.
Prentað hjá „Færø Aratstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.