Føringatíðindi - 01.01.1890, Síða 3

Føringatíðindi - 01.01.1890, Síða 3
kósina norð um boða og halda undan aftur til Havnar. Genta okkara hev i nú mist allan hugf til at sigla tann salta sjógv. Eitt hevði hon tó vunnið av hesu stuttu ferð; — hon hevði lært at snakka Danskt; — ikki soleiðis, sum degnurin lesur i kirkjuni; — nei, hon hevði so mangar slongingar í orðinum, sum hon hevði lært av skipsmonninum. Væl var mangt orðið Foroyskt av grund, ið hon fekk til at ljóða sum Danskt — tað var Foroyskur vargur í Danskum fáraskinni. Helftina av orðinum g]o)-pti hon, og tá ið hon skulde siga r gralaði tað í hálsinum, sum hálvsvolgdur greitaspónur skuldi sitið har. Eisini kundi hon seta munn uppá tann fína mátan, snerkja lippurnar saman og siga: «Aa Guh» í oðrum hvorjum orði. Hettar var nú ikki so lógið, tí hon hevði, sum flestir Fóringar, gott næmi; men hvat, ið óll í N. undraðust yvir, var, at hon sýntist at hava gloymt sítt móðurmál; tað hvatt ikki P'óroyskt orð av hennara munni fjúrtan dagar eftir at hon var heim komin. Tá var hon ein dagin farin út i bóin at «spasere», sum hon ropti tað — hinibygda- fólkini kallaðu tað at dríva. Sum hon gekk har og gánaði upp í loft við tankunum burtur í óðrum heimi, bar ikki betri til, enn at hon steig fremsta fótin á eina rívu, sum lá; har í órókiskapi við tindinum upp eftir. I tí hon traðkaði á tindarnar vegaAi skaftið snógliga upp og rakti hana dygt á granabeinið. — Tá brast tað úr henni: «Skamm fáið tú ríva». So er sagt fyri mær. — Fyri teirra skuld, sum ikki vilja trúgva, kann eg leggja aftur at: rívuskaftið hevur leingi verið til at síggja har í bygdini. — Nú vil eg ikki ganga í borg fyri, um tað ikki kann vera klovið upp til snældupinnar ella um konufólkið ikki hevur tikið tað til kik. Ut av hesu soguni fáið eg fyrst, at strongurin á bortanganum lærir okkum, at ferðingalysturin kólnar skjótt, um ungin ofta hevur hug at flúgva frá reiðrinum, meðan flogið er óv stutt — verðin bjóðar ikki altíð gamans- leik og oftaerringast har, sum strey- murin rennur við. Hartil lærir sógan meg, at eitt so lítið amboð, sum eitt rívuskaft, tá, ið tað rakar beint, kann gera nogv um seg, — kan fáa folk burtur úr óðrum heimið burtur frá óllum tí fína, sum tað hevur kloygt uttan á seg og dr aga framm tað, sum altið eigur at liggja næst hjartanum —• móðurmálið. Nú er tað væl so, at genta okkara í sóguni -hevur systrar enn á dógum. Eg vil ikki ynskja teimum at fáa eitt rívuskaft á nevið, tí eg ynski teimum einkið uttan alt gott, so at tær heldri fáa eitt mjúkari slag; men hvórja ferð ein av teimum kvók- kur upp úr ðrviti, tá fegnast S taffan. Roklæðir hava ofta lindi til at blíva rábleyt. Eitt er tað, at tey verða ónoslig; annað og verri er, at tey leka so, at maður er vátur at kroppi í minsta sjórolci. Til at bóta uppá tað hava menn í Islandi so væl sum ein og annar í Forjum roynt at smyrja roið við línolju (fernis). Summir hava hildið uppat við hesum av tí grund, at teir halda klæðini verða ólíðulig og stókkin. Tað er so við, um mann tekur tey tjúkk- astu og bestu roinni. Betri er at taka tunt ro —- av avdeyða ær ella óðrum vána- ligum seyði —, sum lítið nyttar til annar\ Tað má tá fyrst gerast so væl reint og vaskast í tvaði, súrum landi ella óðrum lúti, at ongin fiti er eftir á ronum. Tá, ið tað er væl turka og mýkt, er best at seyma klæðini og síðani smyrja tey væl við lfn- olju, tó ikki meiri enn roið kann drekka í seg. Tað er so, at menn — og helst ungir fríggjarir — oftast hava rostúkuna av rotu- ro, tí at tá er hon fríari og prýðuligari, tó fer vakurleikin skjótt av, og um hon ikki er smurd fyrr, kann tað eisinni gerast seinri. Rakað ro er betri til klæðir og tí krevur minni av olju til at standa ímóti vætu. Havnarmenn eru ágrýtnir at dyrka upp oyðumórk. Har, sum ein mannsaldur her- fyri ikki var annað enn grót og skursl, hellur og eyrvikur við einum og ððrum runidyki ella mógveyga ímillum, eru nú nógvar vældyrkaðar træðir við stórum væl- vallaðum flótum, I ár hava allir fengið góða grðði. Hettar mann hava studlað teir til at leggja meiri inn. Nú í heyst hava teir sókt um at fáa 43 kúfóðirs (árs- fóðirs) vídd til at legg'ja inn, 37 av Húsar- haga og 6 av Flatnarhaga. 1889 má heita eitt gott ár fyri Fórjar. — Seyðurin var tá, ið árið gekk inn, yvir hóvur veikur. Várið var so gott, at tað bótti væl um seyðin og um neytafóðrið, sum hjá mongum var í minsta lagi. Summ- arið var av teimum bestu; og ýtari gróði hevur ikki nakrantíð komið í hús í Fórjum enn tann í ár var. Slcurðurin má kallast góður, um hann ikki hjá óllum var so feitur, sum væntað var. — Fiskiskapurin her um Fórjar var heldri vánaligur í flestum stóðum, tó yvir hóvur betri enn í teimum seinastu árinum framman undan. — Skipini hava flestóll vunni væl, og teir Fóringar. sum hava ró út í Islandi, fingu goða veiði. Eygnasjúkan hjá seyðinum í Eysturoy gongur ikki so harðliga, sum fólk hevur

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.