Føringatíðindi - 01.01.1890, Qupperneq 4

Føringatíðindi - 01.01.1890, Qupperneq 4
væntað. Veðurlagið hevur verið av tí besta sum ynskjast kunđi fyri hesu sjúkuni. Tað er mest í Norðragotu og á Oyri, sjúkan gongur nú. Hvussi nógv, ið sjúkt er, kann ikki ætlast, tí seyðurin er ikki rættaður nýliga, og tað kemst honum sjáldan so nær í toyveðri, at sjúkan kann kennast í eygunum. Lendingin á Náisoyjar eiði kom í ólag í upganginum 27. Nov., so at nú kann ikki lendast uttan í besta veðri. Hattuligt er nú at rógva uttan oygja í ivingaveðri. Fátækir menn orka ikki væl at missa bát, tá ið teir noyðast at seta upp. Lív kunnu ofta koma at setast til, sum nú er vorið. Verleysar einkir við faðirleysum bornum hava vit so nógr'ar, at hettar átti at verið fyribyrgt. — Kann amtmaðurin ikki fáa í lag at íendingin verður rudda sum skjótast? Júst. FRÁ ÚTLONDUM. Tá ið ókunnugur maður kemur til ríkið vil fólk fegin hoyra nýtt; so mann vera fyrsta ferð Fðringatíðindi kemur út ímillum manna. Frá útlondum er tað fyrst at siga, at allastaðnis er friður í hesum parti av heiminum, sum vit liva í (Evropa); men allir menn standa fullvápnaðir til bardagar, og júst tí, at allir eru so væl vápnaðir, torur ongin loypa á. Frakkar vilja fegin vinna attur tað land, sum Týskar vunnu frá teimum í bardogum 1871. Russar leingjast eftir at vinna longri framm ímóti teirra gamla máli Miklagarði (Constantinopel), enn teir sluppu við tann barđaga, teir seinast hildu við Turkar 1878. — Allir teir, sum vunnið hava í seinastu tíðini: Týskir, Eysturríkskir og Italienskir menn, flokka seg saman til at taka imóti Russum og Frakkum, um teir vilja loypa á. Hendan standandi ræsla fyri ófriði hevur gjort sítt til at gera tíðir trongar fyri mongum manni. Tí hevur mangur ikki tora at taka sær stór verk fyri, at hann veit ikki hvat dag fólki kann fara frá honum í kriggj. Úr okkara egna riki, Danmark, er ikki nógv at siga frá. Folk sýnist enn ikki væl at minnast at allir eru born av einum landi. Teir halda við at gera hettar lítla fólk minni, í tí at teir meiri hal,da hvonn annan fyri fígginđar, eftir sum teir kalla hvonn | annan Hogrimenn ella Vinstrimenn. Nú fara tó nakrar sakir at vinna framm hjá báðum portum, og báðir partar gera nú minni av at eggja hvonn annan við stórum orðum. Hettar klandir hevur nú eisinni vart skjótt eitt heilt mannaminni, so nú mátti verið tíð at halda frið og royna at gera meiri til nyttu. Nýgjastu tíðindi úr Forjum. Skarlaks- sjúkan er enn í tveimum húsum í Havn. í Skopin og heimi á Sandi var sjúkan i batna, seinast ið frættist. Um harðveðrið tann 17. Dec. er ikki enn frætt úr Norðoyjum, Vágo)mni og Suður- oynni. I Sandoy og Skúvoy vóru nógvir skaðar. tó ongin rættuliga stórur. Guvuskip (Damp'ari) „Rora af Aalesund-1 kom hegar í fyrra dagin úr Bergen í Noreg og fór við tað sama til Klaksvíkar at taka inn klippfisk. Trímastrað skonnart „Blanche“, sum fór til Islanđs efter saltfiski fyri Norm. Co., sigst nú at vera aftur komin til Fórjar og hevur ankrað á Skálafjórði. LYSINGAR. Gloym ikki at vaska neytum og seyði! SEYÐASÁPA drepur hvórt livandi kikt á neytum og seyði, Keyp 1 pd. fyri 50 oyri — tað strekkir til 4—5 neyt — og tú vinnur iva- leyst 100 kannur av mjólk. Seyðir fær meiri og betri ull og góð hold, um tú vaskar hann við tí viðgitni Seyðasápuni, sum ikki fæst uttan á SVANA-APOTEKINUM í HAVN. stevnist til saman- koming Kyndils- messudag kl. 3 í gomlu fútahúsum í Havn. FÓRINGATÍÐINDI verður ut givið av nevndini fyri Fðringafelag. Blað- haldarir lata í tað seinasta tá, ið teir fáa annað blað í hendir, eitt árs gjald til Jens Olsen ella teir, sum hann í sin stað hevur til at taka ímóti peningum. Blaðið sendist út til blaðhaldarirnar frá Sig'rid Jacobsen. Prentað hjá „Færø Aratstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.