Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 3
kósina norð um boía og halda undan aftur til Havnar. Genta okkara hev i nú mist allan hug til at sigla tann salta sjógv. Eitt hevíi hon tó vunnið av hesu stuttu ferð; — hon hevði lært at snakka Danskt; — ikki soleiðis, sum degnurin lesur í kirkjuni; — nei, hon hevði so mangar slongingar í orðinum, sum hon hevði lært av skipsmonninum. Væl var mangt orðið Foroyskt av grund, ið hon fekk til at ljóða sum Danskt — tað var Fðroyskur vargur í Danskum fáraskinni. Helftina av orðinum gloypti hon, og tá ið hon skulde siga r gralaði tað í háísinum, sum hálvsvolgdur greitaspónur skuldi sitið har. Eisini kundi hon seta munn uppá tann fína mátan, snerkja lippurnar saman og siga: «Aa Guh» í oðrum hvorjum orði. Hettar var nú ikki so lógið, tí hon hevði, sum fiestir Foringar, gott næmi; men hvat, ið 611 í N. undraðust yvir, var, at hon sýntist at hava gloymt sítt móðurmál; tað hvatt ikki Foroyskt orð av hennara munni fjúrtan dagar eftir at hon var heim komin. Tá var hon ein dagin farin út í boin at «spasere», sum hon ropti tað — hini bygda- fólkini kallaðu tað at dríva. Sum hon gekk har og gánaði upp í loft við tankunum burtur í óðrum heimi, bar ikki betri til, enn at hon steig fremsta fótin á eina rívu, sum lá^ har í órokiskapi við tindinum upp eftir. I tí hon traðkaði á tindarnar vega'M skaftið snogliga upp og rakti hana dygt á granabeinið. — Tá brast tað úr henni: «Skamm fáið tú ríva». So er sagt fyri mær. — Fyri teirra skuld, sum ikki vilja trúgva, kann eg leggja aftur at: rívuskaftið hevur leingi verið til at síggja har í bygdini. — Nú vil eg ikki ganga í borg fyri, um tað ikki kann vera klovið upp til snældupinnar ella um konufólkið ikki hevur tikið tað til kik. Ut av hesu soguni fáið eg fyrst, at strongurin á bortanganum lærir okkum, at ferðingalysturin kolnar skjott, um ungin ofta hevur hug at flúgva frá reiðrinum, meðan flogið er óv stutt — verðin bjóðar ikki altíð gamans- leik og ofta er ringast har, sum strey- murin rennur við. Hartil lærir sogan meg, at eitt so lítið amboð, sum eitt rívuskaft, tá, ið tað rakar beint, kann gera nogv um seg, — kan fáa folk burtur úr óðrum heimið burtur frá ollum tí fína, sum tað hevur kloygt uttan á seg og draga framm tað, sum altið eigur at liggja næst hjartanum — móðurmálið. Nú er tað væl so, at genta okkara í soguni -hevur systrar enn á dogum. Eg vil ikki ynskja teimum at fáa eitt rívuskaft á nevið, tí eg ynski teimum einkið uttan alt gott, so at tær heldri fáa eitt mjúkari slag; men hvorja ferð ein av teimum kvok- kur upp úr órviti, tá fegnast Staffan. Roklæðir hava ofta lindi til at blfva rábleyt. Eitt er tað, at tey verða ónosligf; annað og verri er, at tey leka so, at maður er vátur at kroppi í minsta sjóroki. Til at bota uppá tað hava menn í Islandi so væl sum ein og annar í Eorjum roynt at smyrja roið við línolju (fernis). Summir hava hildið uppat við hesum av tí grund, at teir halda klæðini verða ólíðulig og stokkin. Tað er so við, um mann tekur tey tjúkk- astu og bestu roinni. Betri er at taka tunt ro — av avdeyða ær ella oðrum vána- ligum seyði —, sum lítið nyttar til anna*. Tað má tá fyrst gerast so væl reint og vaskast í tvaði, súrum landi ella oðrum lúti, at ongin fiti er eftir á ronum. Tá, ið tað er væl turka og mýkt, er best at seyma klæðini og síðani smyrja tey væl við lín- olju, tó ikki meiri enn roið kann drekka í seg. Tað er so, at menn — og helst ungir fríggjarir — oftast hava rostúkuna av rotu- ro, tí at tá er hon fríari og prý^uligari, tó fer vakurleikin skjótt av, og um hon ikki er smurd fyrr, kann tað eisinni gerast seinri. Rakað ro er betri til klæðir og tí krevur minni av olju til at standa ímóti vætu. Havnarmenn eru ágrýtnir at dyrka upp oyðumork. Har, sum ein mannsaldur her- fyri ikki var annað enn grót og skursl, hellur og eyrvikur við einum og oorum runidyki ella mógveyga ímillum, eru nú nógvar væld)Tkaðar træftir við stórum væl- vallaðum flotum, I ár hava allir fengið góða groði. Hettar mann hava studlað teir til at leggja meiri inn. Nú í heyst hava teir sokt um at fáa 43 kúfóðirs (árs- fóðirs) vídd til at leggja inn, 37 av Húsar- haga og 6 av Elatnarhaga. 1889 má heita eitt gott ár fyri Fórjar. —¦ Seyðurin var tá, ið árið gekk inn, yvir hovur veikur. Várið var so gott, at tað botti væl um seyðin og um neytafóðrið, sum hjá mongum var í minstalagi. Summ- arið var av teimum bestu; og ýtari groði hevur ikki nakrantíð komið í hús í Forjum enn tann í ár var. Skurðurin má kallast góður, um hann ikki hjá ollum var so feitur, sum væntað var. — Eiskiskapurin her um Eorjar var heldri vánaligur í flestum stoðum, tó yvir hovur betri enn í teimum seinastu árinum framman undan. — Skipini hava flestoll vunni yæl, og teir Eóringar. sum hava ró út í íslandi, fingu goða veiði. Eygnasjúkan hjá seyðinum í Eysturoy gongur ikki so harðliga, sum fólk hevur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.