Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 2
serskilt ljóð framman unđan e, i og ey.
Tað eru fleiri onnur ting úttalini viðrorandi
at leggja sær í goym, sum ikki her alt
skal nevnast. Tí verri hava fleiri ikki lært
at kenna hesar so kallaðu latínsku bók-
stavirnar, sum til hendan skrivumátan mugu
brukast; tað má tó hopast, at tey við einum
góðum vilja lætliga koma eftir tí.
Góðir menn hava sagt, sum tað sigst
í vísuni, at Forjamálið nú á dogum «đugur
neyvt til bóndaskrál». Er tað, sum sagt
er, tá mann vera ringt við at gera. Ráð
eru tó ímóti óllum óráðum. Duga vit ikki
til at flygva upp ájavnt «teir stóru og
klóku», so læt okkum halda okkum niðari,
har sum vit halda vera nóg hógt. — Lat
tað eita bóndaskrál. — Bóndanavnið hevur
ikki fyrr verið hundsnavn í Fórjum.
Foringafelag er ikki ársgamalt. Tað
hevur tí ikki komið nógv av skafti enn.
Av fyrstu tíð var tað fáment og hevur enn
ikki fleiri enn úti við 200 limir (felags-
menn og felagskvinnur); tó hevur tað hegar
til vaksið so javnt og hóliga, at tað ikki
vísur seg at vera bert eitt upplop, sum
summir vilja halđa.
Tá ið nakað nýtt kemur upp, — lat
tað vera aldrig so gott —, fær tað tó altíð
nógv ímóti sær. Hettar hevur Fóringafelag
roynt so væl sum nakar. Tey, sum tað minst
kundi væntast av, hava kastað hatir á
felagio fyri tað, sum tað segðist at streva
eftir. Sógu-smettur hava borið út tað, sum
óvitigur heilar hava pentað sær saman av
ongum. Tað hevur verið sagt, at Fóringa-
felag vil vekja hat ímóti Danskarinum og
tí Danska málinum, reka alt Danskt út av
landinum. Nú má spyrjast: Hevur nakað
vitugt fólk hoyrt ella lesið nakað frá
felagnum sjálvum, sum kann styrkja hesi
freku kiagu? ■—• Kunnu Fóringar ikki elska
og æra sítt egið móðurmál, so at teir ikki
vilja hava tað burtur tvatlað og blandað
við útlendskum orðum, og tillíka æra og
læra tað Danska? — Er tað so sterkt fyri
neyðini at drepa tað Fóroyska og gera
tað til eitt mál, sum ikki er Fóroyskt, og
lata okkum læra Danskt, sum ongum er
líkt, í tí at vit ikki duga at gera skil
millum bæði málini? — Tað er eisini sagt,
at Fóringafelag strevar eftir at fáa Fóringar
til at sláa seg burtur úr tí Danska ríkinum.
Hettar mann vera útlagt av tí, at felagið
vil, atFóringar mugu verðasjálvbjargnir.
Hvat ið har við meinast er skilliga fram-
sett á felagsfundum og útfórt í Dimma-
lætting. Var tað nakað rangt í tí, um
Fóringar kundu verið sjálvbjargnir, hvór
við síni ogn? Var tað ikki eftir ynskjandi,
um allir Fóringar kundu verið so fríir í
sinni, at ein og hvór so dánt kundi hjálpt
sær við sínum egni tánkum og sínum egni
orðum, uttan at lána mál frá óðrum, sum
papagoyan? /H^er má leggjast til merki,
at orðið sjálvbjargin ikki er so stórt, sum
ein og annar vil halda. At vera sjálv-
bjargin er, at hava tað, ein við neyð
kann hjálpast við, — redda ella bjarga seg
við sjálvur. Hvór fríir maður má kunna
bjarga sær sjálvum í óllum teimum viður-
skiftum, her er orðað um. Annað er at
taka hjálp, har sum hon er givin frítt og
glaðiliga; tað hevur ongin maður skomm
av. «Hjálp tú mær í ár, eg hjálpi tær at
ári,» er orðatakið.
Skamm fáið tú ríva. Eina ferð í konga-
handilstíðini var ein genta í N., sum hevði
sett allan sín hug til at kunna sleppa burtur
úr hesum neyðara landinum Fórjum at læra
útlendskar siðir. Hon hevði verið í Havn
og sætt skrivarakonuna og aðrar bera
klæðir, sum hon helt vera so nógv betri
og vakrari, enn tann Fóroyski búnin, at
hon ikki bant frið, fyrr enn hon hevði fingið
hatt og kjóla. Eisini hevði hon sæt
embætsmenn og skipsmenn, sum vóru fínt
klædđir og hóvdu so stutligt tos; tí vildi
hon nú hvórki hoyra ella síggja Fóroyskar
dreingir. Endin var, at hon fekk foreldur
síni at lova sær burtir til útlondini. Tey
kundu tí gjarna lata hana fara; hon var
eitt ódugnadýr, sum einki gott gjórdi heima.
Hon var tá stutt fyri Olavsóku komin í eitt
av hanđilskipinum, sum lá laðið at fara til
Kópinhavn.
Teir lættu ankar í góðum veðri og hildu
suður igjógnum Nálsoyjarfjðrð. Tá kom
meira lot av eystri. Tað var broddur av
eystfalli og streymurin var i harðastu mysing,
so at tað snorkaði illa í stronginum á bor-
tanganum. Har fekk góða gentan annað
at kenna enn at sita uppi á landi og byggja
harraborgir i tankunum — hvar í hon sjálv
var húsfrúgv og kundi sita á stólum og
herska yvir nógvum undirfolki. Ikki tordi
hon at vera niðri undur og tá ið hon kom
upp í kappan fekk hon barmin fullan av
sjógv. Yinđurin sýntist nú at stógga við
ættina og skiparin fann tí fyri gott at seta