Føringatíðindi - 01.01.1890, Side 3
kósina norð um boða og halda undan aftur
til Havnar.
Genta okkara hev i nú mist allan hugf
til at sigla tann salta sjógv. Eitt hevði hon
tó vunnið av hesu stuttu ferð; — hon hevði
lært at snakka Danskt; — ikki soleiðis,
sum degnurin lesur i kirkjuni; — nei, hon
hevði so mangar slongingar í orðinum, sum
hon hevði lært av skipsmonninum. Væl
var mangt orðið Foroyskt av grund, ið hon
fekk til at ljóða sum Danskt — tað var
Foroyskur vargur í Danskum fáraskinni.
Helftina av orðinum g]o)-pti hon, og tá ið
hon skulde siga r gralaði tað í hálsinum,
sum hálvsvolgdur greitaspónur skuldi sitið
har. Eisini kundi hon seta munn uppá tann
fína mátan, snerkja lippurnar saman og
siga: «Aa Guh» í oðrum hvorjum orði.
Hettar var nú ikki so lógið, tí hon hevði,
sum flestir Fóringar, gott næmi; men hvat,
ið óll í N. undraðust yvir, var, at hon
sýntist at hava gloymt sítt móðurmál; tað
hvatt ikki P'óroyskt orð av hennara munni
fjúrtan dagar eftir at hon var heim komin.
Tá var hon ein dagin farin út i bóin at
«spasere», sum hon ropti tað — hinibygda-
fólkini kallaðu tað at dríva. Sum hon gekk
har og gánaði upp í loft við tankunum
burtur í óðrum heimi, bar ikki betri til,
enn at hon steig fremsta fótin á eina rívu,
sum lá; har í órókiskapi við tindinum upp
eftir. I tí hon traðkaði á tindarnar vegaAi
skaftið snógliga upp og rakti hana dygt
á granabeinið. — Tá brast tað úr henni:
«Skamm fáið tú ríva».
So er sagt fyri mær. — Fyri teirra
skuld, sum ikki vilja trúgva, kann eg leggja
aftur at: rívuskaftið hevur leingi verið til at
síggja har í bygdini. — Nú vil eg ikki ganga
í borg fyri, um tað ikki kann vera klovið
upp til snældupinnar ella um konufólkið
ikki hevur tikið tað til kik.
Ut av hesu soguni fáið eg fyrst, at
strongurin á bortanganum lærir okkum, at
ferðingalysturin kólnar skjótt, um
ungin ofta hevur hug at flúgva frá
reiðrinum, meðan flogið er óv stutt
— verðin bjóðar ikki altíð gamans-
leik og oftaerringast har, sum strey-
murin rennur við.
Hartil lærir sógan meg, at eitt so
lítið amboð, sum eitt rívuskaft, tá, ið
tað rakar beint, kann gera nogv um
seg, — kan fáa folk burtur úr óðrum
heimið burtur frá óllum tí fína, sum tað
hevur kloygt uttan á seg og dr aga framm
tað, sum altið eigur at liggja næst
hjartanum —• móðurmálið.
Nú er tað væl so, at genta okkara í
sóguni -hevur systrar enn á dógum. Eg
vil ikki ynskja teimum at fáa eitt rívuskaft
á nevið, tí eg ynski teimum einkið uttan
alt gott, so at tær heldri fáa eitt mjúkari
slag; men hvórja ferð ein av teimum kvók-
kur upp úr ðrviti, tá fegnast
S taffan.
Roklæðir hava ofta lindi til at blíva
rábleyt. Eitt er tað, at tey verða ónoslig;
annað og verri er, at tey leka so, at maður
er vátur at kroppi í minsta sjórolci. Til at
bóta uppá tað hava menn í Islandi so væl
sum ein og annar í Forjum roynt at smyrja
roið við línolju (fernis). Summir hava
hildið uppat við hesum av tí grund, at teir
halda klæðini verða ólíðulig og stókkin.
Tað er so við, um mann tekur tey tjúkk-
astu og bestu roinni. Betri er at taka
tunt ro —- av avdeyða ær ella óðrum vána-
ligum seyði —, sum lítið nyttar til annar\
Tað má tá fyrst gerast so væl reint og
vaskast í tvaði, súrum landi ella óðrum
lúti, at ongin fiti er eftir á ronum. Tá, ið
tað er væl turka og mýkt, er best at seyma
klæðini og síðani smyrja tey væl við lfn-
olju, tó ikki meiri enn roið kann drekka í
seg. Tað er so, at menn — og helst ungir
fríggjarir — oftast hava rostúkuna av rotu-
ro, tí at tá er hon fríari og prýðuligari,
tó fer vakurleikin skjótt av, og um hon
ikki er smurd fyrr, kann tað eisinni gerast
seinri. Rakað ro er betri til klæðir og
tí krevur minni av olju til at standa ímóti
vætu.
Havnarmenn eru ágrýtnir at dyrka upp
oyðumórk. Har, sum ein mannsaldur her-
fyri ikki var annað enn grót og skursl,
hellur og eyrvikur við einum og ððrum
runidyki ella mógveyga ímillum, eru nú
nógvar vældyrkaðar træðir við stórum væl-
vallaðum flótum, I ár hava allir fengið
góða grðði. Hettar mann hava studlað
teir til at leggja meiri inn. Nú í heyst
hava teir sókt um at fáa 43 kúfóðirs (árs-
fóðirs) vídd til at legg'ja inn, 37 av Húsar-
haga og 6 av Flatnarhaga.
1889 má heita eitt gott ár fyri Fórjar.
— Seyðurin var tá, ið árið gekk inn, yvir
hóvur veikur. Várið var so gott, at tað
bótti væl um seyðin og um neytafóðrið,
sum hjá mongum var í minsta lagi. Summ-
arið var av teimum bestu; og ýtari gróði
hevur ikki nakrantíð komið í hús í Fórjum
enn tann í ár var. Slcurðurin má kallast
góður, um hann ikki hjá óllum var so feitur,
sum væntað var. — Fiskiskapurin her um
Fórjar var heldri vánaligur í flestum stóðum,
tó yvir hóvur betri enn í teimum seinastu
árinum framman undan. — Skipini hava
flestóll vunni væl, og teir Fóringar. sum
hava ró út í Islandi, fingu goða veiði.
Eygnasjúkan hjá seyðinum í Eysturoy
gongur ikki so harðliga, sum fólk hevur